Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-10-24, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. oktober 2019síða 34

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 ORKUSKIFTIÐ SKAL GANGA NÓGV SKJÓTARI FYRI SEG Sjálvt um vit hava tosað um grøna orku og orkuskifti í fleiri ár, gongur tað alt ov seint fyri seg, heldur Finn Jacobsen hjá Magn S jálvandi verður gjørt nógv fyri at flyta samfelagið frá svartari orku tgil grøna orku, men langt er framvegis eftir á mál. -Eg haldi hetta gongur alt ov seint fyri seg og tað eru alt ov nógvar forðingar, sum vit ikki hava fingið burtur enn, sigur Finn Jacobsen hjá Magn. Hann arbeiðir dagliga við orkuskiftinum og kannar teir møguleikar sum eru at skifta til grøna orku. Hann sigur eisini, at møguleikarnir eru nógvir, men at sjálv gongdin er ov sein. -Vit síggja tað, tá ið tað snýr seg um bilar. Vit hava nakrar fáa elbilar av teimum 34.000 bilunum, sum koyra í Føroyum í dag og tað er alt ov litið sigur hann. -Hyggja vit at persónbilunum so eru á leið 28.000 persónbilar skrásettir í Føroyum. Skulu vit hava teir skiftar út við elbilar, so skulu vit skráseta 2800 elbilar um ári í 10 ár, fyrr enn vit eru komin ígjøøgnum persónbilaparkina, sigur hann. Finn Jacobsen vísir eisini á, at tá ið tað snýr seg um upphiting av føroyska samfelagnum, so gongur eisini alt ov seint. Tilsamans eru 18.000 húsarhald í Føroyum. Av teimum hava 1000 fjarhita og 1000 hava hitapumpur. Tað vil siga, at tað framvegis eru umleið 16.000 hús, sum verða hitað við olju umframt 2000 almennir bygningar, kirkjur, samkomuhús og annað. Nøkur privatfólk hava fingið borað hol oog hita hús við jarðhita, men í løtuni er ikki møguligt at bora meira enn umleið 100 hol um árið. Bilarnir At bilarnir so við og við fara aat gerast meira grønir ivast Finn Jacobsen ikki í. -Vit hava bilar í dag, sum koyra upp móti 500 kilometrar uppá eina løðing, so tað verður helst ikki leingi, til hetta eisini fer at vera so við vanligum bilum, sum eru heldur bíligari, sigur hann. Hann sigur, at í Týrsklandi arbeiðir bilídnaðurin við fullari ferð at menna elbilarnir, so teir kunnu kappast við bensin- og dieselbilarnar vit kenna í dag. -Tá ið teir koma vænti eg at ferð kemur á og vit fara at síggja nógvar rlbilar á vegunum, men skulu vit skifta allar persónbilarnar út yvir 10 ár, so skulu vit skifta minst 2800 vukar um ári. Spurningurin er um vit sum samfelag eru tilreiðar til tað, spyr Fuinn Jacobsen. Í ár sleppa elbilarnir undan MVG og ávísum øðrum gjøldum, men tann lógin gongur út á nýggjárinum. Samgongan hevur sagt, at lógin eftir øllum at døma verður longd eitt ár afturat, men hvat so hendir vita vit ikki. Tað sum vit vita er, at landskassin fær nógvan pening inn í avgjøldum á bilar og avgjøldum á diesel og bensin. Tað er eisini eitt mál, sum má loysast, hvussu hetta skal skipast. Av tí olju og bensini, sum vit brúka í Føroyum, fara á leið 10 prosent til at halda bilarnar koyrandi. TEKSTUR ÁRNI GREGERSEN MYNDIR ÁLVUR HARALDSEN