Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-10-28, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. oktober 2019síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 28. oktober 2019 · Nr. 124 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Elektriskur Skoda Skoda kemur við einum el­ ek­trisk­um familjubili í 2020. Konseptbilurin, sum hev­ur verið sýndur fram, eit­ur VISION iV. Bilurin koyr­ir 500 km upp á eina løð­ing og er stórur og rúm­ lig­ur. Longdin er 467 cm, breidd­in 193 cm og hæddin 161 cm. Hann hevur tveir el­motorar, ein til hvønn aksil, við eini effekt upp á til­sam­ans 225 kW (306 hk). Battaríið kann løðast upp til 80 pro­sent upp á ein hálv­an tíma. Vision iV skal eis­ini kunna sleipa ein við­fest­ is­vogn. Tá bilurin kemur á markn­að­in komandi ár, verð­ur tað helst við øðrum navni. maggi@sosialurin.fo 38.714 AKFØR Í FØROYUM 38714 akfør eru skrásett í Føroyum sambært nýggjastu hagtølunum frá Akstovuni, sum eru frá 1. oktober í ár. Tal­an er um 25.856 persónbilar, 4.225 vøru­vogn­ar, 3.401 við­fest­is­vognar og 1.818 prutl. Flestu akførini eru sum vera man í Streymoynni, 18.217 eru tey í tali. Næst­flest eru í Eysturoyr, har tey eru 8.975. Á triðja plássi kem­ur Suð­uroy við 3.774 og síðani Borðoy við 3.312. Oyggin við fæst bilum er Mykines. Har eru skrásett trý akfør. Nissan Motor ætl­ar at sleppa sær av við kenda bil­merk­ ið Dat­sun sum lið í eini stór­ari spar­i­ætl­an 88 ára gamla bil­merk­i­ num, sum er væl­kent í Før­oy­um, verður valla lív lag­að. Tað skrivar Reuters. Niss­an Motor hevur eisini í um­búna at sleppa sær av við nøk­ur onnur bilmerki eis­ini. Teirra millum eru pick-up­'­in, Titan.Tað er sum liður í eini bjarg­ing­ ar­ætl­an til tess at bjarga tí sum bjargast kann eftir gø­luna í kjal­ar­vørrinum av fyrr­ver­andi aðl­stjóra fel­ags­ins, Carlos Ghons. Datsun verða fram­ leidd­ir í Indonesia, India og Russ­landi – og fyrsti Dats­un­bilurin sá dagsins ljós longu í 1931. Framleiðslan av Dat­ sun steðgaði annars í 1986, men Nissan endurføddi bil­merk­ið í 2013. Eftir steðg í góð trý kemur ein nýggj­ur Land Rov­er Defender á markn­aðin Defender er tann bilur í søg­uni, sum hevur verið longt á marknaðinum. Tann gamli Defender var á markn­aðinum í heili 68 ár, tá framleiðslan steðgaði í 2016. Hesin nýggi er ein mod­ er­n­að­ur bilur við somu góðu eigin­leikum á ósløttum og bratt­um undirlendi, sum tann gamli Defender var kend­ur fyri. Nýggi Defender fæst í eini stuttari útgávu De­fend­er 90 og eini longri De­fend­er 110. Tað heila byrjaði á Rov­ er bilverksmiðjuni í Sol­i­hull í Onglandi í 1945, tá hug­ skotið til Land Rover kom. Hetta var beint eftir seinna heimsbardaga, og bretska stjórnin stuðlaði bil­verk­ smiðjunum í at fram­leiða bilar, bæði til heima­markn­ að­in og til útflutnings, fyri at fáa útlendskan valuta. Fyrsta prototypan var liðug í 1947, og í 1948 var Land Rover pres­en­t­er­að­ur fyri fyrstu ferð, hetta var á Amsterdam Motor Show. Tá framleiðslan síðan fór í gongd, vísti tað seg, at áhugin var sera stórur fyri einum slík­um 4-hjólsdrivnum ak­ fari, serliga millum bønd­ ur og skóghøggarar. Eft­ir­ spurn­in­g­urin varð so stórur, at Land Rover eisini vórðu gjørd­ir upp á lisens í øðrum lond­um og seldir um ein stór­ an part av heiminum. Fyrstu árini fingust teir bert við ben­sin­mot­ori, men longu í 1955 fingust teir eisini við dies­el­motori. Nýggi Land Rover De­f­ end­er kemur í 2020. maggi@sosialurin.fo Nýggjur Defender kemur næsta ár Sleppa kendum bilmerki Leingi hevur ver­ið bíðað eftir nýggja VW Golf, sum verður sjálv­ koyr­andi og el­ektr­i­fi­ser­að­ur sum ong­an­tíð áð­ur VW Golf er at kalla einasti bil­ur, sum kann erpa sær av at hava lagt navn til eina heilan bil­klassa – Golf- klassan. Hann kom á markn­ að­in á fyrsta sinni í 1974 og síð­ani seldur í fleiri enn 35 mill­i­ónum eintøkum. Nýggj­ a­sta ættarliðið av VW Golf er júst víst fram. Tað er áttanda snið­ið í røðini og er meira tal­ gilt enn nakrantíð. Sjálvt um Golf 8 virkar lægri, longri og meira dyn­ am­isk­ur, so hevur hann júst somu uttaru mát, sum tann gamli hevði. Innan er Golf 8 eisini meira talgildur. Hann hev­ur sum standard ein 10” touc­h­ skíggja í miðjuni, sum stýr­ir øllum online in­fo­tain­ments­ skip­an­u­num. Har er eitt headup-dis­ play, sum vísir kunn­ing upp á forrútin. Yms­ar funktónir sum hita í forrútinum, toku­ ljós framm­an og aftan og ak­ tiv­ering av elbakrútinum er nú savn­að og verður stýrt gjøgn­um eitt touchpanel vinstru megin róðrið. Tann nýggi Golf 8 er al­tíð online gjøgnum eitt innbygt e­Sim-kort. Tað hevur tann fyri­munin, at navigatiónin verð­ur int­er­aktiv og auto­ mat­iskt vísir áhugaverd og við­kom­andi støð, so sum ben­sin­støð­ir og matstovur á leið­ini. Sum dømi ber eisini til at fáa tele­fon­numm­ar til borð­bí­legg­ing á eini mat­ stovu við snildfonini og Blue­tooth-interface. Tað er meira frítt at inn­ stilla skíggjarnar, enn tað hev­ur veirð, og talgilda sam­ band­ið ger tað møguligt at upp­gra­dera funktiónir sum ad­ap­tiv­an fartpilot, ljós­ass­i­ stent og navigatión. Her er áttandi ættarliðið av VW Golf VW Golf 8 • Hitað multi­funk­tións­leð­ ur­róð­ur • LED-forlyktir og LED- bak­lykt • App-Connect • In­fo­tain­ment­an­legg við 10 tumma touc­hskíggja og App-• Connect+ • Lyklafríur • Talgilt cockpit • Aircontidionskipan • Breytarassistent • Inn­an næsta árið koma eisini sjálvstøðug snið sum Golf GTI, GTI TCR, Golf GTD Hesin Defender fór í søguna í 2016 Nýggi Defender 90, sum er tann styttra útgávan Konseptbilurin Vision iV hjá Skoda