Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-10-28, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. oktober 2019síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 28. oktober 2019 · Nr. 124 TÍÐINDI Áki Bertholdsen Nú verður tað neyðugt, at vit taka støðu til, hvussu okkara samferðslukervið skal byggjast út hesi næstu árini - og ikki minst, hvussu tað skal fíggj­ast. Tað sigur Erhard Joen­ sen, løgtingsmaður fyri Sam­bandsflokkin. Og hann leggur afturat, at tað hevur skund hjá Løgtinginum at taka tað kjakið. Tí vil hann hava eitt aðalorðaskifti í Løg­tingi­ num um okkara sam­ ferðslu­kervið, hvussu tað skal byggjast út, og hvussu tað skal fíggjast. Og hann ætlar sær eisini at leggja uppskot fyri Løgtingið um tað. Akkur­át nær tað verður, dugur hann ikki at siga, tí hann skal umrøða málið við flokkin, og hann skal eisini savna ymsar upplýsingar saman, sum hoyra til málið. Tað týdningarmesta av øllum Erhard Joensen sær fyri sær, at landskassin fer at koma undir eitt øgiligt, fíggjarligt trýst hesi næstu árini. Ein orsøk til tað, er, at tey bleytu virð­ ini fara at krevja alsamt størri fíggjarorku. Men landskassin er eisini undir stórum trýsti fyri at byggja sam­ferðslu­ kervið út. –  At byggja sam­ ferðslu­kervið út, er ein enda­leys tilgongd, so tað trýstið fer ikki at linka í framtíðini, er hann sann­ førdur um. Tvørtur ímóti heldur hann, at tað fer at herðast, ikki minst nú talan verður um at gera ein undirsjóvartunnil til Suðuroyar. –  Tað eru longu fleiri tunlar, sum liggja í kort­ unum og táið teir eru lidnir, verða tað fleiri aðrir tunlar, sum skulu gerast. Tí verða vit noydd til at at endurhugsa, hvussu vit skulu fíggja okk­ara samferðslukervi hesi næstu árini, sigur Er­hard Joensen. Og hann endurtekur at tað hevur skund, tí hann nevnir, at tað verður neyðugt at projektera ein undirsjóvartunnil til Suður­oyar nú. –  Hetta er tann týdn­ ingarmesta samferðslu­ út­byggingin av øllum og eftir mínum tykki skal tað vera klárt at fara undir arbeiðið um fýra ár, táið Sandoyartunnilin er liðugur, sigur løg­ tings­maðurin fyri Sa­m­ bandsflokkin. Men Suður­oyar­tunnil­ in einsamallur kost­ar einar tríggjar milliard­ir, og tann stóri spurn­ing­ ur­in verður, hvussu hann skal fíggjast. –  Tað eru nógvir spurn­ingar, sum ikki eru svaraðir, men sum tað er neyðugt at Løgtingið hevur eitt svar til heilt skjótt, sigur hann. Alt leggjast saman Sjálvur heldur hann, at alt samferðslukervið, bæði tunlar, vegir og brýr, eig­ur at verða lagt saman. Í hesum sambandi er tað eisini ein avbjóðing, at almenn verkløg og bygn­ ingar, standa fyri forfalli, tí tað er ikki nokk av peng­um til at halda tey fyri. –  Men at fyrigykla fólki, at hetta verður ókeyp­is, er at kasta torv­ mold í eyguni á fólki, sigur hann. Hann heldur, at ein máti kann vera at leggja alt í eitt partafelag, sum skal standa fyri at fíggja útbyggingarnar í sam­ ferðslukervið, og at reka tað. Men sjálvur heldur Er­hard Joensen, at vit sleppa ikki undan, at brúkara­gjøld verða ein partur av fíggingini. Men hann vísir eisini á, at landskassin fær hund­rað­tals milliónir í inn­tøku av ymsum gjøld­ um, sum beinleiðis hava við ferðslu at gera. Talan er bæði mvg og skrá­ set­ingargjald av bil­um og avgjald á bensini og diesel, og øðrum. Ein spurningur er hvussu stórur partur av hes­um beinleiðis skal mark­ast til at fíggja og reka samferðslukervið fyri, sigur Erhard Joen­ sen. Annars eru røddir frammi í samgonguni um, at brúkaragjald í Norðoyggum skal vera við til at fíggja tunl­ar­ nar Norður um Fjall, og brúkaragjald í Vága­ tunlinum skal brúk­ast til at fíggja ein tunnil undir Sandavágsháls, til Sanda­ vágs ella kanska heilt til Vatnsoyrar. – Eg haldi at tað verður hugsað ov nógv í bit­ um, og eg haldi, at tað er nakað fátæksligt ikki at hugsa longur enn tað, sigur Erhard Joensen. –  Eg haldi, at vit tað, vit hava brúk fyri, er at leggja alt sama, og at finna eini heildarloysn, legg­ur hann afturat. Áki Bertholdsen Røddirnar í ymsum politisk­um flokkum, sum hava púra avgjørdar um, at bummgjøldini í undir­ sjóvartunlunum skulu takast av, eru linkaðar eitt sindur. Sum tað stendur í aðrari grein her í blað­ num, heldur ný­valdi ting­ maðurin fyri Sam­bands­ flokkin, Er­hard Joensen, at nú má Løgtingið taka eina yvirskipaða avgerð um, hvussu okkara sam­ ferðslukervi skal fíggjast. Sjálvur heldur hann, at tað er at kasta torvmold í eyguni at fólki at fyrigykla teimum at tað fer at vera ókeypis, tí eftir hans­ara tykki slepst ikki undan, at bummgjøld verða ein partur av fígg­ ingini. Tá ið fíggjarlógin var til umrøðu í Løgtinginum, vóru tað fleiri politikarar í sam­gonguni, sum bóru á sama borðið. Steffan Klein Poulsen, nývaldur tingmaður fyri Miðflokkin heldur, at samgongan eigur at hugsa um alternativar fígg­ingarhættir. Hann heldur, at fyri at fáa tunlarnar Norður um Fjall gjørdar í hesum valskeiðnum, er tað ein gongd leið at lata Norð­ oyatunnilin standa fyri at gera teir og at vera við til at fíggja teir við bumm­ gjøldunum. Jákup Mikkelsen, ting­ maður fyri Fólkaflokkin, tekur undir við at Norð­ oyatunnilin skal standa fyri at gera tunlarnar Norð­ur um Fjall og at fíggja ein part av teimum. Brandur Sandoy, ting­ maður fyri Fólkaflokkin, segði, at hjá honum er tað púra sjálvsagt, at Norðoyatunnilin ger tunlarnar Norður um Fjall og at Vága­tunnil­ in stendur fyri at fíggja tunnil frá tunnils­munn­ an­um í Vágoy til Sanda­ vágs ella heilt Vatnsoyrar. –  Sandoyartunnilin og Eysturoyartunnilin kosta 2,3 milliardir, og av teim­um eru 400 milliónir játt­aðar á fíggjarlógini. Tað sigur mær so mikið, at skuldi alt verið játta á fíggjarlógini, varð hvørg­ in av teimum gjørdur, sigur hann. Brandur Sandoy helt, at tann mest sjálv­sagdi mátin at fíggja sam­ ferðslukervið, er at leggja alla samferðslu í eitt felag, sum kann fíggja út­ byggingarnar. Samhaldsfasta skipan Aksel V. Johannesen, løg­ tingsmaður fyri Javn­ aðarflokkin, ivast í um tað ber til at leggja suður­ oy­ar­tunnilin einsa­mallan í eitt partafelag, tí tað er í stríð við parta­felags­ lógina. –  Endamálið við ein­ um partafelagi er at fáa vinning, og tað fer Suður­ oyartunnilin ikki at gera, sigur hann. Hann heldur, at vit verða noydd at taka Suður­oyartunnilin upp í eina heild. –  Skal landskassin einsamallur standa fyri allari íløguni í ein Suðuroyartunnil, verður hetta einasta íløgan hjá landinum í nógv ár fram, og tað ber ikki til, helt Aksel V. Johannesen. –  Tí má ein sam­ haldsføst sam­ferðslu­ skip­an gerast, sum eisini kann lyfta uppgávuna at gera Suðuroyartunnilin, heldur hann. Kristina Háfoss løg­ tingskvinna fyri Tjóð­ veldi, heldur, at einasta loysnin er at seta sam­ ferðslu­útbyggingnar í eina almenna íløguætlan og at seta pengar av til endamálið. –  Tað er einasti máti at tryggja eina skynsama út­bygging, heldur hon. Nú hevur tað skund at taka eina avgerð HEVUR SKUND Nú hevur tað skund at taka støðu til, hvussu tunlar og vegir skulu fíggjast, sigur løgtingsmaður. Sjálvur heldur hann, at vit sleppa ikki undan brúkaragjøldum ÓSVARAÐIR SPURNINGAR Tað eru nógvir spurningar, sum ikki eru svaraðir, men sum tað er neyðugt at Løgtingið hevur eitt svar til heilt skjótt, sigur Erhard Joensen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin Eru sinnaðir halda fram við bummgjøldum SAMFERÐSLA Tinglimir úr samgonguni halda, at verandi undirsjóvartunlar skulu vera við til at fíggja aðrar tunlar