Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-10-24, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. oktober 2019síða 15

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 25. OKTOBER 2019 SOSIALURIN 123 15 fyri meg var avgerðin at flyta heim eing­in trupulleiki. Og at eg flyti heim til eitt spennandi starv, ger tað heila enn lættari, sigur Hans Pet­ur í Brekkunum. - Tónleikararnir skulu in­klud­erast Royndirnar sum bæði leiðari og yrkistónleikari kunnu koma honum til góðar í nýggja stjóra­ starv­inum í sym­foni­ork­estr­in­um, roknar hann við. - Tað er eingin ivi um, at hetta gevur mær eitt gott innlit í, bæði hvussu alt tað umsitingarliga rund­an um eitt orkestur er, men eis­ini hvat skal til fyri at fáa tón­ leik­ararnar inkluderaðar og fáa teir at føla, at teir eiga ein part í ork­estrinum. Nú havi eg sitið báðu­megin borðið, so tað er heilt víst ein fyrimunur hjá mær, sigur hann og leggur skemtandi aftrat: - Í prinsippinum kundi eg sjálv­ ur sitið og spælt í orkestr­inum. Umframt hesar viðkomandi roynd­irnar so hevur hann eisini júst lokið eina leiðsluútbúgving, sum eitur Executive Master of Busi­ness Administration á Niels Brock Executive og Middlesex Uni­versity London. - Hendan útbúgvingin hevur givið mær nakrar teoretiskar før­ leikar og nøkur amboð, sum eru hent í sambandi við, hvussu mann stýrir einari stórari org­anisa­tión. Sym­foniorkestrið er í roynd og veru ein rættiliga stór organisa­ tión, tí tá tey til dømis framføra nýggj­árskonsertina eru eini 150 fólk á palli, og har skal alt fungera, sig­ur Hans Petur í Brekkunum. Júst hesar royndirnar gleðast tey eisini um í stýrinum fyri Før­ oya Symfoniorkestur. Jógvan Thom­sen, formaður í stýrinum, segði soleiðis í tíðindaskrivi í farnu viku: - Vit eru fegin um, at tað eydn­ aðist at seta ein stjóra við dygg­um innliti í bæði leiðslu og tón­leiki á hægsta stigi. Vit gleða okk­um til eitt gott samstarv við Hans Petur og ikki minst eina fram­hald­andi menn­ing av Føroya Sym­foni­ork­ estri. Ætlar at menna orkestrið Hans Petur er spentur uppá at sleppa at koma í gongd nú 2. nov­ ember, tá hann tekur við starv­in­ um. - Í starvslýsingini varð dentur lagd­ur á, at nýggi stjórin skal vera við til at menna tað fíggjarliga grund­arlagið. So tað fari eg sjálv­ andi at arbeiða fyri, sigur hann og vísir á nakrar tankar hjá sær um hetta. - Har er sera lítið av pengum í mun til stóru støddina á sym­foni­ orkestrinum. Eg vil í øllum før­um arbeiða fyri at fáa betri fígg­ing til orkestrið til vega. Tí um mann í Føroyum ynskir, at Føroya Sym­ foni­orkestur skal mennast og lyft­ast upp á eitt enn hægri støði, so noyðist størri fígging til, sigur Hans Petur í Brekkunum og leggur aftrat, at Føroya Symfoniorkestur er ment nógv tey seinastu 30 árini. Nýggi stjórin hevur varhugan av, at mann í Føroyum hevur eitt ynski um at menna orkestrið. - Føroyingar eru sera stoltir av Før­oya Symfoniorkestri, og tað skilji eg væl. Tað er rættiliga flott, at eitt land við 52.000 íbúgvum kann hava eitt symfoniorkestur, sigur hann. Ein spennandi avbjóðing 10 umsóknir vóru til starvið, og tað var eitt samt stýri, sum gjørdi av at seta Hans Petur í Brekkunum í starv sum stjóra fyri Føroya Sym­ foniorkestur. Starvið er tíðar­av­ markað til fýra ár og kann verða longt fyri fýra ár í senn. Hans Petur hevur eina rúgvu av hugskotum og tankum, men hann ætlar sær fyrst og fremst at byrja í starvinum, áðrenn hann fer at lufta enn fleiri tankar, enn hann hevur gjørt í hesari samrøðuni. - Eg skal líka í gongd og ætli mær at brúka teir fyrstu mánaðirnar til at seta meg inn í alt tað praktiska og síggja, hvussu alt fungerar. Tað verður ein spennandi avbjóðing, og eg gleði meg til tað, sigur Hans Petur í Brekkunum, sum fyrstu tíðina fer at arbeiða saman við Poul Jákup Thomsen, fyrrverandi stjóra í orkestrinum. Føroyingar eru sera stoltir av Føroya Symfoni­ orkestri, og tað skilji eg væl. Tað er rættiliga flott, at eitt land við 52.000 íbúgvum kann hava eitt symfoniorkestur Um tað er nakað, sum rørir meg reint kensluliga, so er tað tónleikurin. Tá tónleikurin hevur eina so stóran ávirkan á meg, sjálvt um eg kanska onkuntíð ikki havi verið tilvitaður um tað, so má hann onkursvegna vera rættiliga týdningarmikil fyri meg Hans Petur í Brekkunum tekur við nýggja starvinum sum stjóri fyri Føroya Symfoniorkestur hin 2. november Føroya Symfoniorkestur er ein sjálvsognarstovnur, hvørs endamál er at reka symfoniorkestur á høgum stigi, og við konsertum og øðrum tónleikaligum virksemi at nøra um og styrkja ansin fyri tónleiki og við hesum gera tónleikalívið her á landi fjølbroytt og dygdargott. Orkestrið hevur 5-6 konsertverkætlanir um árið.