mánadagur 28. oktober 2019síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 28. oktober 2019 · Nr. 124
TÍÐINDI
Tríggir nýggir
trúboðarar
Frá
ársskiftinum
og
fram til hálvan mai
verða Carsten Fonsdal
Mikkelsen, Skála, Ólavur
Jacobsen,
Hósvík,
og
Jørgen
F.
Andreasen,
Leirvík, settir í starv sum
trúboðarar.
Símun P. Jacobsen
vísti á, at arbeitt hevur
verið í drúgva tíð við
at fáa fleiri trúboðarar,
eftir at nakrir av teimum
gomlu
trúboðarunum
góvust fyri aldur ella
andaðust.
Carsten Fonsdal
Mikkelsen
Carsten Fonsdal Mikkel
sen byrjar í fulltíðar
starvi sum trúboðari
1. januar. Hann hevur
áður verið trúboðari hjá
donsku Indre Missión í
sjey ár. Hann er útlærdur
sjúkrarøktarfrøðingur
og hevur millum annað
eisini arbeitt sum lærari
og brandmaður.
Seinastu
mongu
árini hava Carsten og
familjan búð í Hasle á
Bornholm,
burtursæð
frá skúlaárinum 2016-17,
tá ið tey búðu á Skála. Í
summar fluttu tey aftur
til Føroya.
Eftir ætlan skal Car
sten F. Mikkelsen nýta
umleið
helvtina
av
orkuni til klassiskar trú
boðarauppgávur og hina
helvt til trubodin.fo.
Carsten
Fonsdal
Mikkelsen er 44 ára
gamal og giftur við Elsu
av Skála, og tey eiga fýra
børn.
Ólavur Jacobsen
Ólavur Jacobsen gjørd
ist trúboðari út frá Sjó
mansheiminum Ørkini
í Reykjavík 1. januar
í ár, men hevur verið
heima síðani í summ
ar. Um ársskiftið fara
Heimamissiónin
og
Ørkin undir eitt sam
starv um Ólav Jacobsen,
sum ber í sær, at hann
heldur fram sum trú
boðari í Reykjavík hálva
tíð og hálva tíð sum trú
boðari í Føroyum.
Ólavur Jacobsen skal
serliga vera virkin í
Norðstreymoy.
Ólavur Jacobsen er
49 ára gamal og er ætt
aður úr Hósvík, har
hann eisini býr. Hann
og konan, Vónbjørt, eiga
tríggjar døtur. Ólavur er
útlærdur elektrikari.
Jørgen F. Andreasen
Jørgen
F.
Andreasen
byrjar hálvan mai næsta
ár í hálvtíðarstarvi sum
trúboðari.
Hann er skipsførari
og siglir hjá A. P. Møller
- Mærsk. Ætlanin er, at
hann virkar sum trú
boðari, tá ið hann er
heima, svarandi til hálv
tíðarstarv. Starvið hjá
honum verður ólønt.
Jørgen F. Andreasen
skal í fyrstu atløgu taka
á seg ábyrgdina sum
blaðstjóri á Sunnudags
blaðnum, eftir Karl N.
Hansen, sála. Eisini er
ætlanin, at hann skal
standa á odda fyri møti
røðum úti um landið,
har trúboðarar og onnur
vitja eitt øki í nakrar
dagar og hava møtir og
onnur tiltøk.
Jørgen F. Andreasen
er 44 ára gamal. Hann er
giftur við Guðni.
Carsten Fonsdal Mikkelsen, Ólavur Jacobsen og Jørgen F. Andreasen
Mynd: trubodin.fo
Undir stórmøtunum í Høllini á Hálsi í Havn kunnaði
formaðurin, Símun P. Jacobsen, at Heimamissiónin
fer at seta tríggjar trúboðarar í starv í næstum
Eitt stórt barnakór sang til tiltakið Simbahit í gjár í Høllin á Hálsi
Mynd: Álvur Haraldsen
Høllin á Hálsi í Havn var karmur um stórmøtini um vikuskiftið.
Høllin var mest sum full til fleiri av tiltøkunum
Mynd: Álvur Haraldsen