Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-10-24, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. oktober 2019síða 39

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 og so skulu tangar setast upp til aty goyma heita vatnið. Upp­runaliga var ætlanin at gra ein stóran tanga til goymslu, men sum tað liggur í kortunum nú, so verða tað helst fleiri tangar. Hetta verður gjørt, so tangarnir eru nærri brúkjarunum í bygdini, so sleppast kann undan hitatapi, tá ið vatnið skal flytast gjøgnum rør yvir langar teinar. Vælegnað til slíka skipan Eldsálir í Ledirvik hava leingi arbeitt við ætlanum um at gea bygdina grønari. Kommunan er sannførd um, at hetta er ein loysn, sum røkk­ur inn í framtíðina, sigur formaðurin í byggi- og bý­ar­skipanarnevndini, Tollakur Joednsen: - Bygdin Leirvík er skipað á ein slíkan hátt, at húsini eru savnað rundanum víkina og tí er tað ikki so torført og dýrt at binda húsini saman við rørum. Í fyrsta byggistignum er ætlanin, at skúlin skal hitast við nýggju skipanini, men eisini aðrir almennir bygningar í Leirvík verða knýttir uppí. Millum annað er ætlanin, at kirkjan verður partur av fyrsta byggi­stign­um. Tá ið kirkjan var bygd um, vóru tey so framsíggin, at tey løgdu ein rørstrong, sum nú kann knýtast í skipanina. Verður hugt eitt sindur longur fram, so er ætlanin, at sjó­hitaskipanin skal hita alla Leirvíks bygd. - Tað liggur í kortunum, men nú gera vit hetta fyrst og so verður hitt gjørt so við og við, sigur Tollakur Joensen. HITA­SKIPAN LEIRVÍK Reportasja