Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-10-28, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. oktober 2019síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 28. oktober 2019 · Nr. 124 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Jens-Kjeld Jensen veit á síni heimasíðu – www. jenskjeld.info – at siga, at 2019 eisini hevur verið eitt løgið ár hjá fugla­ stovninum. Men, her vóru sam­ bært fugla­manni­num í Nóls­oy fleiri glottar at sjá, eins og verið hevur sein­astu tvey árini. - Plantuætið kom ikki rætti­liga fyri seg fyrr enn seinnu helvt av juni, men nøgdir­nar vóru smáar. Flestu av búfuglunum ivaðust, um tað í heila tikið kundi betala seg at fara at reiðrast, og tí varð úrs­litið eisini langt undir miðal. Jens-Kjeld Jensen leggur aftrat, at tó kom nakað undan hjá flestu av fuglasløgum. Hann vísir á, at mai mánaði var kaldur. Hinvegin vóru juni, juli og august óvanliga turrir og heitir. - Lomvigin, sum varp á stóru rókunum, kláraði seg illa, meðan lomvigin, sum varp á teimum smærru rókunum og í smá­um holum á lod­røtt­ um fjallaveggum, sá út til at klára seg betri. Tó eru eingi neyv tøl tøk. Óhugnaliga lítil Jens-Kjeld Jensen vísir á, at lomvigarstovnurin er óhugnaliga lítil í mun til tað, hann var fyri um­ leið 55 árum síðan, og vit hava kanska bara eini 85.000 pør av lomviga. Hann sigur, at heldur ikki í Noregi eru vónirnar um lomvigan bjartar, og har verður stúrt fyri, at lom­vigin er útdeyður um 50 ár. Fuglamaðurin í Nóls­ oy veit eisini at siga, at bert heilt fáir lundar hava verið at sæð í bøl­ un­um í summar. - Men, nakrir vurpu kort­ini. Meginpartin av juli og allan august sóust lundar koma við alt ov smáari nebbasild til pisurnar. Jens-Kjeld Jensen vísir á, at tær fyrstu lundapisurnar sóust seinast í august og í fyrra helm­ingi av september. Nakrar vóru feitar, meðan nógvar vóru didda­rak. Pisurnar sóust ein mánaða seinni enn van­ligt. - Lundastovnurin er mink­aður óhugnaliga nógv seinastu 30-40 árini. Men, hóast flestu før­oy­ingar meta lundan at vera hóttan, og hóast hann eisini er á reyð­lista­ num yvir hóttar fuglar, vórðu kortini umleið 1000 lundar fleygaðir kring landið í 2019, sigur Jens-Kjeld Jensen. Katastrofuár Støðan hjá ternuni er eisini sera vánalig, og 2019 gjørdist enn eitt kata­strofuár hjá ternuni. - Eg ivist, um nøkur ternu­pisa náddi at koma so væl fyri seg, at hon kundi fara langa túrin til Vestur­afrika, har hon er í vetrar­vist, sigur Jens- Kjeld Jensen. Forvitnisligu eyg­leið­ ing­ar­nar hjá honum, sum fevna um bæði sjófugl og heiðafugl, kunnu lesast á www.jenskjeld.info ­ - Lundastovnurin er minkaður óhugnaliga nógv, og ternan hevur aftur verið fyri einum katastrofuári, sigur fuglamaðurin í Nólsoy Lomvigastovnurin er óhugnaliga lítil BARNADANSUR: Í vetur verður føroyskur dansur við børnum í Skótahúsinum í Hvalvík. Byrjað verður mikudagin 30. oktober. Børnini fáa hefti við vísum, og øll eru hjartaliga vælkomin, sí heimasíðuna www.sunda.fo Vilmund Jacobsen Henge Isaksen, sum hevur drúgvar royndir við busskoyring, hevði lægsta tilboðið, og kom­ munan hevur tískil gjørt sjey ára langa av­ talu við hann um skúla­ busskoyring. Í Kvívíkar kommunu siga tey, at ferðaætlanin fyri skúlabusskoyring verð­ur løgd á heima­ síðuna hjá kommununi. Frá mánadegnum 4. no­vember verður nýggj skúlabussleið í Kvívíkar kommunu, og við hesum kann kommunan nú bjóða sínum borgarum eina betri tænastu. - Bussurin kemur at koyra børnini til og frá skúla í Kvívík og Vest­ manna, verður lagt aftrat. Nú leiðarin á Frítíðarskúlanum við Stóra, Sonja Olsen, er farin í farloyvi, er Hans Andrias Olsen settur í fyribilsstarv sum leiðari fram til ársskiftið 2020/21, siga tey í Runavíkar kommunu. Betri tænasta til skúlanæmingar Elin vann 800.000 ­ Vilmund Jacobsen Tað var Elin Olsen í Syðrugøtu, sum fekk fulla plátu í Gekka- spælinum seinasta fríggjakvøld og slapp at snara gekka-hjólinum. Maður hennara, Óla Hans Olsen, var fjarritari. Elin Olsen valdi at deila høvuðsvinningin á 2,4 miljónir krónur í teir tríggjar leyparnar við 800.000 krónum í hvørjum leypi, og tað gjørdist eitt gott val fyri hjúnini bæði. Í fyrsta drátti steðgaði hjólið á 15.000 krónum – og í øðrum drátti á 10.000 krónum, sum faldað fimm fyrstu ferð og trý aðruferð hevði givið henni ávikavist 75.000 og 30.000 krónur. Men, Elin Olsen valdi at snara eina triðju og seinastu ferð, og í seinasta drátti steðgaði gekka-hjólið so beint á bláa leypinum, og soleiðis gjørdist hon 800.000 ríkari fríggjakvøldið. Kvívíkar kommuna hevur gjørt sáttmála um skúlabusskoyring, og hesin sáttmáli er gjørdur við Henge Isaksen, sum býr í Kvívík