Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-10-24, síða 47
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. oktober 2019síða 47

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 pín­ir mannin og ger, at hann undrast stórliga, er, at fólk hjá SEV komu og sløktu skipanina aftur. - Nýggja skipanin er sjálvvirkandi á tann hátt, at tá orku­framleiðslan er meira, enn eg brúki sjálvur, fer avlopsorkan inn á netið hjá SEV, og streymur er soleiðis hátt­aður, at hann fer til nærmasta granna. Skuldi turkur ella onnur viðurskifti gjørt, at vatnmyllan ikki gevur mær tann streym, eg havi brúk fyri, keypi eg um somu skipan streym frá SEV. Ólavur Poulsen sigur seg rokna við, at nýggja skipanin í mesta lagi stendur still einar 10-20 dagar um árið. - Eftir at myllan hjá mær hevði staðið sløkt í einar seks mán­aðir, hugsaði eg, at hetta vil eg ikki standa modell til – at eg skal vera við til at dálka umhvørvið óneyðugt. Tískil startaði eg vatnverkið sjálvur upp aftur fyrst í sept­ ember, sum faktiskt var fimm ár eftir, at mín fyrsta vatn­ mylla varð sett í gongd. Eg havi ikki sett mær hesa skipan upp fyri at tjena pening, men fyri at spara pening, sigur hann. Hann heldur tað vera púrasta burtur við, tá SEV krev­ ur, at øll el-framleiðsla hjá einum privatum veitara skal út á netið, soleiðis at brúkarin sjálvur skal noyðast at keypa sín egna streym aftur fyri nakrar ferðir tað, sum við­komandi kann selja streymin til SEV fyri. El-bilur í túninum Tá Sosialurin vitjar Ólav Poulsen í Vatnsoyrum í síðstu viku, stóð ein Hyndai el-bilur í túninum. Bilurin er knapp­liga eitt ára gamal, og hann kann løðast við grønari orku frá eginframleiðslu, sum als einki útlát hevur. - Bilurin koyrir bæði skjótt og væl, og hann koyrir um­ leið 170 kilometrar upp á eina fulla løðing, sigur hann. Meðan vit soleiðis vitja í Vatnsoyrum, kemur son­ur Ólav, Páll Poulsen, sum er 27 ára gamal, inn á skriv­stov­ una, har vit sita og práta um orku. Jú, sonurin ætlar sær til Havn­ar eitt ørindi, og pápin er skjótur at siga ”Tú tekur bara el-bilin…” Í túninum hevur Ólavur Poulsen eisini hitapott, og með­an vit standa við pottin, sum dúkur liggur omaná, lyft­ir verturin dúkinum og biðir meg stinga hondina nið­ ur í flógva vatnið. - Eg koyri umleið 100 kW út á netið hjá SEV um sam­ døgnið, og hetta svarar til umleið 3000 kW um mánaðin. Eg haldi, at hetta er mátin at gera tingini upp á, men eg noyð­ist at viðganga, at tað hevur verið ógvuliga trupult at fingið forstáilsi fyri hesum hjá SEV, sum er myndugleikin á øk­inum, sigur Ólavur Poulsen, sum nú ikki hevur hug at tiga longur um, hvussu tingini í veruleikanum hanga sam­an, og hvussu eftir hansara tykki óneyðuga trupult hetta kann gerast. Hann heldur, at alt ov nógv bíðar eftir SEV, og nú hann hevur tendrað sína orkuskipan aftur, sum aftur fram­leiðir streym til húsini hjá teimum í Vatnsoyrum - um­framt inn á netið hjá SEV - fer hann at fáa eina rokn­ ing frá SEV á einar 1000-1200 krónur um mánaðin, og hetta er bara fyri at vera íbundin netið. - Tað merkir, at eg skal gjalda fyri at lata SEV streym, sig­ur Ólavur Poulsen, sum heldur, at nú er tíðin komin til, at hesi viðurskifti verða broytt, soleiðis at meira grøn orka kann sleppa inn á SEV-netið. KKI TIGA LONGUR Hetta er nýggja orkuverkið hjá Ólavi Poulsen, sum SEV fyrst varð við til at tendra – og síðan sløkkja aftur grækarismessudag