hósdagur 24. oktober 2019síða 36
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Góð hugskot
á orkuøkinum
- Vit hava góð fólk á eitt nú Jarðfeingi og Umhvørvisstovuni at taka
ymisku tættirnar upp við, og vit hava eina góða umsiting her í ráðnum. Samskift
verður eisini við orkufeløgini, SEV, Magn og Effo um, hvussu vit best kunnu gera,
og hvussu vit best kunnu gera Føroyar grønari, sigur Helgi Abrahamsen,
landsstýrismaður í umhvørvismálum
H
elgi Abrahamsen umsitir vinnu-
og umhvørvismál í landsstýrinum,
og tá vit hitta hann í samband við
okkara serblað um Orkuskifti, situr
hann við brotum úr einum tilmæli
um veðurlagspolitikk Føroya 2020-
2030, sum ein arbeiðsbólkur hevur latið úr hondum.
Hetta er tilmæli, sum latið varð Sirið Stenberg, táver
andi landsstýriskvinnu, í juli mánaði í ár, og nýggi lands
stýrismaðurin í umhvørvismálum heldur, at her eru fleiri
góð ting, sum landsstýrið eigur at hyggja eftir og arbeiða
við.
- Eg havi hugt gjøgnum álitið, og eg haldi avgjørt, at
vit kunnu brúka ymiskt úr hesum í okkara arbeiði tey
næstu árini.
Hann vísir á, at í álitinum eru sjey átaksøki, sum tey
verða rópt, og hesi eru:
•
Seta fastar karmar um veðurlagspolitikkin
•
Minka um oljunýtsluna til upphiting
•
Minka um oljunýtsluna til ferðslu
•
Øll el-framleiðsla verður úr varandi orkukeldum
•
Minka oljunýtsluna til vinnu á landi
•
Minka oljunýtslu og útlát av ídnaðargassi
•
Upplýsing, gransking og menning.
Ymisk kunning
Helgi Abrahamsen vísir á, at í álitinum eru ymiskir áhuga
verdir upplýsingar, og her verður eitt nú víst á, at umleið
18.000 sethús og bygningar eru í Føroyum, harav allar
flestu vera upphitaðir við oljufýrum. Umleið 50.000 tons
av olju verða árliga brúkt til at hita sethús og bygningar.
Í álitinum verður víst á, at um í minsta lagi helvtin
av upphiting av sethúsum og bygningum skal byggja
á varandi orkukeldur í 2030, skulu 600-700 sethús og
bygningar um árið skifta orkuskipan.
- Í tilmælinum verður hildið upp á, at tað framhaldandi
skal vera krav, at allir almennir bygningar skulu hava tað,
tey rópa reinorkuskipan – og í verandi almennum bygn
ingum skulu slíkar hitaskipanir setast upp skjótast gjør
ligt. Harumframt skal tað vera krav, at nýggj serhús og
bygningar skulu hava reinorkuskipan, heldur arbeiðs
bólkurin.
Helgi Abrahamsen sigur, at í álitinum stendur eisini, at
um ikki munagóð fíggingartilboð koma skjótt, sum fólk
taka til sín, eiga myndugleikarnir at taka stig til beinleiðis
ella óbeinleiðis at bøta um hetta.
- Í tilmælinum verður sagt, at meirvirðisgjaldið fyri til
far og arbeiðsløn eigur at verða endurrindað til tess at fáa
fólk at bjálva síni hús.
Landsstýrismaðurin hevur áður víst á, at tá íløgur skulu
gerast í nýggja hitaskipan, er tað av stórum týdningi at
finna røttu loysnina.
- Hetta kann gerast við at fáa óhefta og ókeypis veg
leiðing. Men, fyri at fáa røttu vegleiðingina, mugu eisini
røttu førleikarnir til, og hesir kunnu sambært tilmælinum
finnast innan tað almenna, eitt nú hjá Landsverki og/ ella
á Umhvørvisstovuni. Eisini verður víst á møguleikarnar
at brúka privatar ráðgevingarfyritøkur, har tað almenna
rindar ein part av kostnaðinum, sum skotið verður upp
í álitinum.
Bilaferðsla og útlát
Í álitinum verður kunnað um, at bilaferðslan stendur fyri
umleið 10 prosentum av samlaða útlátinum í Føroyum,
og í 2017 brúktu Føroyar umleið 33.000 tons av brenni
evni til bilar, lastbilar og bussar.
- Bara 0,4 prosent av samlaðu akførunum í Føroyum
eru el-bilar. Í juni 2019 vóru umleið 160 el-akfør skrásett
í Føroyum, tó at her eru tilsamans 18.612 bensinbilar og
14.843 dieselbilar skrásettir.
Men, í álitinum verður eisini víst á, at bilframleiðarar
nú av álvara eru við at menna útboðið av el-og vetnisbil
um, og við lutfalsliga stuttu frástøðuni millum býir og
bygdir í Føroyum heldur arbeiðsbólkurin, at ein stórur
partur av lættaru ferðsluni á landi kann leggjast um til
el-bilar næstu árini.
Helgi Abrahamsen sigur, at arbeiðsbólkurin vísir á, at
veðurlagið í Føroyum er vælegnað til el-bilar, tí battaríini
í hesum bilum virka best í hitalagi, har tað hvørki er ov
kalt ella ov heitt.
Í tilmælunum eru sjálvsagt nógv viðurskifti, sum krevja
politiska viðgerð, og eitt nú skjýtir arbeiðsbólkurin upp at
seta forboð fyri sølu av nýggjum bensin-, diesel-og hybrid
bilum í 2030, og fyri at geva fólki góða tillagingartíð mæl
ir arbeiðsbólkurin til, at myndugleikarnir longu nú eiga at
boða frá, at hesi forboð koma í gildi í 2030.
El úr varandi orku
Helgi Abrahamsen vísir á, at eitt annað tilmæli hjá arbeiðs
bólkinum er, at øll el-orka skal verða framleidd úr varandi
orkukeldum í 2030. Sum er, verður ein lítil helmingur av
el-orkuni framleidd úr olju, og el-og hitaframleiðslan stóð
fyri 12 prosentum av samlaða útlátinum í 2017.
- Arbeiðsbólkurin vísir á, at næstu tvey árini verður
varandi máttur av vindorku eftir ætlan øktur við 42
- Í samgonguskjalinum eru mál, sum kunnu koma
at fáa stóran týdning í arbeiðnum fram ímóti at
gerast grønari, og eitt er at skilja netið frá SEV,
soleiðis at skott verður ímillum SEV og netið, sigur
Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður
TEKSTUR VILMUND JACOBSEN MYNDIR JENS KRISTIAN VANG