hósdagur 24. oktober 2019síða 31
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Samrøða
kW, kemur ætlandi at geva nóg mikið av orku til kommunalu
bygningarnar meginpartin av árinum.
Heri Müller vísir á, at útrokningar og vatnroyndir vísa, at
orkuverkið hevði verið nóg mikið til hita og heitt vatn hjá allari
bygdini í Kvívík ein vanligan yrkadag.
- Vatnturbinan kemur ætlandi at standa í barnagarðinum,
og síðan verða tangar settir upp í barnagarðinum og skúlanum,
eins og smærri tangar verða í Glæmuni og Frøishøllini.
Hann vísir á, at nú arbeitt verður við vatnorkuni er hetta
samstundis partur av einari verkætlan við drekkivatninum í
Kvívík.
- Vit skulu leggja tjúkri rør til brunnin og hava ein lítlan
brunn aftrat við Breiðá. Alt vatnið kemur úr Vatnsdali við
Egilsfjall, sum alt er í okkara kommunu. Rørinntakið til leið
ingina, sum førir oman til orkuverkið í barnagarðinum, liggur
í gamla brunni, haðani drekkivatnið eisini Kemer, sigur Heri
Müller.
Avlopsorka til spillis
Borgarstjórin vísir á, at sum ein av eigarunum av SEV, fer Kví
víkar kommuna ikki at kappast ímóti sær sjálvari.
- Endamálið hjá okkum er at sleppa av við oljuna, og tað
hevði ivaleyst ikki verið meira enn rímiligt, um avlopsorkan
kundi farið inn á netið hjá SEV. Men, tað letur seg ikki gera,
soleiðis sum skipanin er í løtuni. Um vit lótu alt inn á netið
hjá SEV og bara keyptu ein triðing út aftur, høvdu vit noyðst
at goldið fyri orkuna, sum vit nú sjálvi útvega okkum úr vatni.
Heri Müller viðgongur, at Kvívíkar kommuna sum parteig
ari av SEV er eitt sindur í einari tvístøðu.
- SEV vil hava alt ella einki, og vit fara ikki at koyra orku inn
á netið hjá el-felagnum. Tískil fer avlopsorkan, sum vatnverkið
hjá okkum kundi framleitt, aftur í ánna. Tá bygningarnir, sum
verða hitaðir við orkuverkinum, eru nóg heitir, skrúvar turbin
an seg sjálvvirkandi niður. Kortini noyðast vit at hava nakrar
sonevndar hitastavar í einum brunni, soleiðis at turbinan
sleppur av við alla sína orku.
Borgarstjórin heldur fyri, at grøna kósin, sum nú er løgd, í
fyrsta lagi eigur at snúgva seg um at útvega grøna orku, men
tað grønasta eftir hansara tykki er at brúka minni. Hann heldur
ikki nógva meining vera í fyrst at gera seg grønan og síðan at
brúka meira.
- Vit eru sannførd um, at hetta er ein skilagóð íløga, sum
vit gera, og vit vænta eisini, at íløgan kemur at spara seg inn
aftur eftir nøkrum fáum árum. Eingin veit, hvussu verður við
oljuprísinum, men tað, sum telur nógv hjá okkum í løtuni, er,
at vit sum kommuna taka eitt tak, sum ger okkum og Føroyar
grønari, og tað er ein góð kensla.
Varðveita tað verandi
Heri Müller vísir á, at orkuskipanirnar, sum eru í skúlanum og
barnagarðinum, eru lutfalsliga nýggjar, og hesar vera verandi
sum back-up skipanir, um so skuldi verið, at tað okkurt skifti
um summarið verður drúgvur turkur.
- Hinvegin er skúlin í summarfrí og barnagarðurin partvís
eisini, tá væntast kann, at minni vatn er til skipanina. So, tað
er slett ikki vist, at hetta yvirhøvur verður nakar trupulleiki,
men tað fáa vit at síggja til ta tíð.
Borgarstjórin vísir á, at tað, sum kommunan ynskir, er,
at íløgan í vatnorku eisini skal koma borgarunum í Kvívíkar
kommunu til góðar, og tað kemur hon eisini við, at skatta
krónurnar ikki fara til olju.
- Hinvegin er ókeypis at svimja í Kvívík, og her hava fólk
eisini ein ókeypis møguleika bæði at sleppa at svimja og at
brúka brúsufasilitetirnar.
At enda hevur Heri Müller hug at siga, at SEV, sum Kví
víkar kommuna er partur av, ger eitt gott arbeiði, men hann
heldur, at SEV eigur at vera minni upptikið av, hvat kapping
arneytar gera.
- SEV eigur at leggja størri dent á tað, sum felagið sjálvt ger.
Kapping er sunn, og eg ivist onga løtu í, at okkurt kundi verið
gjørt betri, sigur borgarstjórin í Kvívíkar kommunu.