hósdagur 24. oktober 2019síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 25. OKTOBER 2019
SOSIALURIN 123
14
MENTAN
- Um mann í Føroyum ynskir, at Føroya
Symfoniorkestur skal mennast og lyftast
upp á eitt enn hægri støði, so noyðist størri
fígging til, sigur saxofonisturin Hans Petur í
Brekkunum, sum tekur við sum nýggjur stjóri í
Føroya Symfoniorkestri eftir nógv ár, har hann
ikki hevur verið so virkin við tónleikinum
PÆTUR HJALMAR EVENSSON
Í
síðstu viku gjørdist greitt,
at 46 ára gamli Hans Petur
í Brekkunum verður nýggj
ur stjóri í Føroya Symfoni
orkestri. Talan er um ein mann
við hollum royndum, sum hevur
fingist við tónleik alt sítt lív. Hans
Petur í Brekkunum er upprunaliga
útbúgvin í saxofonspæli frá Det
Jyske Musikkonservatorium í
2000, og hann hevur bæði verið
tónleikalærari og yrkistónleikari
í fleiri ár.
Seinastu 12 árini hevur hann
tó ikki fingist so nógv við tónleik,
sum hann plagdi, tí hann hevur
havt úr at gera sum leiðari í Før
oyahúsinum á Vesturbrúgv í
Keypmannahavn. Men nú leitar
hann aftur til tónleikin sum stjóri
í Føroya Symfoniorkestri, og hetta
fellir honum sera natúrligt.
- Eg havi fleiri ferðir fangað meg
í sjálvan í støðum, har eg byrjaði at
sakna tónleikin. So hugsaði eg, at
tað kanska hevði verið stuttligt
at farið tann vegin aftur og yvir
høvur vitað, um tað bar til. Hetta
var heilt víst ein av orsøkunum
til, at eg søkti starvið, sigur Hans
Petur í Brekkunum, sum hevur
stóran tokka til tónleik.
- Um tað er nakað, sum rørir
meg reint kensluliga, so er tað tón
leikurin. Tónleikur kann ofta geva
mær gásarhold. Tá tónleikurin
hevur eina so stóran ávirkan á
meg, sjálvt um eg kanska onkuntíð
ikki havi verið tilvitaður um tað,
so má hann onkursvegna vera
rættiliga týdningarmikil fyri meg,
sigur hann.
Flytir heim til Føroya
Sum leiðari í Føroyahúsinum hev
ur Hans Petur í Brekkunum staðið
á odda fyri dagliga virkseminum
har, umframt at hann hevur
styrkt fíggjarliga grundarlagið
hjá húsinum, sum júst er blivið
høvuðsumvælt. Hann hevur ikki
búð í Føroyum, síðan hann var
heilt ungur, men í sambandi við
nýggja stjórastarvið flytir hann
langt um leingi adressu heim til
Føroya aftur.
- Eg havi leingi hugsað, at
tað hevur verið upplagt at flyta
heim til Føroya. Eg havi eitt stórt
netverk har og eisini familju, so
- EG HAVI
SAKNAÐ
TÓNLEIKIN
Hans Petur í Brekkunum: