Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-10-24, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. oktober 2019síða 22

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 25. OKTOBER 2019 SOSIALURIN 123 22 JÓANNES HANSEN So er bara 27. umfar eftir og í tí stóra finalan, sum verður í Gundadali leygardagin klokkan 15. Feløgini, sum eiga heimadyst í hinum fýra dystunum, hava avrátt at leggja fyri á middegi. Tað tænir teimum til sóma, at tey hava ásannað, at seinnapartin fara fótbólts Føroyar – heima og burturi og á sjógvi og landi – at hava fokus á finaluni um FM. Spurningurin er, um tað verður B36, ella um tað verður KÍ, sum verður meistari. HB og Víkingur kappast um fjórða plássið, og AB, TB og EB/ Streymur kappast um sjeynda plássið. Tað verður hildið at vera týdningarmikið at enda við stíli, men í morgin verður fokus á FM finaluni í Gundadali. Kenna til oyðimørkina B36 fær vitjan av KÍ, og tað fer at kennast í B36 kassanum, at klaksvíkingar enn einaferð fara fótbóltsferð suður í høvuðsstaðin. Síðstu stóru 20 árini hevur B36 vunnið FM seks ferðir – í 1997, 2001, 2005, 2011, 2014 og 2015. Síðstu stóru 20 árini hevur KÍ bara vunnið FM í 1999. Tað vil siga, at KÍ viðhaldsfólkini, sum 31. august vóru á løgtingsvali fyri fyrstu ferð, minnast ikki til, at teirra felag hevur vunnið FM. KÍ hevur fleiri ferðir seinnu árini verið tætt við at vinna FM. At tað kortini ikki er eydnast, er millum annað undirstriking av, at tað er partur av vinnaramentan at taka av, tá ið alt stendur upp á spæl. Tað hava klaksvíkingar ikki gjørt, tí teir hava ikki lært at vinna. Hetta er stór andsøgn til, hvussu tað plagdi at vera. Tey, sum vuksu upp í Klaksvík í fimmti og seksti árunum vistu næstan ikki um annað, enn at KÍ var meistari – í 1952, 1953, 1954, 1956, 1957, 1958, 1961, 1966, 1967, 1968, 1969, 1970 og 1972. Í B36 vita tey eldru um, hvussu tungt og torført tað er at vinna FM, eftir at tað ikki er eydnast í nógv ár. Tá ið B36 vann FM í 1962 var tað fyri fimtu ferð. Neyvan nakar í árstalfelagnum mundi tá ímynda sær, at tað fóru at ganga 35 ár, áðrenn FM gullið aftur endaði í B36 húsinum. Onkra ferðina var B36 á FM kós, og tað varð skemtað við, at hjá B36 var tað sum við smálombunum. Tey vuksu skjótt tíðliga á árinum, og so vórðu tey flett seinni á árinum. Í 1991 var tað um reppið, at endi varð gjørdur á oyðimark­ar­ gongdini hjá B36. Undan 18. og síðsta umfari hevði KÍ 24 stig, og B36 hevði 23 stig. Leyg­ar­ dagin 6. oktober tapti KÍ 2-1 í ill­ veð­ursdysti í Gøtu. Tá ið síðsta bríksl ljóðaði í Sarpugerði, var støðan 1-1 í Gundadali, har tað var grannauppgerð millum B36 og HB. Fram ímóti dystarenda stór­ bjarg­aði HB málverjin Kaj Leo Jo­ hannesen. Um B36 hevði skorað til 2-1, so hevði B36 vunnið FM fyri fyrstu ferð í 29 ár. Nú endaðu bæði KÍ og B36 við 24 stigum. Mál­munurin hjá KÍ var +12, og hjá B36 var hann +9. Tí vann KÍ FM – fyri fyrstu ferð í 19 ár. Í morgin er støðan átøk henni í 1991 á tann hátt, at tað kann vera, at mál­ munurin fer at gera av, hvør vinnur FM. Um tað endar so­leiðis, so verður KÍ meistari, tí javnleikurin fer at bera við sær, at bæði liðini vinna 64 stig, og mál­ mun­urin hjá KÍ er betri, enn hann er hjá B36. Langt millum finalurnar Í morgin verður punktum sett fyri 77. kappingina um FM í fótbólti. Síðani tað í 1942 varð farið undir fyrstu landskappingina, hevur tað verið kappast á hvørjum ári burtursæð frá í 1944, tá ið kapp­ ingin varð avlýst. Tað var heims­ kríggj og vandamikið at ferðast, og so bar tað ikki til at fáa fatur á bóltum at sparka við. Fyrstu árini varð tað lagt so­ leiðis til rættis, at kappingin endaði við finalu í Gunda­dali. Fyrsta FM finalan var ólav­ søku­dag í 1942 millum KÍ og TB. KÍ vann 2-0. Í 1943 var finalan mill­um MB og TB, sum vann 3-2 eftir longda leiktíð, og í 1945 vann KÍ finaluna í Gundadali 1-0 ímóti SÍ. Í 1946 var B36 fyri fyrstu ferð í FM finaluni. Hon var ímóti VB, sum noyddist úr Gundadali við 3-1 tapi, og harvið vann B36 FM fyri fyrstu ferð í 1946. Í 1947 var skipanin broytt so­ leiðis, at talan ikki var um fin­alu um FM. Hetta árið vunnu sør­ vingar fyri fyrstu og einastu ferð higartil kappingina um før­oya­meistaraheitið. Í 1948 vann B36 FM. Tá varð sagt, at talan var mest sum um fin­alu, tá ið grannauppgerðin í Gundadali endaði 1-1. Fyri 60 árum síðani – í 1959 – vann B36 FM, eftir at KÍ trý ár á rað hevði verið meistari og til­ saman seks ferðir í fimmti ár­un­ um. Hetta árið varð sagt, at heilt av­gerandi dysturin var, tá ið tað í Gundadali endaði við javnleiki millum B36 og KÍ. Serlig FM minni hjá KÍ Søgan hjá bæði B36 og KÍ sigur, at tað er sera minnisríkt hjá teimum, sum vinna og eru við, tá ið teirra lið vinnur FM á útivølli. Hjá klaksvíkingum, sum eru nóg gamlir at minnast eina hálva Ikki við: Jógvan Jóannesarson, Hørður Tórsson, Jákup Pauli Breckmann Ivasamur: Bjarki C. Nielsen Skaddir: Erlendur Magnussen og Róaldur Jakobsen Ivasamur: Alex Mellemgaard Ikki við: Andras Olsen, Leif Niclasen, Arnbjørn Hansen, Tóki H. Johannesen, Petur Zachariasen, Árni G. Olsen, Rói Zachariasen (skaddir), Hans Pauli Samuelsen (burturstaddur), Magnus Jarnskor (leikbann) Ivasamir: Poul G. Olsen og Arnar Dam Ikki við: Tróndur Jensen og Heðin Askham (langtíðarskaddir) og René Shaki Joensen Við aftur: Brynjar Hlöðversson og Lasse Andersen (eftir leikbann) og Bartal Wardum (eftir skaða) Skaddir: Meinhardt P. Joensen og Óli Eyðsteinsson Poulsen. Ivasamur: Ísak Simonsen (vandi fyrstu ferð mikukvøldið eftir skaða í fleiri vikur) og Jonn Johannesen. LIÐ TÍÐINDI B36 HB AB EB/STREYMUR KÍ Upptakt 27. umfar: Eftir 20 ár er KÍ á gáttini at vinna FM, sum B36 stríddist í 35 ár fyri aftur at fáa fatur á BÁÐIR PARTAR KENNA TIL LANGA OYÐIMARKARGONGD ÍTRÓTTUR