hósdagur 24. oktober 2019síða 35
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Reportasja
Tilboð um hitapumpur
fyri sama prís sum oljufýringin
Magn sær fyri sær, at ferð kemur á orkuskiftið, tá ið húseigarin
kann skifta oljufýringina út við hitapumpu og útreiðslan verður
tann sama, sum við oljufýring
T
að stendur øllum greitt, sum fáast
við orkuskifti, at skal ferð setast á, so
má vanligi húseigarin fáa eitt tilboð,
sum ger, at tað ikki verður dýrari fyri
viðkomandi at skifta frá olju til grøna
orku.
-Vit hava eina ætlan, sum sigur, at skifta kundar
okkara oljufýringina út við hitapumpu, so koma vit
við einari loysn, har vit gera arbeiðið, leiga tær eina
hitapumpu og veit tær streymin fyri ein prís, sum ger,
at tú skalt betala tað sama, sum tú betalir fyri olju frá
okkum í dag, sigur Finn Jacobsen.
Hetta tilboðið skal fáa fólk, sum sita í húsum at velja
at skifta til grøna orku. Stóra takið verður neyvan at fáa
tey, sum byggja nýggj hús at skifta, men tey sum sita í
húsum, sum í dag verða hitað við olju.
-Magn sigur tó, at fortreytin fyri at hetta kann lata
seg gera erm, at tey sleppa at selja streymin beinleiðis til
brúkaran og ikki gjøgnum SEV.
Orkufelagið sær tað tí sum eitt stig á vegnum, at tað
stendur í samgonguskjalinum, at netfelagið hjá SEV skal
loysast frá framleiðslupartinum og verða eitt felag fyri
seg.
Hendir nógv
Á tøkniliga økinum hendir nógv, sigur Finn
Jacobsen, sum eisini hevur eina fortíð í elfelagnum SEV.
-Vit síggja nógvar tekniskar loysnir ymsa staðni, men
tær krevja allar, at fortreytirnar fyri at tær skulu eydnast
eru uppfyltar, sigur hann.
Tá ið tað snýr seg um jarðhita, eru fleiri forðingar,
sum almennu Føroyar mugu taka sær av at loysa.
Ein trupulleiki er, at borar eitt hús í einum tøttum
grannalag sær eitt hol til jarðhita, so ávirkar hetta holið
eisini undir øðrum húsum í grannalagnum.
-Tí má ein skipan gerast, so eitt hús ikki forðar fyri
at onnur velja somu loysn. Hetta kann til dømis gerast
við at meira enn eitt hís verður knýtt at einari boring,
men tað krevur nakrar broytingar í lógini um tinglýsing
millum annað, sigur hann.
Fyrr enn slíkar forðingar eru beindar burtur, er torført
at fáa ferð á. Hetta er í flestu førum mál, sum mugu
loysast av almennu Føroyum.
Longu nú ber til at tvey hús eru um eitt hol. Tað ger
sjálvandi íløguna munandi bíligari enn tá ið eitt hol skal
brúkast til hvørt hús.
-Men talan er um, at vit skulu konvertera 16.000 hús
til elupphiting og tað tekur tíð. Hevði politiska skipanin
sett sær fyri at fingið umlagt eini 3000 hús í hesum
valskeiðnum, so haldi eg tað hevði verið eitt stórt stig
fram á leið, sigur Finn Jacobsen frá Magn,
TEKSTUR ÁRNI GREGERSEN MYNDIR ÁLVUR HARALDSEN