Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-10-24, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. oktober 2019síða 17

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 25. OKTOBER 2019 SOSIALURIN 123 17 var stúgvandi fult av fólki. Eisini varð skrivað nógv í bløðunum um hesa sak, hetta var bæði fyri og ímóti. Ismar vardi eisini sína sak, og hann kundi eisini vera hvassorðaður. Hann helt seg vera serdeilis illa viðfarnan av ymsum myndug­leikum. Hetta duldi hann ikki fyri. Endin var eisini, at hann varð stevndur fyri ærumeiðing. Henda sak endaði við, at hann fekk 70 krónur í bót fyri “en ringe­ agtsytring”. Hetta góðkendi hann. Men hann fekk so viðhald í, at tað var logið upp á hann. Hetta var tað týdn­ing­ar­ mesta fyri hann. Henda søgan er nógv longri enn hetta, men hon kann øll lesast í bókini. Virkin á tí andaliga økinum Eins íðin, sum Ismar hevði verið á verðsliga og politiska økinum, bleiv hann nú eisini á tí andaliga. Millum annað gav hann árini 1944-47 út kristiliga mánaðarblaðið “Ljós á leiðini”. Tá var hann bara 25 ára gamal, so tað hevur ikki verið hissini áræði hjá so ungum manni. Tann, sum kennir til blaðútgávu, veit, at hetta er ikki bert sum at siga tað, at útvega tilfar og at geva blað út regluliga. Tá var tøknin eisini langt frá so framkomin, sum hon er í dag. Tað ber eisini til at lesa brot úr hesum blaði í bókini. Ismar var allar sínar dagar virk­in í brøðrasamkomuni Siloa í Fugla­ firði. Ismar var eisini skald, og tey, sum hava skil á slíkum siga, at hann var út yvir tað van­liga. Tá hann fylti 75 ár, varð hansara yrk­ingasavn “Úr hugans heimi” givið út við um­leið 130 yrkingum innan øll møgulig øki. Hann hevur eisini givið annað út. Handilsmaður av tí gamla slagnum Høvuðsstarvið hjá Ismari seinastu nógvu árini gjørdist at handla, sum hann byrjaði uppá miðskeiðis í 50-unum. Og hann man hava verið ein tann seinasti, sum hevur handlað upp á gamla mátan við skivu og per­sónligari tænastu. Hetta var jú nakað heilt annað enn í dag, har tað at fara til handils merkir at keypa tað, ein ætlar, og so at standa í bíðirøð við kassan. Í handlinum hjá Ismari fekst altíð eitt prát um dagsins støðu, samstundis sum hann útflýggjaði sukur og epli og nógv annað. Ikki var tað bert dagsins støða í Fugla­firði, sum hevði áhugan hjá Ismari. Hann sveimaði víða, tí hann var sera vitug­ ur og fylgdi væl við. Tað kundi ofta fá­ast ein yrking saman við keypinum av dag­lig­ vør­um, so tað var ein serligur dámur at fara at keypa hjá Ismari. Serliga var hann góður við børnini og dugdi væl at práta við tey, og tað gloymdu tey honum ikki, tá ið tey gjørd­ust vaksin. Jóannes hevur hjálpt til í handlinum hjá pápanum, inntil hann varð stongdur í 2003. Eitt eyðkenni fyri Jóannes er hansara ótrú­liga vitan um stórt sæð alt. Uttan mun til hvat navn, dato ella árstal spurt verður um, so veit Jóannes tað. Páll er væl lýddur lær­ari á Maskinmeistaraskúlanum í Havn. Tað er hann, sum hevur lagt bókina til rætt­is, eitt stórt avrik. Lyklapersónur í Havsbrún Ismar luttók nógv í lokala samfelagnum. Hann var bygdarráðslimur í 12 ár, og hann var formaður í 3½ ár. Her legði hann alla sína orku í at menna Fuglafjørð. Hann átti ein serligan leiklut í søguni hjá Havsbrún, sum tað eisini kemur fram í bókini. Í stuttum var gongdin henda: Í 1964 tók landsstýrið stig til at seta eitt fiskamjølsvirki á stovn. Karsten Hoydal, landsstýrismaður, heitti á Grønlandsfelagið um at innkalla til fund millum møguliga áhugað. Hetta varð gjørt á sumri 1964. Har vóru fleiri kommunur við, og Ismar var á fundinum sum umboð fyri Fuglafjarðar Kommunu. Hann dugdi væl at grundgeva fyri, at mest vælegnaða plássið til eina slíka verksmiðju var Fuglafjørður. Hann vendi sær til arbeiðarafeløgini í bygdini at fáa stuðul til hesa ætlan og at fáa teknað partapening. Hetta gekk ógvuliga væl, og tað kom eisini partapeningur frá øðrum áhugaðum, eisini pørtum í vinnuni. Nú var Ditleif Eldevig eisini komin at vera við í hesum royndum. Longu í oktober 1964 varð stovnað­ar­ samtykt undirskrivað. Seinni kom løg­ tingið eisini við sum partaeigari. Tveir dagar seinni sendir Ismar, sum for­maður í kommununi, bræv til allar fugl­ firðingar við áheitan um at seta parta­pen­ ing í. Í hesum sambandi var tað, at Havsild varð stovnað 5. apríl 1965, og kommunan set­ur eisini pening í. Seinni sama ár er tað, at Dagsbrún við Es­mar Fuglø og Hvannasundsbrøðrunum kem­ur upp í hesa verkætlan, og hon verður mun­andi størri enn fyrst ætlað. Havsbrún hevur skift eigara fleiri ferðir eftir hetta, og virksemið er økt so nógv og so skjótt, at politiska skipanin ikki kann fylgja við. Her hava sjálvsagt verið nógvar góð­ar kreftir, men mest avgerandi týdning hev­ur tann, sum festi í neistan. Og tað var Ism­ar. Vit vóru báðir nevndarlimir í Havsild í fleiri ár. Her kom eisini til sjóndar hansara eyð­kenni, at hann ræddist ongantíð at siga sína hugsan. Kanska nakað bonskliga við­ hvørt; men eingin kundi vera í iva um, hvar ein hevði Ismar. Ismar luttók eisini í landspolitikki. Hann stillaði upp fyri Fólkaflokkin til fleiri løgtingsval. Hann náddi eisini at møta sum varamaður á tingi. Tað slapst ikki undan, at vit tosaðu um politikk, tá vit hittust. Vit vóru ikki altíð samdir um alt, men hetta skilti okkum ikki. Og Ismar varðveitti sínar hugsjónir alla sína tíð. Ismar var í hálvtannað ár á eldra­sam­ býl­inum Vesturstovu, har hann andaðist við árslok í 2003. Tað kann sigast at vera eitt sermerkt minni, sum brøðurnir báðir hava reist páp­ an­um og eisini mammuni, sum tað trygga bak­landið, sum hon hevur verið. Bókin fæst í bókhandlunum fyri kr. 300. Ismar uttanfyri handilin við synunum báðum Elsa saman við pápanum, Poul, og synunum Fýra brøður avmyndaðir á Vesturstovu. V.f. Ismar, Jakku, Sidonius og Julius, sum hevur tikið fleiri av myndunum í bókini. Havsbrún er í dag partur av størstu fyritøku í Føroyum. Tað kann sigast, at Ismar legði fyrsta grundarsteinin.