mánadagur 28. oktober 2019síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 28. oktober 2019 · Nr. 124
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
STUTTSØGD
Tróndur Arge
Um vikuskiftið hevur verið
skipað fyri felags venjingarlegu
ímillum føroyskan og íslendsk
an borðtennisungdóm í høllini
á Argjahamri. Á skránni hava
verið tríggjar venjingar og ein
kapping.
Føroyska og íslendska borð
tennissambandið gingu í fjør
saman um hetta samstarvið
fyri at menna ungar leikarar,
og fyrsta felags venjingarlegan
í Reykjavík í fjør eydnaðist
somikið væl, at avtalað var at
halda fram við hesum sam
starvinum. Eftir ætlan skulu
felags
venjingarlegur
vera
hvørt heyst við skiftandi verts
skapi, og í ár vóru tað altso
Føroyar, sum áttu tørn og vóru
vertir.
Við á venjingarleguni vóru í
alt 26 ungdómsleikarar í aldri
num 11 til 17 ár. 14 av leikarun
um vóru føroyskir og 12 vóru
íslendskir.
Í gjár endaði venjingarlegan
við einari innanhýsis kapping,
og her stóðu føroysku leikarar
nir seg eisini væl.
Borðtennissamband Føroya
hevur seinastu árini lagt nógv
fyri at menna ungar leikarar,
og ungdómslandsliðið luttek
ur javnan í kappingum uttan
lands. Í síðsta mánað var ung
dómslandsliðið í kapping á
Malta, og í februar verður farið
til lettiska høvuðsstaðin, Riga,
at kappast.
Borðtennis:
Um vikuskiftið hevur føroyska ungdómslandsliðið í borðtennis vant við og kappast ímóti íslendskum spælarum
ÍSLENDSKIR UNGDÓMS
LEIKARAR Á VITJAN
Britt Michelsen vann gull í U17 gentum
Íslendski Eiríkur Logi Gunnarsson vann U15 dreingir
U15 dreingir
1. Eiríkur Logi Gunnarsson (Ísland)
2. Rói Hjaltason (Føroyar)
3. Heri Lava Láadal (Føroyar)
4. Ári Fríðason Jensen (Føroyar)
5. Trausti Freyr Sigurðsson (Ísland)
6. Askur Ingi Bjarnason (Ísland)
7. Benedikt Vilji Magnússon
(Ísland)
8. Høgni Heinason (Føroyar)
9. Úlfur Hugi Sigmundsson (Ísland)
10. Þorbergur Pálmason (Ísland)
11. Dagur Stefánsson (Ísland)
U13 dreingir
1. Kristófer Júlían Björnsson
(Ísland)
2. Silas Rasmussen (Føroyar)
3. Dagur Orrason (Ísland)
4. Bárður Enni Danielsen (Føroyar)
5. Gunnar Vang Niclasen (Føroyar)
6. Stefán Aðalgeir Stefánsson
(Ísland)
U17 gentur
1. Britt Michelsen (Føroyar)
2. Marin Elisabet Poulsen (Føroyar)
3. Anja Wongwai (Føroyar)
4. Hanna Fonsdal Højgaard
(Føroyar)
5. Berglind Anna Magnúsdóttir
(Ísland)
6. Beinta Dalfoss Joensen (Føroyar)
7. Þuríður Þöll Bjarnadóttir (Ísland)
8. Victoria Debes (Føroyar)
U13 gentur
1. Marin Elisabet Poulsen (Føroyar)
2. Berglind Anna Magnúsdóttir
(Ísland)
Úrslit