Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-10-24, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. oktober 2019síða 37

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 MW – ella úr 18 MW upp í 60 MW. Eftir tað verður mátt­urin av vindorkuframleiðslu framhaldandi øktur sam­an við pumpuverkætlanum og sólorku. Møguliga eisini við sjóvarfalsorku, um tað fer at vísa seg fíggjarliga burðardygt. Arbeiðsbólkurin sigur, at sambært hesi ætlan fara íløgur at verða gjørdar fyri umleið tvær miljardir krónur í framleiðsluverk og goymslur umframt 1,3 miljardir krón­ ur í netútbyggingar fram til 2030. - Tað eru serliga vindorka, sólorka og orkugoymslur sum pumpuskipanir og battarískipanir, sum skulu gera el-fram­leiðsluna 100 prosent grøna í 2030, verður lagt aftr­at í álitinum. Helgi Abrahamsen sigur, at stóru avbjóðingarnar í Før­ oyum er skipaflotin, tí umleið helmingurin av Co2-útlát­ in­um stava frá skipum. - Her hava vit onga loysn í løtuni, og hetta er eisini nakað, sum arbeitt verður við á altjóða stigi. ILO hevur sett sær nøkur mál, sum siga, at útlátið frá skipaferðslu skal verða skert við 50 prosentum í 2050 í mun til útlátið í 2008. Landsstýrismaðurin sigur, at á altjóða stigi verður eisini arbeitt við at menna nýggjar motorar, sum hava minni útlát enn tað, vit kenna í dag. Nógv ferð á Helgi Abrahamsen vísir á, at orka og umhvørvi var nógv frammi undir farna valstríði og nú vinnulóggávan, sum eis­ini er hansara málsøki, er nokso væl dagførd, ætlar hann sær at leggja stóran dent á orku og umhvørvi. - Jú, vit hava nógv og góð fólk á eitt nú Jarðfeingi og Umhvørvisstovuni at taka ymisku tættirnar upp, og vit hava eina góða umsiting her í ráðnum. Samskift verður eisini við orkufeløgini, SEV, Magn og Effo um, hvussu vit best kunnu gera, og hvussu vit best kunnu gera Føroyar grønari. Í samgonguskjalinum eru eisini mál, sum kunnu koma at fáa stóran týdning í arbeiðnum fram ímóti at gerast grøn­ari, og eitt er at skilja netið frá SEV, soleiðis at skott verður ímillum SEV og netið. - Her eru fleiri møguleikar, men málið er, at talan skal verða um tveir roknskaparliga óheftar partar, soleiðis at tað ikki ber til at flyta rokningar frá einum felag til hitt, sig­ur landsstýrismaðurin. Hann heldur, at nú fleiri vilja sleppa at selja sína ver­ andi og komandi el-framleiðslu, mugu vit sum myndug­ leiki syrgja fyri, at kappingin verður so rættvís og á jøvn­ um føti sum tilber. Helgi Abrahamsen er onga løtu í iva um, at spurn­ing­ urin um veitingartrygd eisini má loysast, tí onkur skal tryggja, at brúkarin alla tíðina hevur 220 volt í stykk­ kontaktini. - Skal tað verða netfelagið, framleiðarin ella tann, sum selur? Her eru sjálvsagt nøkur ting, sum vit skulu fáa upp á pláss. Allir hesir spurningar skulu kannast og útgreinast, sigur landsstýrismaðurin í umhvørvismálum. Orka og umhvørvi var nógv frammi undir farna val­ stríði, og eg ætli mær at leggja stóran dent á hesi mál í mínum arbeiði (Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður)