Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-10-28, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. oktober 2019síða 16

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 28. oktober 2019 · Nr. 124 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 1. DEILD: Skála stóð eftir við Svartaperi í tøttu kappingini um at sleppa undan at flyta niður KÍ VANN GULL FYRI FYRSTU FERÐ Í 44 ÁR Jóannes Hansen Tað var eingin slingur í valsi­ num hjá KÍ, sum fríggja­kvøld­ ið setti sjøtul á stóra gull­viku­ skiftið. Næstbesta KÍ liðið var á Toft­um og tað endaði við fýr­ verki á Svangaskarði. KÍ vann 2-1 og tryggjaði sær gullkrónur í næstbestu deildini. Jákup Mikkel­sen var tryggur í máli­ num, og í fyrra hálvleiki var Darius Lewis eyðsýndur í álops­spælinum. Hann var ikki á vøllinum eftir steðgin, tí hann skuldi við besta hópinum til Havnar dagin eftir. Tá ið besta KÍ liðið í 2010 var á botni, varð uppflytingin úr næstbestu deildini vunnin við, at KÍ endaði á øðrum plássi – trý stig aftanfyri 07 Vest­ ur. Í gulltíðarskeiðnum hjá KÍ – í fimmti og seksti ár­un­um – kom tað meiri enn so fyri, at klaksvíkingar vunnu bæði meistaradeildina og miðal­ deild­ina. Tað eru 44 ár síðani, at KÍ vann næstbestu deildina. Tað var í 1975, tá ið tað í tveimum final­um eydnaðist samantalt at vinna ímóti NSÍ. Dysturin í Runavík endaði 1-1, og í Klaks­ vík vann heimaliðið 3-2. Norð­ lýsið helt tá, at teir í NSÍ vóru so knáir, at teir áttu at melda til í meistaradeildini. Tað gjørdu teir í 1976. Á næstbesta KÍ liðnum í 1975 vóru fleiri av teimum, sum høvdu mannað 66 liðið. Í seinna finaludystinum vóru eitt nú Ólavur Thomsen, Karl Gud­mund Henriksen, Magnus Kjel­næs, Olvheðin Jacobsen, Stein­bjørn Jacobsen, Ólavur Nicla­sen og Trygvi Ragnarsson. Í 1972 ella fyri 47 árum síðani vann KÍ bæði bestu og næstbestu deildina. Millum teir á næstbesta liðnum hetta árið var Jógvan Norðbúð, sáli, og Manni Høgnesen, sum var mál­ verji og liðformaður. Finalu­ dyst­urin í Gundadali var ímóti SÍ, sum eftir fyrra hálvleik var frammanfyri 2-1, men tað end­ aði við 5-2 KÍ sigri. Skála stóð við Svartaperi Undan 27. umfari, sum var fríggja­kvøldið, var stórur spenn­ ingur um, hvør fór at flyta niður saman við EB/Streymi. Tað vóru trý lið, sum royndu at renna undan niður­flyting­ini. Tey vóru Skála, B36 og HB, sum undan síðsta umfari var undir strikuni. Víkingur, sum hevði møgu­ leika at taka gullið frá klaks­vík­ ingum, hevði í Sarpu­gerði vitjan av teim­um næstbestu hjá Skála. Heima­liðið vann 3-1, og tað bar silvur­krónur við sær. Tapið bar við sær, at Skála noyddist tungu leiðina niður í 2. deild, tí bæði B36 og HB vunnu á útivølli. B36 hevði lætta uppgávu á Eiði ímóti longu niðurflutta EB/Streymi, sum legði rygg til 7-0 tap. Á pappírinum var av­bjóð­ ingin hjá HB stór ímóti 07 Vest­ ur í Sørvági. HB hevði mannað seg við m. a. trimum spælarum, sum síðstu tíðina hava verið fastir menn á besta liðnum. Daniel Johansen (1), Adrian Justinussen (1) og Pætur J. Petersen (2) skoraðu fýra av teimum fimm málunum, og Rói av Fløtum skoraði eitt. NSÍ tvær ferðir bronsu Nógv er broytt, síðani NSÍ í 1976 fyrstu ferð royndi seg í bestu deildini. Í bestu deildini vann liðið bronsukrónur í ár, og eisini í næstbestu deildini vann NSÍ bronsukrónur. Í síðsta umfari hevði NSÍ vitjan av B71, sum undan síðsta um­fari hevði tryggjað sær rætt­in til eisini í 2020 at spæla í næst­bestu deildini. NSÍ vann 10-2 ímóti B71, og næstbesta NSÍ liðið fekk eftir dystar­lok bronsukrónurnar. Hetta var fyrsta og einasta ferð í ár, at eitt lið í næstbestu deild­ ini skoraði tíggju mál. Clayton Soares legði B71 framum 1-0 í 9. minutti, og í fitta løtu bendi einki á, at heima­liðið fór at skora tíggju mál, tí tað var ikki fyrr enn í 26. minutti, at Aron Knudsen javnaði til 1-1. So gekk skjótt hjá heimaliðnum, sum í hálv­ leiki­num var frammanfyri 4-1. Clayton Soares skoraði eisini seinna B71 málið. Clay­ ton Soares, sum 24. november verður 41 ár, endaði sum topp­ skjútti í næstbestu deildini. Hann skoraði 17 mál. Nýggj lið í næstbestu deild­ ini eru FC Hoyvík og AB, sum av­loysa EB/Streym og Skála. Niðurflytingin hjá Skála kennist mein. Liðið hevur verið mannað við nøkrum fáum veteranum og fleiri ungum og evnaríkum spælarum. Lið­ið hevur mesta partin av kapp­ ingini ikki spælt sum lið, ið var evni at flyta niður, og bara eina­ferð – 5-0 tap í Sørvági – var liðið heilt niðurspælt. Trupulleikin hjá skála­ monn­um, sum at enda kostaði niður­flyting, var, at tað so ofta endaði javnt, tá ið liðið var leik­ liga omaná. Skála vann fimm dystir og tapti níggju dystir. Trettan ferðir endaði tað javnt. 27. umfar Fríggjadagin 25. oktober EB/Streymur – B36 0-7 (0-3) 0-1: Heini í Skorini 21. 0-2: Mattias W. Joensen 25. 0-3: Gilli Samuelsen 33. 0-4: Rasmus Dan Sørensen 52. 0-5: Niels Johnsson 76. 0-6: Heini í Skorini 78. 0-7: Gilli Samuelsen 88. Víkingur – Skála 3-1 (1-1) 1-0: Rani Hansen 10. 1-1: Aksel B. Danielsen 15. 2-1: Olaf Bárðason 60. 3-1: Tróndur J. á Høvdanum 80. NSÍ – B71 10 – 2 (4-1) 0-1: Clayton Soares 9. 1-1: Aron Knudsen 26. 2-1: Jákup R. Højgaard 32. 3-1: Andri Benjaminsen 35. 4-1: Mórits Heini Mortensen 40. 5-1: Andri Benjaminsen 54. 6-1: Aron Knudsen 57. 7-1: Pætur Turiðarson Skipanes 70. 8-1: Jákup R. Højgaard 74. 9-1: Sølvi Sigvardsen 77. 9-2: Clayton Soares 79. 10-2: Atli D. Petersen 84. B68 – KÍ 1-2 (0-2) 0-1: Tórur Justesen 19. 0-2: Darius Lewis 28. 1-2: Búi í Hjøllum 88. 07 Vestur – HB 0-5 (0-2) 0-1: Daniel Johansen 33. 0-2: Pætur J. Petersen 43. 0-3: Rói av Fløtum 50. 0-4: Adrian Justinussen 53. 0-5: Pætur J. Petersen 64. Máltindurin Clayton Soares B71 17 Andri Benjaminsen B68 15 Darius Lewis KÍ 14 Aksel B. Danielsen KÍ/Skála 13 Hjalgrím Elttør KÍ 10 Bárður Ó. Jensen B68 9 Niels Mouritsen 07 Vestur 9 Tijani Mohammed B71 9 1. deild menn støðan LIÐ DS VD JD TD MF MÍ MM (%) ST. 1 KÍ II 27 18 3 6 75 37 +38 57 2 Víkingur II 27 16 7 4 51 27 +24 55 3 NSÍ II 27 16 5 6 68 40 +28 53 4 07 Vestur 27 13 5 9 57 48 +9 44 5 B68 27 9 8 10 44 44 0 35 6 B36 II 27 8 6 13 52 53 -1 30 7 B71 27 8 6 13 49 72 -23 30 8 HB II 27 8 5 14 40 44 -4 29 9 Skála II 27 5 13 9 37 47 -10 28 10 EB/Streymur II 27 2 6 19 31 92 -61 12 FÓTBÓLTUR