hósdagur 24. oktober 2019síða 23
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 25. OKTOBER 2019
SOSIALURIN 123
23
øld aftur í tíðina ella reiðiliga
tað, standa 1966 og 1972 meitlað
í minnið. Hesi bæði árini lagaði
tað seg soleiðis, at KÍ spældi FM
finalu í Gundadali. Í báðum førum
var tað ímóti HB. Í 1966 vann KÍ
4-2, og í 1972 endaði tað 1-1, sum var
nóg mikið hjá KÍ at vinna.
Í 1968 spældu B36 og KÍ avger
andi dyst í Gundadali fram
ímóti kappingarenda. HB og KÍ
kappaðust um FM heitið, og tað
hevði stóran týdning fyri klaks
víkingar, at tað henda illveður
sunnudagin eydnaðist teimum
at vinna 3-2 ímóti B36.
Veðrið var so vánaligt, at tað
ikki vóru líkindi at spæla fótbólt.
KÍ legði seg framum 2-0 undan
nógva vindinum, og B36 svaraði
aftur og javnaði til 2-2, tá ið heima
liðið hevði nógva vindin undan.
Ein av 66 legendunum, Eyolvur
Joensen, sum annars var verju
spælari, skoraði bæði KÍ málini í
fyrra hálvleiki.
B36 málini í seinna hálvleiki
skoraðu Baldvin Baldvinsson og
Hugin Samuelsen, sáli. Merkisvert
var tað, at hesir báðir – Baldvin
og Hugin – árið fyri, í 1966, høvdu
verið við KÍ í Íslandi. Tá var tað so
óheppið, at Baldvin breyt beinið,
men árið eftir var hann komin fyri
seg aftur og skoraði ímóti KÍ.
Støðan var 2-2, inntil tað rest
aðu sjey minuttir. Tá skoraði
Jógvan Jacobsen sigursmálið,
so KÍ vann 3-2 og harvið legði
seg á FM kós. Jógvan er ein av
fýra heiðurslimum hjá KÍ. Hinir
eru Eyolvur Joensen, Steinbjørn
Jacobsen og Ólavur Thomsen.
Serlig FM minni hjá B36
B36 hevur vunnið FM fimm ferðir
í hesi øldini, meðan KÍ einki FM
hevur vunnið í hesi øldini.
Hjá B36 stendur fyrsta FM
heitið í 35 ár meitlað fast í sinn
inum á øllum teimum, sum vóru
sjónarváttar, tá ið B36 á Vágseiði
í triði síðsta umfari 21. september
í 1997 og við 2-1 sigri ímóti VB
tryggjaði sær fyrsta FM heitið í
35 ár.
Í 2001 legði B36 seg av álvara á
FM kós við 2-1 sigri í Klaksvík, og
so var tað FM fagnaður, tá ið tað
í Gundadali í næstsíðsta umfari
eydnaðist at vinna 1-0 ímóti HB.
Í 2005 var FM staðfestingin
serliga søt, tí tá var tað í finalu
ímóti HB, at B36 vann 2-1. Tá var
Skála eisini við í FM stríðnum
fram til síðsta umfar.
Í 2011 var núverandi KÍ venjarin,
Mikkjal Thomassen, venjar í B36
saman við John Petersen. Tá vann
B36 FM í stórum stíli. Áðrenn
punktum varð sett við 3-2 sigri í
grannauppgerðini ímóti HB, hevði
B36 vunnið 3-2 í Sørvági og 2-1 í
Runavík.
Í 2014 tryggjaði B36 sær FM við
3-1 sigri á Svangaskarði í næst
síðsta umfari, meðan FM heitið í
2015 longu í fjórði síðsta umfari
tryggjaði sær FM við 2-1 sigri ímóti
TB á heimavølli.
Ikki við: Petur Knudsen
(leikbann) og Pætur Hentze
(skaddur)
Við aftur: Oddur Á. Højgaard
og Pól Jóhannus Justinussen
(leikbann)
Við aftur: Høgni Madsen og Andy
Ó. Olsen (leikbann)
Ivasamir: Ari Ó. Ellingsgaard,
Jan Ó. Ellingsgaard og Dávid
Langgaard
Ikki við: Edvin Jakobsen
(knæskaddur)
Ikki við: Ragnar Tausen
(burturstaddur), Regin í Lágabø
(knæskaddur)
Ivasamur: Ken Fagerberg
(lærskaddur)
VÍKINGUR
SKÁLA
NSÍ
Allir tøkir
TB
Nr.
Lið
D
V
J
T
VM
TM
MM
S
1
KÍ
26
20
3
3
59
19
40
63
2
B36
26
20
3
3
53
20
33
63
3
NSÍ
26
17
3
6
62
30
32
54
4
HB
26
14
6
6
60
27
33
48
5
Víkingur
26
15
3
8
49
35
14
48
6
Skála
26
11
1
14
33
32
1
34
7
AB
26
6
3
17
31
64
-33
21
8
TB
26
5
4
17
20
55
-35
19
9
EB/Streymur 26
5
3
18
25
58
-33
18
10
ÍF
26
1
3
22
26
78
-52
6
Fakta 27. umfar
LEYGARDAGIN 26. OKTOBER
NSÍ – ÍF: EILER RASMUSSEN
KL. 12.30
SKÁLA – EB/STREYMUR:
RÚNI GAARDBO KL. 12.00
B36 – KÍ: ALEX TROLEIS KL.
15.00
AB – HB: DAGFINN FORNÁ
KL. 12.00
TB – VÍKINGUR: RANI A.
SKAALUM KL. 13.00
ÍF