hósdagur 24. oktober 2019síða 44
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Ferð er við
at koma á
orkuskiftið í
Føroyum
Umleggingin av orku frá olju til grøna
orku er ikki komin langt í Føroyum,
men nú sær út til at ferð er sett á
umleggingina, sigur Kári Mortensen
frá orkudeeildini á Umhvørvisstovuni
S
jálvt um tað ikki sæst so væl millum orkubrúkararnar í Føroyum enn, so er
umleggingin av orku í gongd.
-Eg haldi, at hyggja vit uppá hetta, sum ein bil bil vit síggja koyra, so
er hetta ein bilur, sum setir ferðina upp og ikki ein, sum setir ferðina
niður, sigur Kári Mortensen, sum er deildarleiðari á orkudeildini á
Umhvørvisstovuni.
Á orkudeildini eru tey vælvitandi um, at tað ikki sæst so væl millum brúkararnar, at
vit eru í ferð við at flyta okkum frá svartari orku til grøna orku.
-Men vit eru á rættari leið og tað gongur væl skjótari nú, enn tað hevur gjørt, sigur
hann.
Tá ið tær nýggjastu vindmyllulundirnar eru farnar at virka, tá eru tilsamans fimm
slíkar lundir í Føroyum, men skal tørvurin á streymi nøktast so skulu vit rættuliga skjótt
hava 10 slíkar lundir afturat.
-Tað er neyðugt, men tað góða er, at tøknin, sum skal brúkast til hetta er tøk, sigur
Kári Mortensen.
Hann leggur tó afturat, at skulu vit reka alt samfelagið við grønari orku, so er neyðgt,
at vit eisini hava pump-storage skipanir, so tað vatn, sum vit brúka, verður brúkt umaftur.
Trúvirði
Tað skal sjálvandi ymiskt til fyri at fáa brúkaran at skifta til grøna orku. Fyri tað fyrsta
er tað ein spurningur um prís, men harafturat er tað eisini ein spurningur um tað verður
eins ómakaleyst at brúka nýggju orkuna, sum tað hevur verið higartil.
Við øðrum orðum er tað ein spurningur um trúvirði. Fái eg tað eins lætt, sum eg havi
tað í dag og kostar tað mær ikki meira enn eg gjaldi fyri mína orku í dag.
-Sjálvandi skulu vit arbeiða við hesum, tí hetta er ein av fortreytunum fyri at vit fáa
brúkaran at skifta til grøna orku, sigur Kári Mortensen.
Hann leggur tó eisini sera stóran dent á, at tær framtíðarmyndir av orkuskiftinum hava
festi í veurleikanum, tí tann tøkni, sum skal til fyri at vit kunnu flyta samfelagið yvir á
grøna orku, finst í dag.
-Tað er tað góða. Vit vita hvussu vit kunnu hita hús við grønari orku og vit vita
hvussu vit kunnu fáa bilarnar at koyra við grønari orku. Tøknin er klár. Tað snýr seg
um hjá okum at trúgva uppá hana og so fáa brúkaran at taka ímóti hesi tøknini, sigur
Kári Mortensen.
Ofta verður sagt, at til dømis bilarnir ikki eru nóg góðir enn og at teir mugu løðast
ov ofta.
Tað er eisini rætt, tá ið teir verða samanbornir við diesel- og bensinbilar, men eisini á
hesum økinum gongur tað við fullari ferð framá.
Roknað verður við, at stórur partur av týsk bilídnaðinum um eitt ár ella so fer at koma
fram við elbilum sum lúka øll krøv, sum í dag verða sett til nýmótams bilar.
Teir fara at kunna koyra eins langt sum vanligir bilar uppá eina løðing og teir fara at
hava allar hentleikar, sum síggjast í nýmótams bilum í dag.
TEKSTUR ÁRNI GREGERSEN MYNDIR ÁLVUR HARALDSEN