Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-10-28, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. oktober 2019síða 14

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 28. oktober 2019 · Nr. 124 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Sjúrður Hildarson Hoydal SMS-deildin: VÍF aftur á toppinum Tveir toppdystir vóru á skránni í SMS-deildini í vikuni. Í ovara endanum av stigatalvuni bendir alt á, at VÍF, H71 og Kyndil renna undan og miku­ kvøldið bjóðaðu VÍF og Kyndil hvørjum øðrum av í Vest­ manna. Og tað var VÍF, kom best frá tí, hóast Kyndil var betri fyrstu løturnar. Kyndil hevði hug at vera á odda í fyrra hálvleiki, men í fleiri førum eydnaðist tað VÍF at taka leiðsluna aftur, og seinastu tíggju minuttirnar av fyrra hálvleiki kom avgerandi vend í dystin. VÍF fór frá at vera aftan­fyri 7-9 til at vera á odda 12-9, áðrenn Kyndil svaraði aftur, so at hálvleiksstøðan gjørd­ist 13-11 til VÍF. Í seinna hálvleiki fekk kyndils­verjan tær grønu inn aftur í dystin, men eftir javnleik tíðliga í seinna hálvleiki, fór VÍF aftur at renna undan. Serliga Durita C. Jojic fekk langskotini inn í álopinum, og takklaði væl í verjuni saman við Lise Marie Evensen, ið eisini gav teimum grønu nógvar trupulleikar á strikuni. Fríða Petersen fekk eina ørgrynnu av bjargingum og VÍF vann at enda greiðan sigur við úrslitinum 26-22. Raggutur toppdystur í Hoyvík Og so var VÍF á odda í SMS- deild­ini, men við einum dysti færri enn H71 og Kyndil, sum hitt­ust í Hoyvík sunnudagin. Í hondbólti verður ofta sagt at verjurnar vinna dystirnir, og tað skuldi vísa seg at vera n e y ð u g t sunnudagin, tí hvørki kyndils- ella hoyvíkskvinnur fingu nakrantíð ferð á álopið hjá sær. Serliga illa til stóð tað hjá H71, sum var aftanfyri 2-0 eftir lítlari løtu. Og nú skuldi Kyndil avgjørt dystin, tí H71 fekk ikki sítt fyrsta mál fyrr enn 17 minuttir vóru leiktir. Hoy­víkskvinnur kundu tá fegnast um at Kyndil bara hevði fingið eitt afturat, so at støðan var 3-1 til Kyndil. Tað var ein strævin dystur hjá teimum uttanveltaðu at hyggja eftir. Leikarar á báðum liðum vóru ørkymlaðir, og tveittu bóltar burtur í heilum. Tað vóru gaman í tvær fínar verj­ ur, sum dystaðust, men ofta sat ein við kensluni av, at tað vóru álopsleikarar, ið komu sær sjálvum í trupulleikar held­ur enn at verjurnar vóru av­gerandi. Spenningur í seinna hálvleiki Tað batnaði nakað í seinna hálv­leiki, ið byrjaði við úrslitinum 8-6 til Kyndils. Men tað batnaði ikki nógv. Álopsspælið var eitt sindur hugaligari, og verjurnar og málverjarnar fylgdu við. Einar seks minuttir áðrenn leiklok kom veruligur spenn­ ing­ur í dystin, tá ið H71 minkaði nið­ur í eitt mál á muni, men Kyndil vísti styrki og svaraði við trimum málum á rað, so at dysturin endaði við 18-14 sigri til Kyndil, ið harvið veitti H71 kappingarársins fyrsta ósig­ur. Samstundis kundu vest­menn­ ing­ar fegnast um at liggja á odda í SMS-deildini eftir at øll lið­ini hava spælt einaferð ímóti hvørjum øðrum – og enn meira fegnast um at báðir fremstu kapp­ingarneytarnir vístu veik­ leika. Vestmannakvinnur vóru stóru sigursharrarnar í SMS-deildini, tá ið tær fyrst vunnu greitt á Kyndli mikudagin og síðani sóu Kyndil vinna raggut nervakríggj á H71 HONDBÓLTUR -Nei, tað var ikki so gott. Eg haldi vit hava nógvar nervar í byrjanini, vit skjóta illa og bren­na góðar møguleikar, sigur Einar Jónsson, H71- venjari eftir dystin. Venjarin sá lið sítt spæla fyrstu 17 minuttirnar uttan at skjóta mál. - Eg haldi at vit koma til møguleikar, og vit hugsa at tað kemur nokk. Tað var ikki soleiðis at vit ongantíð komu til møguleikar, so tað var ikki heilt galið, sigur Ein­ ar Jónsson áðrenn hann við­ gongur at tað var ikki ein so góður hondbóltsdystur. -Men eg haldi vit standa sera væl í verjuni. Tað ger, at vit eru inni í dystinum, hóast vit gera nøkur býtt mis­tøk í álopinum. Serliga í sein­na hálvleiki, tá ið vit høvdu møguleikan at koma á odda, so tað var trupult, sig­ur venjarin, ið eisini rós­ar kyndilsmálverjanum, Jova­ nu Stranjanac. - Hon stendur sera væl, men eg haldi eisini vit kundu avgreitt skotini betri, sigur ein rættiliga vónbrotin venjari, ið vil nýta dystin sum lærdóm. - Vit kunnu læra nógv av hesum dystinum. Millum annað hvussu vit eru til reið­ ar til dystin, at raka spenn­ ings­støði og røttu nervarnar. -Eg haldi vit hava øgiligar nervar, og so gera vit ikki alt sum vit hava avtalað um skipan­ina í álopinum, so tað skulu vit læra av, sigur Einar Jóns­son og leggur afturat, at liðið eisini fer at taka við sær at verjan stóð sera væl. -Ja, ein eitt sindur strævin dystur at spæla, sigur Bára Kross­teig Hansen, ið kortini er fegin um, at hon og Kyndil fingu neyðugu málini at vin­ na á H71. -Tað var kanska ikki so pent hondbóltsspæl, men eg haldi at bæði liðini standa væl í verjuni og mál­verj­ar­ nir standa eisini fínt, og tað setur sítt merki á dystin, sig­ ur spælskiparin hjá Kyndli. Kyndil var á odda 3-0 eftir 17 minuttum, og Bára Kross­ teig Hansen ásannar at tað er eitt sindur óvanligt. - Vit hugsa ”hvat sker her”, men vit vita eisini at fyrr ella sein­ni prika tær hol á, og tað gjørdu tær so eisini. -Eg haldi vit hava rímiligt tamar­hald á dystinum kort­ ini, Jovana tók tað sum hon skuldi og væl afturat, og verjan stóð ordiliga væl, sig­ ur Bára Krossteig Hansen, ið eisini greiðir frá at tað var trupult at finna loysnir, tá ið hon skipaði kyndilsálopið. - Vit standa leingi í verjuni og fáa einki tempo í álopinum, sigur spæl­skip­ ar­in og leggur afturat at kyndils­kvinnur kortini kun­ nu vera nøgdar við dystin. - Vit kunnu avgjørt vera nøgdar við verjuna, og álopið er so hvat tað er, sigur Bára Kross­teig Hansen at enda. Einar: vit hava nervar Bára: Vit hugsa ”hvat sker” VÍF VANN VIKUNA