Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-10-24, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. oktober 2019síða 38

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 V ið stuðli úr norðurlendskum grunni, er Eysturkommuna í ferð við at byggja eina sjóhitaskipan í Leirvík, sum fer at kosta umleið 10 milljónir í fyrsta um­ fari. Tá ið skipanin er fult útbygd og fer at veita hita til alla bygdina verð­ur í løtuni mett, at skip­ an­in fer at kosta umleið 40 milljónir krón­ur. - Hetta er ein ómetaliga spennandi verkætlan, sum er ítøki­lig, sigur Kári Mortensen, leiðari á Orkudeildini á Um­hvørvisstovuni. Tað er gjøgnum Umhvørvisstovuna, at fýra milljónir av norðurlendskum pengum koma til fyrsta byggistig av hesi verkætlanini. Fyrsta byggistig umfatar sjálvt sjójhitaverkið og at leggja rør úr sjóvarmálanum niðan um skúlan, har ein ella fleiri tangar verða settir upp at goyma upphitaða vatnið og so umfatar tað eisini rørleggingar til skúlan og aðrar komm­unalar og almennar bygningar í Leirvík. Skal fevna um alla bygdina Arbeitt hevur veri eina tíð við hesi skipanini, sum í veru­ leik­anum er kjølfest millum fólk í Leirvík við áhuga fyri orku­skifti. Nú er so Umhvørvisstovan komin uppí verkætlanina bæði við norðurlendskum peng­um og vitan. Tað hevur sett ferð á og fyrr í hesi vikuni høvdu umboð fyri komm­ un­una fund við eitt stórt ráðgevarafelag, um hvussu víðari skal farast fram. Sjóhitaskipanin fer at taka hitan úr sjógvinum, sum er í nýggja økinum, sum er gjørt fram­við vegnum til Klaks­ vík­ar. Ein bygningur skal byggjast til sjálva pumpuskipanina Eysturkommuna í ferð við at gera stóra sjóhitaskipan í Leirvík – skal takast í brúk áðrenn tvey ár eru farin TEKSTUR ÁRNI GREGERSEN MYNDIR ÁLVUR HARALDSEN SPENNANDI SJÓH ÁVEGIS AT HITA