Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-10-28, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. oktober 2019síða 17

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 28. oktober 2019 · Nr. 124 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HETTA VAR MEISTARAAVRIK Jóannes Hansen Hann er fegin og lættur um, at tað eydnaðist at vinna FM. Síðani 2015 hevur 43 ára gamli Mikkjal Thomassen verið KÍ venjari. Fyrsta árið endaði KÍ á fimta plássi við 41 stigum. Næsta árið misti KÍ FM á stokkinum og endaði á øðrum plássi við 60 stigum – eitt stig aftanfyri Víking. Í 2017 var tað ikki heilt so tætt við, hóast KÍ endaði á øðrum plássi við 52 stigum – sama stigatal sum Víkingur, ið aftur var meistari. Í fjør royndist tað ikki so væl. KÍ endaði á fjórða plássi við 51 stigum. 22 stig aftanfyri HB, sum vann FM og tvey stig aftanfyri B36, sum vann bronsukrónurnar. Leygardagin var einki at rafla um. Tá ið FM heitið stóð upp á spæl, vísti tað seg, at klaksvíkingar vóru púra klárir, og frammanfyri nógvu túsund áskoðarunum settu teir beinanvegin tingini upp á pláss. -Hetta var eitt framúr avrik. Spælararnir avrikaðu uttan ótta, og teir vístu alt tað, sum teir eiga í sær, bæði í orku og fótbóltsspæli. Vit vóru álopssinnaðir, og vit megnaðu at varðveita bóltin, tá ið vit vildu, og tað eydnaðist at toga mótstøðuliðið sundur – bæði í longd og í breidd, sigur væl nøgdi KÍ venjarin Mikkjal Thomassen. -Eg bað spælararnir halda fram við at trýsta, tá ið Páll A. Klettskarð eftir fínt innlegg frá Ólavi Niclasen hevði sett hol á, og tað gjørdu teir, og so øktu við um leiðsluna, áðrenn B36 var komið yvir skelkin. Nær visti tú, at nú fóru tit at vinna? -Tað gjørdi eg, tá ið Jóannes Bjartalíð við fínum frísparki sendi bóltin omanfyri manngarðin og í netið, og tað var 3-0, sigur KÍ venjarin. Og havt nú? -Vit kunnu vera væl betri, enn vit eru, og tað ætla vit eitt nú at vísa í Europa næsta summar, sigur Mikkjal Thomassen. Spælararnir stórfegnaðust saman við venjaranum. -Tað var framúr kensla at fáa bóltin við ferð upp um manngarðin og í málið. Kenslan var øgiliga góð, tá ið bólturin fór omanfyri manngarðin, og eg setti kós móti HB skýlinum, sum var fult at KÍ fjepparum, sigur Jóannes Bjartalíð, sum er toppskjútti hjá KÍ og ivaleyst besta boðið at vera ársins spælari í ár. Leygarkvøldið valdu tey í KÍ leguni hann til ársins spælara í felagnum. -Hugburðurin er broyttur hesi seinnu árini. Mikkjal hevur støðugt arbeitt fyri at fáa okkum at trúgva upp á møguleikan at vinna, og nú bar tað av álvara frukt, sigur Jóannes Bjartalíð. -Eg var eitt ára gamal, tá ið pápi hevði meg á arminum, tá ið hann og KÍ í 1999 vunnu FM. Vit hava ikki havt stundir og møguleikar at hugsa so nógv um støðuna, sum vit nú eru komnir í, so hetta kennast framúr. Vit høvdu ikki roknað við, at tað fór at eydnast at skora tvey mál beinanvegin, og tí varð tað kanska lættari at hava tak á tí, enn vit høvdu roknað við, sigur KÍ liðformaðurin Jákup B. Andreasen. Jóannes Hansen Leygardagin fylti B36 venjarin Jákup á Borg 40 ár. FM hevði verið størsta føð­ ingardagsgávan, men soleiðis tørnaði tað ikki út. KÍ vann 3-0. -Vit kunnu einki siga um KÍ sigurin. Tað var klassamunur á liðunum. KÍ legði fyri sum eitt ódnarveður, meðan vit ikki megnaðu nakað av tí, sum vit annars hava verið góðir til higartil í ár. Hvussu tá? -Vit hava verið góðir til at standa ímóti pressinum, tá ið mótstøðuliðini hava lopið á og pressað okkum, men soleiðis var tað ikki ímóti KÍ. Roknaði tú við møgu­ leikanum, hóast tit vóru aftan­ fyri 2-0? -Tølini vóru soleiðis, at vit skuldu skjóta tvey mál, tá ið teir høvdu skorað eitt, og tá ið teir høvdu skorað tvey, var tað neyðugt hjá okkum at skora trý mál. Eg vónaði, at tað fór at bera til at minka um munin í fyrra hálvleiki, so tað var spenningur eftir steðgin, men soleiðis var tað ikki. Vit spældu okkum ikki til møguleikar, burtursæð frá at Árni Frederiksberg var í støðum, sum hann ofta hevur skorað úr, men tað gjørdi hann ikki ímóti KÍ, staðfestir B36 venjarin. Nær ásannaði tú, at hetta fór ikki at eydnast? -Í steðginum savnaðu vit okkum, og avrikið var væl betri í seinna hálvleiki. Men tá ið tað ikki eydnaðist at minka um munin, kendist tað tungt miðskeiðis í seinna hálvleiki, og tá ið teir so øktu um munin, so var tað heilt liðugt. Og havt nú? -Eg havi verið fyri sovornum vónbroti áður, og tá hevur tað eydnast at reisa seg. Soleiðis verður tað eisini nú. Felagið, liðið og vit allir fara at reisa okkum, sigur B36 venjarin Jákup á Borg. 40 ára dagurin fór í fisk B36 venjarin ásannar, at tað var klassamunur á B36 og KÍ, sum skoraði beinanvegin KÍ venjarin fegnast um, at hansara lið á ongan hátt var tyngt av, at talan var um FM finalu FÓTBÓLTUR