hósdagur 24. oktober 2019síða 29
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Føroyar eru komnar
stutt tá ið tað smýr seg
um orkuskifti
Nógv tos og skriving, men higartil eru Føroyar ikki veruliga
komnar nakran veg við oljuskiftinum
T
á ið tað snýr seg um at skita frá svartari orku til grøna orku eru Føroyar
ikki komnar serliga langt.
Vatnorku hava vit havt í mong ár og nakrar vindmyllur veita eisini
streym til føroyska samfelagið, men fyri orkubrúkararnar í Føroyum er
langt eftir á mál.
Vit hava einar 160 elbilar og vit hava 2000 húsarhald, sum antin hava
fjarhita ella hitapumpur, men tað er ikki serliga nógv.
Í Føroyum eru á leið 18.000 húsarhald og 34.000 bilar.
-Hyggja vit at hesum tølunum, so eru vit ikki komin nakran veg yvirhøvur, sigur Finn
Jacobsen frá orkufelagnum Magn.
Frá orkudeildini hjá Umhvørvisstovuni sigur Kári Mortensen:
-Tað kemur eitt sindur ann uppá, hvussu vit síggja tað. Síggja vit hetta sum ein bil
sum koyrir, so koyrir hann enn spakuliga, men vit síggja ikki um førarin hevur fótin á
bremsuni ella á speedarinum. Eg haldi, at hann hevur fótin á speedaranum, so nú hendir
nakað, sigur hann.
Í hesum blaðnum royna vit at hyggja at, hvussu støðan er í dag. Hvat er hent og hvørjar
broytingar síggja vit innanfyri teir komandi 12-24 mánaðirnar.
Vit vita, at minst tvær vindmyllulundir koma í hesum tíðarskeiðnum.
Onnur kemur í Flatnahaganum vesta fyri Tórshavn og ein kemur á Eiði. Hetta eru
stórar lundir, sum fara at økja munandi um grønu orkuna.
Nakrar sjójitaskipanir eru komnar í Havn og í Klaksvík og í Leirvík er ein slík skipan á veg.
Vøksturin í orkunýtsluni í samfelagnum er so stórur, at sjálvt um roynt verður at leggja
um, so økist nýtslan so nógv, at tað er torført at fylgja við.
Tað ger, at neyðyugt verður at gera skipanir, sum goyma orkuna. Millum annað verður
sagt, at neyðugt er at brúka pumpur, riknar við grønari orku, at pumpa vatnið niðan aftur
í byrgingarnar, so tað kann brúkast meira enn einaferð.
Ætlanin var at byggja eina pump- storage skipan í Suðuroy, men fyribils hevur SEV
sett hesa ætlan á stand-by. Tí kanska eru aðrir møguleikar bíligari.
Hvør skal selja streymin
Í Føroyum er tað soleiðis í dag, at SEV hevur einkarætt at selja streym til brúkaran.
Hetta hongur saman við, at interkommunali felagsskapurin eisini hevur eina
veitingarskyldu mótvegis samfelagnum.
Aðrir veitarar, sum bjóða seg til at framleiða streym, vilja eisini sleppa at selja streym
beinleiðis til brúkaran. Sum støðan er, kunnu veitarar framleiða streym, men teir kunnu
bert selja hann til SEV, sum so selir hann víðari til brúkaran.
Fyri at sleppa undan hesum mæla hinir veitararnir til, at netparturin hjá SEV – tað vil
siga leidningarnir, sum flyta streymin til brúkaran – verður lagdur í eitt serstakt felag,
sum hevur egnan roknskap og leiðslu.
Í samgonguskjalinum hjá nýggju samgonguni verður eisini sagt, at netparturin hjá SEV
verður lagdur í eitt felag fyri seg.
Inngangur
TEKSTUR ÁRNI GREGERSEN MYNDIR ÁLVUR HARALDSEN