mánadagur 28. oktober 2019síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 28. oktober 2019 · Nr. 124
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Frants Jensen
Eitt av stóru tiltøkunum,
er barnatiltakið, ið var
seinnapartin sunnudag
in. Tiltakið varð kallað
Simbahitt, tí at barna-
og juniorarbeiðið eisini
verður kallað Simba.
Navnið merkir “leyva”
á swahili, sum verður
tosað í Eysturafrika, og
tað vísir millum annað
til bíbilsku myndina av
Jesusi, sum er leyvan, sum
hevur sigrað, stendur at
lesa á heimasíðuni hjá
Heimamissiónini.
Steðga á
Stóra barnatiltakið varð
skipað sum ein stór
ur
sunnudagsskúli,
so ístaðin fyri at hava
sunnudagsskúlar í ymisk
um missións- og meinig
heitshúsum kring landið,
var tiltakið í gjár í Høllini
á Hálsi.
Ann Mari E. Kjølbro
hevði ein bíbilskan boð
skap til børnini, har hon
tosaði um evnið “steðga
á”.
Hon
vísti
millum
annað á, at vit skunda
okkum og skulu náa sera
nógv í gerandisdegnum,
og tí er tørvur á at steðga
á. Fyri at vísa hetta
greiðari fyri børnunum,
hevði hon eitt skelti, har
tað stóð “steðga á”.
Hon nevndi millum
annað um, at Jesus steðg
aði á hjá Sakeusi, tí hann
vildi hava við hann at
gera.
– Soleiðis ynskir Jes
us eisini at steðga á í
gerandisdegnum
hjá
hvørjum einstakum, tí
hann vil hava við hvønn
einstakan at gera, segði
hon.
Hon vísti á, at vit
eisini eiga at steðga á í
gerandisdegnum og ikki
bara renna.
– Jesus hevur nógv at
geva okkum, og tí eiga vit
at steðga á hjá honum, so
at hann kann geva okk
um av sínum mongu gáv
um, segði hon.
Bubu
Klovnurin Bubu var eisini
á pallinum og súkklaði
við síni lítlu súkklu, tá
ið ein politistur steðgaði
honum og kannaði um alt
var í lagi við súkkluni. So
nýtti hann eisini møgu
leikan at tosa til børnini
um tað at steðga á í
gerandisdegnum. Hann
nevndi eisini um tað at
hjálpa okkara næsta í
gerandisdegnum.
Stuðla Sat 7 Kids
Ein stuttur filmur varð
eisini vístur um arbeiðið
hjá Sat 7 Kids, sum
sunnudagsskúlarnir
hjá
Heimamissiónini
stuðla. Hetta er arbeiðið
í Miðeystri, har millum
annað børn í flóttafólka
legum fáa skúlagongd
gjøgnum sjónvarp.
Stórt barnakór
Eitt stórt barnakór sang
fleiri sangir. Hetta var
eitt kór, sum undanfarna
vikuskifti hevði verið á
sangfagnaði í Nesvík og
lært fleiri nýggjar sangir.
Tey framførdu nú aftur
fyri allari tí stóru mann
fjøldini, ið var komin til
tiltakið og fylti høllina.
Nógv varð eisini gjørt
burturúr felagssanginum,
har
góðir
tónleikarar
spældu undir og forsang
arar sungu fyri – og til
barnatiltakið vóru sjálv
andi eisini fleiri børn, ið
stóðu við mikrofon og
sungu fyri.
Eftir at tiltakið var
liðugt, var ymiskt gott at
eta.
TOS og Vox
Nógv varð eisini gjørt
burturúr tónleikinum og
framførslunum til hini
tiltøkini um vikuskifti. Av
meiri kendum nøvnum
vóru tað bólkurin TOS
og gospelkórið Vox, ið
framførdu. Men eisini
minni kend nøvn sum
kvinnubólkurin Tabitha
og Tummas Eivind J.
Hansen framførdu.
Nógv varð eisini gjørt
burturúr felagssanginum.
Dugnaligir tónleikarar og
forsangarar leiddu fjøld
ina gjøgnum felagssangin.
Framsýningar
Talarar á tiltøkunum um
vikuskiftið vóru Torleif
Johannesen,
Símun
P. Jacobsen, Ovi Brim,
Bergur Debes Joensen,
Kristian Martin Petersen
og Alfred Petersen.
Evnið var “Steðga á” og
tað gekk sum ein reyður
tráður gjøgnum alt, ið
sagt var á møtunum.
Meðan møtini vóru,
varð skipað fyri barna
ansing. Umframt vanlig
møti vóru tiltøk fyri børn,
juniorar og tey ungu.
Matur
og
drekka
muður var til øll tiltøkini.
Leygarkvøldið var Expo á
skránni. Tað var ein løta,
har arbeiðsgreinar hjá
Heimamissiónini og aðrir
felagsskapir sýndu fram
og greiddu frá sínum
arbeiði. Eisini var stórt
bókaborð.
Stórmøtini
ferðast
kring landið, og eru triðja
hvørt ár í Havn. Næsta ár
vera tey á Skála.
frants@sosialurin.fo
Um vikuskiftið vóru stórmøti
í Høllini á Hálsi í Havn. Tað er
Kirkjuliga Heimamissiónini, sum
hevði árliga tiltakið, ið savnar fólk
úr øllum landinum til møtir, sang,
felagsskap og tiltøk fyri børn,
ung og vaksin. Aftur hesaferð
fyltist ein ítróttarhøll av fólki
FYLTI
ÍTRÓTTAR
HØLLINA
Klovnurin Bubu undirhelt børnunum
Mynd: Álvur Haraldsen