Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-10-24, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. oktober 2019síða 46

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Ó lavur Poulsen í Vatnsoyrum hevur í nógv ár havt áhuga fyri vatnorku, og hann eigur eisini fyritøkuna Vatn­Orka, har hann umboðar vatn­ myllur, sum italska verksmiðjan IREM framleiðir, og hetta umboð hevur hann havt í nøkur ár. Fyritøkan er kend fyri sínar vatn­myllur gjøgnum meira enn fimmti ár, og verksmiðjan hev­ur eisini spesialiserað seg í at framleiða og menna smá­ ar vatnmyllur. Sjálvur sigur Ólavur Poulsen, tað serliga er tøknin hjá IREM við fleiri dysum, ið spræna vatnið inn á vatn­rætt­ liggj­andi hjólið sum ger, at mest møgulig orka fæst úr vatn­inum. Elektroniska stýringin er eisini serstøk, og hon gevur støðugan og javnan spenning og frekvens, sum hann tekur til. - Vatn telist millum grønastu orkukeldur, men her er áin ein fyritreyt, og neyðugt er eisini, at umstøður annars eru til eina slíka skipan. Tað er umráðandi, tá tú fyrireikar títt egna orkuverk, at tú hevur góða ráðgeving, og hesa ráð­gev­ing meti eg meg føran fyri at veita, sigur hann. Áin við húsini Ólavur Poulsen sigur, at hóast áin alla hansara tíð hevur runnið framvið húsunum, har hann býr í Vatnsoyrum, og hann mangan hevur hugsað um vatnorku, so kom kortini ikki verulig gongd á, fyrr enn ein vinmaður hansara, sum hevði verið í Noregi, hevði tilfar heim við sær at vísa hon­um. - Við internetinum gjørdist eisini lættari at samskifta, og eftir seks árum hevði eg mítt egna mikro-orkuverk, sum seinni er útbygt. Fyrstu veruligu vitanina og upplæringina fekk hann á Foss­ingkraft í Noregi, og sum árini gingu útvegaði hann sær servitan á økinum. Tað er soleiðis, at flestu vatnmyllur, sum IREM hevur selt, eitt nú til Noregs, eru bundnar í el-netið, men hetta hevur higartil ikki latið seg gera í Føroyum við somu treytir, sum tey hava í londum, vit samanbera okkum við. - SEV hevur arbeitt við at loyva øðrum at framleiða inn á netið, og tað er ikki fyrr enn nú, at røringur er komin í. SEV hevur eisini havt einkarrætt til flestu áir, men nú kunnu onnur eisini fáa loyvi, tó at enn vantar, at SEV broytir sínar treytir fyri íbinding. Ólavur Poulsen vísir á, at IREM-vatnmyllurnar saktans kunnu framleiða inn á netið hjá SEV, og fyrimunirnir við vatnorku eru eitt nú, at hetta er ógvuliga støðug orka - antin tað er vindur, stilli, sól ella myrkt, sum hann tekur til. - Eg haldi, at vatnmylluskipanir eru vælegnaðar í før­ oyska umhvørvinum – ikki minst, tí hon gevur mestu orkuna vetrarhálvárið, tá mest brúk er fyri orku. Myllan bar­a gevur og gevur; hon brúkar einki og hevur ongar rakstrarútreiðslur. Hann vísir á, at vatnmylluni nýtist vanliga bara ein part av ánni, og tí eru náttúru-og umhvørvisárinini ógvuliga av­markað. Vatnmyllan hevur sera høgt virknaðarstig; hon gagn­nýtir orkuna 100 prosent av tí møguliga, og tískil er einki spill. - Vansarnir kunnu hinvegin vera, at vatninntakið onk­ un­tíð skal reinsast fyri eyr, og neyðugt kann vera at hava eina tiltaksorkuskipan, ið kann vera verandi hitaskipan, sum er í húsunum, um skerpingur ella drúgt og hart frost rak­ar. Ein góð kensla Síðan Ólavur Poulsen fyri fimm árum síðan fekk sítt fyrsta lítla vatnorkuverk til hita og heitt vatn, sum var ein vatnmylla á 8 kW, hevur oljubilurin sjáldan verið í tún­inum. - Okkara hús brúka lutfalsliga nógva orku. Umframt vatn­mylluna, var skipanin eitt hitalikam í ketlinum, sum orkuverkið hitaði, og hesi árini havi eg í øllum førum spart 90 prosent av oljuni, eg annars hevði brúkt. Einar tvær ferðir um summarið stóð vatnmyllan still í 14 dagar hvørja ferð, men í øllum førum tað eina árið steðgaði hon ongantíð. Hann sigur, at tað er ein góð kensla at kenna reina og ókeypis hitan, bæði inni í húsunum og í heita vatninum – vitandi um, at orkan, tá íløgan er gjørd, hvørki kostar ella dálkar, og ikki minst er tað ein góð kensla at sleppa frá oljurokningini. - Ein vatnmylla er ikki skjótasta og bíligasta loysnin, um vit hugsa stuttskygt, men hetta er ein íløga fyri lívið, sum eisini økir um virðið av húsunum, heldur Ólavur Poul­sen. SEV kom og sløkti Tað var fyrst í desember mánaði í fjør, at Ólavur Poulsen tendr­aði nýggju vatnmylluna hjá sær, sum er væl størri enn myllan, hann byrjaði við. Nýggja myllan er á 11 kW, sum er væl meira, enn hann brúkar sjálvur til hita og el í Vatnsoyrum. - Við í nýggju skipanin hjá mær er eisini talva, sum ger, at avlopsframleiðslan av orku fer inn á netið hjá SEV. Men við tað, at SEV ikki hevur loyvt, at el-framleiðari fyrst tekur burtur av til egna nýtslu og síðan letur avlopið inn á netið, so slapp myllan at standa íbundin SEV-netið bara í tríggjar mánaðir sum ein roynd. Ólavur Poulsen vísir á, at tá nýggja skipanin varð sett í gongd, vóru bæði umboð fyri IREM-verksmiðjuna, umboð fyri SEV og umboð fyri føroyskt el-virki til steðar heima hjá honum. - Myllan slapp at koyra í tríggjar mánaðir, og hon koyrdi perfekt frá fyrsta degi. Men, tá alt ikki var eftir gald­andi reglum hjá SEV, hendi tað eftir mínum tykki marg­háttliga, at fólk sjálvan grækarismessudag í ár komu frá SEV og sløktu skipanina. Hann vísir á, at tað, at hann einki hevur fingið fyri veit­ingina til SEV í hesum tíðarskeiði, er fyri hann eingin trupul­leiki, tí tað, sum hann alla tíðina hevur lagt seg eftir, er at vera grønur og sjálvforsýnaður. Men tað, sum NÚ VIL ÓLAVUR IK - Tá nýggja vatnorkuskipanin varð sett í gongd, vóru bæði umboð fyri verksmiðjuna, umboð fyri SEV og umboð fyri føroyskt el-virki til steðar heima hjá mær. Myllan slapp at koyra í nakrar mánaðir, og hon koyrdi perfekt frá fyrsta degi. Men, tá alt ikki var eftir galdandi reglum hjá SEV, sendi SEV fólk at sløkkja skipanina sjálvan grækarismessudag, sigur Ólavur Poulsen í Vatnsoyrum TEKSTUR OG MYNDIR VILMUND JACOBSEN