mánadagur 28. oktober 2019síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 28. oktober 2019 · Nr. 124
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Áki Bertholdsen
Landsstýrið fer nú at
leggja eina íløguætlan
fyri føroyska samfelagið
hesi næstu árini, har
eisini íløgur í tunlar,
undirsjóvartunlar, vega
kervið og ferjur, verða
lagdar ein fastan karm.
Tað
sigur
Jørgen
Niclasen,
landsstýris
maður í fíggjarmálum.
Hann vísir kortini á,
at í løtunu eru stórar
verkætlanir í gerð, so
fíggjarliga rásarrúmið er
avmarkað.
– Men tá ið Glasir, og
nýggi bygningurin hjá
Landssjúkrahúsinum,
eru
liðugir,
verður
rásarrúmið væl størri og
tá er spurningur, hvussu
nógvum, stórum bygn
ingum, tað verður brúk
fyri afturat hesi næstu
árini.
Samstundis
rindar
Landskassin eina ávísa
upphædd um árið til
undirsjóvartunlarnar,
sum eru í gerð, og tá ið tað
gjaldið er liðugt, gevur
tað eisini eitt rásarrúm
at fara víðari við.
– Hvat ferðasambandi
num til Suðuroyar við
víkur, er ein møguleiki at
gera en nýggjan Smyril
fyri eina milliard og sum
kostar 100 milliónir um
árið í rakstri.
– Hin møguleikin er at
gera undirsjóvartunni, og
eftir mínum tykki, er tað
bara spurningurin um
pengarnir skulu brúkast
upp ein nýggjan Smyril
ella ein undirsjóvartunnil
ístaðin, sigur landsstýris
maðurin.
Annars eru tunlarnir
norður
um
Fjall
teir
næstu av teimum stóru
tunlunum,
sum
skulu
gerast, og farið verður
undir
teir
so
skjótt
Hvalbiartunilin
er
liðugur.
Gongst
sum
ætlað,
verður liðugt at bora
Hvalbiartunnilin næsta
summar
og
tunnilin
verður heilt liðugur at
taka í nýtslu í fyrsta árs
fjórðingi í 2021.
Men Jørgen Niclasen
sigur,
at
samgongan
kannar møguleikan fyri
at
framskunda
verk
ætlanina norður um Fjall
og hvussu hon kann fíggj
ast, men at enn er eingin
avgerð tikin.
Óvist hvussu verður
við bummgjøldum
Jørgen Niclasen sigur,
at higartil er øll orkan
hjá nývaldu samgonguni
brúkt til at leggja fíggjar
lógina fyri næsta ár, og tí
dugir hann ikki at siga,
nær íløguætlanin verður
liðug.
Hann er heldur ikki
púra avgjørdur í spurn
ingunum um bummgjøld.
Sjálvur heldur hann
ikki,
at
samferðsluút
byggingin skal fíggjast
við bummgjøldum, men
eingin endalig støða er
tikin, tí eisini tann spurn
ingurin verður ein partur
av íløguætlanini, sum
verður løgd
– Tað er ikki sam
haldsfast at samferðslu
kervið sum heild við
bummgjøldum,
tí
tað
merkir, at summi sleppa
undan
at
rinda
fyri
útbyggingar, men at tey,
sum av tilvild búgva
soleiðis fyri, at tey koyra
ígjøgnum har, bumm
gjøld verða kravd, koma
at rinda meiri.
Kortini heldur hann,
at tað kann forsvarast,
at
tey,
sum
brúka
Vágatunnilin,
Norð
oyatunnilin,
Eystur
oyartunnilin
og
Sandoyartunnilin, rinda
bummgjald
til
tann
tunnilin.
Sostatt
dugir
Jør
gen
Niclasen
ikki
at
siga, hvussu verður við
bummgjøldum í fram
tíðini, men málið er heilt
greitt at sleppa undan
teimum.
– Í lógini um Eystur
oyartunnilin og Sand
oyartunnulin,
stendur
púra greitt, at tá ið teir
eru goldnir, skal tað vera
ókeypis at koyra.
Hann
sigur,
at
hinvegin er ósemja um
hesa orðingina í lógunum
um
Vágatunnilin
og
Norðoyatunnilin.
Men
í
undirsjóvartunlinum,
sum nú eru í gerð, er
eingin ivi.
– So má tíðin vísa,
hvat úrslitið verður, tá
ið samgongan er liðug
við ætlanina, sigur lands
stýrismaðurin.
Annars
fær
lands
kassin stórar inntøkur í
vegskatti, skrásetingar
gjaldi, og mvg av bilum,
umframt
av
avgjaldi
upp á bensin og diesel.
Og røddir hava verið
frammi um, at marka
tær inntøkurnar til sam
ferðslukervið.
– Tað er púra logiskt,
men
trupulleikin
er,
at teir pengarnir eru
brúktir. Og verða teir
pengarnir markaðir til
samferðslukervið,
fara
teir at mangla í onkra
aðrastaðni, sigur lands
stýrismaðurin.
FARA AT
LEGGJA EINA
ÍLØGUÆTLAN
FYRI ALT LANDIÐ
SAMFERÐSLA Jørgen Niclasen
sigur, at málið er at sleppa undan
bummgjøldum - men spurningurin
er um tað fer at eydnast
ÓVIST
Málið er at sleppa undan bummgjøldin, men um tað fer at eydnast, veit Jørgen Niclasen ikki