Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-10-24, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. oktober 2019síða 16

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 25. OKTOBER 2019 SOSIALURIN 123 16 Óli Jacobsen Óli Jacobsen B ókin “Í skrift og talu” er eitt megn­ arverk, 300 síður í stórum broti og við permumynd, teknað av Ingálvi av Reyni. Her er savnaður ein hópur av tilfari um Ismar. Her er hans­ ara lívssøga, og her er tilfar, sum hann sjálv­ur hevur lagt úr hondum, og talur, sum hann hevur hildið. Ismar var tjóðskaparmaður um ein háls, og hesum duldi hann ikki fyri. Men her er lítið um politikk. Hinvegin er ein hópur um hans­ara andaligu sannføring og hansara evni sum yrkjari. Synirnir Jóannes og Páll standa fyri útgávuni. Í hesi grein verða bara onkur brot tikin burturúr, men bókin er avgjørt verd at ogna sær. Her er nakað fyri øll. Eisini eru í bókini hópur av áhugaverdum myndum. Eini sermerkt hjún Ismar var ein sermerktur persónur. Hann havi eg altíð kent. Kennskapurin man vera arvaður frá foreldrunum. Hjá Ismari og Elsu var eitt heim, har eg altíð havi følt meg væl, og har blíðskapur og hjartaligheit var framúr. Tað var sjáldan, at farið varð til Fuglafjarðar uttan at vitja Ismar og Elsu. Ismar giftist í 1950 við Elsu Leo úr Vági. Hetta man hava verið tað besta, sum er hent honum. Elsa var dóttir Poul Leo úr Sjúrðhúsi í Vági, og konu hansara Sannu. Vit báðir Poul gjørdust sera væl. Vit komu at kennast á ein heldur sjáldsaman hátt. Eg fór at rógva út í Fuglafirði í 1959. Var so ringur av sjóverki, at eg mátti fara heim til Ismar, sum seldi heilivág í handkeypi, at keypa sjóverkstablettir. Men har var eingin heima uttan Poul, sum ikki hevði atgongd til handilin. So eg fekk tablettir, sum hann sjálvur átti. Síðan tá gjørdust vit sera væl, og minnist eg Poul sum eitt framúr fitt og positivt menniskja. Tað sama kann sigast um Elsu. Hon var á mangan hátt ein mótsetningur hjá Ismari, men júst á ein hátt, sum gjørdi, at tey hóskaðu so væl saman. Elsa hevur eitt framúr milt sinnalag, og tað er ikki minst henni fyri at takka, at eg, saman við nógvum øðrum, altíð havi følt meg so væl inni hjá teimum. Hvussu sálarliga sterk hon er, sæst eisini av, at hon í fleiri mánaðir var um sonin Jóannes, tá ið hann var til viðgerð fyri ógvuliga álvarsomu sjúku í Danmark. Tá ið hann skuldi avbyrgjast, fór hon við hon­ um. Elsa hevur annars 100 ára føð­ingardag kom­andi januar. Túrurin til Íslands, sum endaði í London Foreldrini hjá Ismari vóru Eiðis-Jóhannus og Malena, úr Fuglafirði. Ismar byrjaði tíðliga handilslívið. Sum 15 ára gamal fór hann til Havnar at arbeiða í handlinum hjá Jóhannes Lambaa. Síðani var hann seinni til skips og fekst við ymiskt arbeiði. Millum annað var hann eitt skeið blað­maður hjá Tinga­krossi, málgagninum hjá Sjálv­stýris­ flokk­inum. Men í 1941 hendi nakað, sum kom at hava avgerandi týdning fyri Ismar alt lívið. Hann fór saman við 250 øðrum føroy­ ing­um til Íslands at byggja flogvøll fyri bretska hervaldið. Í Íslandi blivu ymiskir trupulleikar, sum at ov lítið var av mati, og tað var eis­ ini trupult at fáa pengar sendar heim til familj­una. Ismar kom at taka sær av hesum málum vegna sínar starvsfelagar, millum annað við samráðingum við myndugleikarnar. Onkursvegna er kuril komin í, tí knapp­ liga ein dag verður Ismar handtikin av bretsku hernaðarmyndugleikunum, og hann varð í skundi sendur til Bretlands við skipi. Har var hann meira ella minni í varð­ haldi og var ofta til avhoyringar. Men her var eftir øllum at døma einki grundarlag fyri nakrari skuldseting, og eingin ákæra varð reist. Hann kom til London, og stutt eftir bleiv hann sjúkur og bleiv innlagdur á sjúkra­hús í fleiri mánaðir. Tá hendi tað, sum hann ofta greiddi frá á møtum, at ein kvinna vitnaði fyri honum, og hann bleiv um­vendur. Hetta broytti restina av hans­ ara lívi. Ein trupulleiki var eisini, at tey av­varð­ andi heima vistu einki um, hvat ið var hent Ismari. Hetta gjørdi, at Ismar bleiv løg­ tingsmál. Pápi hansara, Jóhannus, sendi eitt bræv til amtmannin at fregnast, hvat ið var blivið av soninum. Hetta kom eis­ini til viðgerðar á tingi, sum tað sæst í Løg­ tings­tíðindum. Hetta frættist sjálvsagt í Føroyum, so eina­ferð kom Thorstein Petersen á vitjan á sjúkra­húsinum á veg heim úr Amerika, har hann hevði verið í politiskum ørindum. Men nú varð skipað fyri, at Ismar skuldi sleppa heim til Føroya. Heimferðin var við slupp­ini Elini úr Vági. Og sum um Ismar ikki hevði upplivað nóg mikið, so varð Smiril bumbaður á veg úr Vági til Havnar. Reinsaður fyri skuldseting í rættarmáli Henda søgan um Ismar vakti nógvan ans. Í Fuglafirði var hann biðin um at greiða frá sín­um upplivingum í dansistovuni, har tað Í dag, 25. oktober, eru 100 ár síðani, at Ismar Joensen í Fuglafirði varð borin í heim. Framløga av bók um hann er í Ribarhúsi í Fuglafirði í dag kl. 17. SIÐSØGA ISMAR JOENSEN POLITISKUR FANGI UNDIR KRÍGNUM Eitt 100 ára minni: Elsa og Ismar Elsa í handlinum, har hon eisini hevði hondkeypssølu frá apotekinum. Heru skuffir og vekt, sum ikki er í handlumí dag.