hósdagur 24. oktober 2019síða 40
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Eldsálirnar hava arbeitt
við grønari orku í Leirvík
N
ú Eysturkommuna er í ferð við at gera eina hitaskipan í Leirvík, sum
fyrst og fremst byggir á sjóhita, er vert at hyggja aftureftir, hvussu
hetta byrjaði.
Árið var 2013, tá ið vegurin var gjørdur niðarlaga í bygdini. Eld
sálir syrgdu fyri, at til bar at sleppa undir vegnum veið leiðingum at
ymsum slag, júst tí tankin var at skapa eina felags grøna orkuskipan
í bygdini.
Millum eldsálirnar var Fríðfinn Johnson, sum hevur verið við í tilgongdini líka síðani
tá og til nú tað sær út til, at fjarhitaskipanin verður veruleiki.
- Nú hevur kommunan gjørt av at gera eina skipan, men hetta er alt í samljóði við
okkum, sum hava verið við frá byrjan, sigur hann.
Hann sigur, at samstarvið millum Orkudeildina á Umhvørvissstovuni og Eystur
kommunu hevur virkað væl og at eldsálirnar hava verið partur av tilgongdini.
- Ja, vit hava verið við á øllum fundum, so vit eru kunnaði til fulnar um hvat hendir,
sigur hann.
Gera goymslutanga
Eysturkommuna hevur í fyrsta umfari gjørt av at gera eina fjarhitaskkipan.
Hetta verður gjørt við at gera eina sjóhitaskipan og pumpa vatnið niðan í ein tanga,
sum fer at standa omanfyri skúlan. Vatnið í hitatanganum skal so eisini kunna hitast við
avlopsorku frá SEV, tá ið lítil belastningur er á netinum.
Skipanin verður gjørd so stór og rúmlig, at hon lættliga kann hitta alla bygdina.
Hetta verður tó ikki nakað sum kommunan ger, men sum eldsálirnar í bygdini gera.
Næsta stigið er, at umleið 70 hús verða íbundin afturat og tey húsini eru uttanfyri
mataránna.
- Kommunan vil, at tað bert eru kommunalir bygningar, sum verða íbundnir í fyrsta
byggistigi, umframt kirkjan. At kirkjan er við kemst av, at har var lagdur ein rørstrongur,
longu tá ið kirkjan var umbygd.
Talan er í veruleikan um eina fjarhitskipan. Hon er tó ikki knýtt at oljuprísinum ella
øðrum, so tað skal helst loysa seg at vera íbundin skipanina.
- Har verður bert ein spurningur um, hvussu bíliga vit kunnu reka skipanina, sigur
Fríðfinn Johnson.
Fyrsta byggistig er mett at kosta eina 10 milljónir krónur. Av teimum koma tær fýra
milljónirnar úr einum nrðurlendskum grunni, sum koma til Føroya gjøgnum orkudeild
ina hjá Umhvørvisstovuni.
Pengarnir eru settir av til at brúka til eina praktiska skipan, sum samfelagið fær gagn
av, bæði við hitanum, men eisini teimum royndunum, sum fáast úr einum slíkum prakt
iskum projekti.
- Vit eru ómetaliga spent uppá at síggja, hvussu hetta fer at rigga og hvørjar oljuspar
ingar vit kunnu gera, sigur Fríðfinn Johnson.
TEKSTUR ÁRNI GREGERSEN MYNDIR ÁLVUR HARALDSEN