hósdagur 24. oktober 2019síða 30
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
KVÍVÍKAR KOMMUNA
ÆTLAR AT SPARA
300.000 KRÓNUR UM
ÁRIÐ Í OLJU
Í Kvívík verður arbeitt við vatnorkuverki, sum skal gera, at kommunalir
bygningar verða hitaðir við vatnorku. Ætlanin er komin væl áleiðis,
og borgarstjórin ætlar, at trýstast skal á knøttin til vatnturbinuna eftir
summarfrítíðina næsta ár
T
að er nógv fokus á grøna orku og orku
skifti í løtuni. Rembingar eru eisini um,
hvat gerast kann við avlopsorku hjá
smærri privatum útbjóðarum, feløgum
og kommunum.
Ein av kommununum, sum í løtuni
er í holt við at leggja um frá olju til vatnorku, er Kvívíkar
kommuna.
Í Kvívík er skúli við svimjihyli, og her er barnagarður,
og báðir stovnarnir eru lutfalsliga nýggir. Men, tað kostar
at hita bygningarnar, og tað kostar í orku at halda svimji
hylin heitan.
Joen Jacob Andreasen, sum býr í Kollafirði og sum er
húsavørður hjá Kvívíkar kommunu, sigur, at kommunan
í 2017-prísum, tá oljuprísurin var lutfalsliga lágur, brúkti
fyri stívliga 300.000 krónur í olju um árið.
- Tá eg koyri úr Kollafirði og til arbeiðis, síggi eg
eins og onnur nógva orku fara til spillis. Hetta er vatn,
sum rennur oman úr fjøllunum ígjøgnum áir og endar
á sjónum, men sum kundi verið umgjørt til orku, sigur
húsavørðurin.
Eins og borgarstjórin í Kvívíkar kommunu og alt
bygdaráðið, sum stendur saman um orkuskiftið í komm
ununi, er eisini húsavørðurin rættiliga spentur upp á ta
verkætlan, sum nú av álvara tekur skap í kommununi.
Tað tekur tíð
Í Kvívíkar kommunu arbeiða tey nevniliga við at spara
meginpartin av oljuni burtur, sum kommunan brúkar,
og soleiðis er ætlanin longu næsta ár at reka kommunalu
bygningarnar í Kvívík – í fyrsta lagi skúla, svimjihyl og
barnagarð – við vatnorku.
Heri Müller, borgarstjóri, sigur, at alt kommunustýrið
stendur aftan fyri hesa spennandi verkætlan, sum birtist
fyri umleið hálvum triðja ári síðan, og sum nú rættiliga
hevur tikið skap.
- Tað er ein long tilgongd frá tí, at tú ætlar tær í gongd
við eina slíka verkætlan, til ætlanin stendur liðug og kann
takast í nýtslu. Byrjar tú ikki, áðrenn øll loyvi eru komin
í hús, megnar eitt bygdaráð neyvan at fremja eina slíka
verkætlan í einum valskeiði.
Borgarstjórin vísir á, at kommunan hevur fingið øll
viðurskifti við Ognarhagan í lagi, og tey hava eisini fingið
umhvørvisgóðkenning frá Umhvørvisstovuni.
- Nú eru vit komin so mikið langt við loyvunum til
vatnorkuverkætlanina, at bara Yvirfriðingarnevndin er
eftir. Tey skulu formelt geva loyvi til at brúka vatnið og
soleiðis, sum vit hava skilt og vóna, fer tað at laga seg.
Hann ásannar, at loyvisparturin er tungur at fáast við,
og hesin tekur bæði tíð og kostar pengar.
- Tað kann vera langt frá tí degi, at politiska skipanin
sigur, at nú skal leggjast um á grøna leið, til allar góð
kenningar, hoyringsfreistir og øll loyvi eru upp á pláss.
Ja, hetta er ein so mikið drúgv leið, at eg ivist í, um vit
her í kommununi høvdu gjørt tað um aftur, sum hann
tekur til.
Heri Müller sigur, at málið er, at vatnorkuverkið skal
tendrast í komandi ári, og borgarstjórin vónar, at hann
vegna kommununa sleppur at trýsta á knøttin til vatn
turbinuna eftir summarfrítíðina næsta ár.
- Vit ætla, at skúlin við svimjihyli, dagstovnurin Áar
lon, Glæman og Frøishøllin skulu bindast í nýggja orku
verkið, soleiðis at vit í mest møguligan mun kunnu spara
oljuna burtur. Vatnorkuverkið, sum verður umleið 180
TEKSTUR VILMUND JACOBSEN MYNDIR JENS KRISTIAN VANG
- Útrokningar og vatnroyndir vísa, at orkuverkið hevði verið nóg
mikið til hita og heitt vatn hjá allari bygdini í Kvívík ein vanligan
yrkadag, sigur Heri Müller, borgarstjóri
Tað, sum telur
nógv hjá okkum
í løtuni, er, at vit
sum kommuna
taka eitt tak, sum
ger okkum og
Føroyar grønari,
og tað er ein góð
kensla…
(Heri Müller, borgarstjóri)