mánadagur 28. oktober 2019síða 18
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 28. oktober 2019 · Nr. 124
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FÓTBÓLTUR
Jóannes Hansen
Leygardagin 26. oktober snúði
tað seg um tað, sum gekk fyri
seg í Gundadali. Hinir dystirnir
vóru fyrri á degnum, og kring
alt landið vóru líkindi at spæla
fótbólt.
21. august vann B36 2-0 í
Klaksvík. Tá legði árstalsliðið
seg fimm stig framum KÍ, sum
tó átti útsettan dyst til góða á
útivølli ímóti NSÍ. Fýra dagar
undan heimadystinum ímóti
B36 endaði tað 2-2 ímóti Skála.
Tá spøkti møguleikin, at tað
fór at ganga klaksvíkingum
soleiðis, sum tað undanfarnu
árini hevur gjørt eftir summar
steðgin, tá ið úrtøkan hevur
verið soltin.
Tølini siga, at í ár var alt
øðrvísi. KÍ vann níggju teir
seinastu dystirnar og endaði
trý stig frammanfyri B36, sum
sammett við KÍ misti átta stig
eftir 2-0 sigurin í Klaksvík.
Málmunurin er +43. Hetta er
tað sama, sum hann var hjá GÍ
í 1994. Bara einaferð áður hevur
eitt felag vunnið FM við betri
málmuni. Tá ið HB í 1971 vann
FM, var málmunurin +50.
Gott stev í felagnum, stór
undirtøka millum stuðlar og
áskoðarar, dugnaligur venjari,
breiður hópur, framúr einstak
lingar og fram um alt liðavrik
í verju og álopi hevur borið
sjálvsálit og støðugu avrik við
sær og FM heitið, sum er tað
fyrsta hjá KÍ í 20 ár.
At eitt og sama felag er
meistari hjá kvinnum og monn
um og vinnari av næstbestu
deildini er ongantíð komið fyri
áður.
Ikki so galið at vinna bronsu
NSÍ – ÍF 3-1
Tá ið Jóhan Troest Davidsen
fimm minuttir eftir steðgin sá
gult fyri aðru ferð, og NSÍ tí
varð undirmannað, var støðan
2-0. Einar Tróndargjógv átti
eftir horna úr høgru innleggið,
tá ið Øssur Dalbúð legði NSÍ
framum, og eftir fínt og tolið
uppspæl og langa sending eftir
miðásinum vóru bæði Øssur
Dalbúð og Klæmint A. Olsen
leysir innanfyri ÍF verjuna,
tá
ið
Klæmint
lyfti
bóltin upp um nýggja ÍF
málverjan, Jákup Nolsøe
Olsen, og skoraði fyri 26.
ferð.
Minuttin eftir reyða
kortið minkaði Hans Jákup
Lervig við stútara um munin
til 2-1, eftir at Karl Løkin legði
innfyri úr vinstru. So kundi
tað sæð út til, at NSÍ var illa
spert við at vera 10 ímóti 11 í
40 minuttir, men tað eydnaðist
favorittunum
at
vinna.
Fótbóltsspælið varð betri, tá
ið NSÍ var undirmannað, og
innskifti Andri Benjaminsen
staðfesti sigurin, eftir at Einar
Tróndargjógv
við
frísparki
legði innfyri úr vinstru og
Øssur Dalbúð tamdi bóltin til
Andri Benjaminsen, sum bara
var á besta liðnum fyri fimtu
ferð í ár, og sum skoraði fyri
aðru ferð. Fyrra málið var í
Klaksvík
næstsíðsta
viku
skiftið.
-Málið var at vinna FM, men
tá ið tað lagaði seg, sum tað
gjørdi, so kunnu vit liva við
bronsukrónunum og við at
hava tryggjað okkum luttøku í
Europa, har vit hava verið við 14
ár á rað, sigur NSÍ formaðurin
Dánial Hansen, ið sigur seg
fegnast um stóra arbeiðið,
sum íslendski venjarin Guðjón
Ꝧórðarson hevur gjørt. Hann
og NSÍ eru í sáttmála knýtt at
hvør øðrum eitt ár aftrat.
-Vit taptu eftir summar
steðgin tríggjar heimadystir á
rað, og tað spældi inn, at Klæ
mint A. Olsen eftir landsliðs
ferðina í Spania var raktur at
sjúku og ikki var tøkur og síðani
brúkti tíð at koma seg heilt.
Vit vunnu U-21 kappingina og
við sama fólki endaðu vit á
triðja plássi í 1. deild. Vit vóna,
at tað fer at bera til at styrkja
um liðið, men vit fara ikki av
landinum eftir spælarum. sigur
NSÍ formaðurin.
Fuglfirðingar eru ikki nøgdir
við seks stig í úrtøku, men
teir fegnast um, at tað eisini í
2020 verður fótbóltur í bestu
deildini í Fuglafirði.
-Felagið hevur havt skuld at
d r a g a s t
við, men nú hava
vit fótað okkum
fíggjarliga, og nú
hava vit betri
m ø g u l e i k a
at
tosa
við
s p æ l a r a r .
Talan er fyrst
og
fremst
um teir, sum
hava
borið
liðið,
og
sum
hava ment seg,
men vit vóna, at
tað fer at bera til
at styrkja um liðið,
sigur ÍF formaðurin Dan
Petersen.
Nýggja
ítróttarhúsið
fer
at bera heilt øðrvísi karmar
við sær í Fuglafirði, har tað
er greitt, at venjararnir, Hans
Jørgen Djurhuus, Kári Reyn
heim og Ólavur Larsen, fara at
halda fram.
HB skal hava stórskjútta
AB – HB 1-2
AB var frammanfyri 1-0 í
grannauppgerðini, tá ið tað
var hálvleikt. Eftir langa fram
legging í vinstru frá Bárði
Olsen legði Filip í Liða innfyri
til Jobin Drangastein, sum var
púra blankur, tá ið hann setti
bóltin í opna málið.
HB javnaði eftir AB kiks í
uppspælinum á egnari hálvu.
Símun Samuelsen legði innfyri
úr høgru, og Ari Mohr Olsen
tamdi bóltin fyri føturnar á
Sebastian Pingel, sum skoraði.
Sjey minuttir undan leikloki
skoraði
Ari
Mohr
Olsen
sigursmálið við stútara eftir
horna úr høgru frá innskifta
Adriani Justinussen.
In.fo visti i síðstu viku at
siga, at HB hevði vitjan av
Jens Berthel Askou, sum er
37 ára gamal danskur venjari,
ið undan summarsteðginum
vandi Vendsyssel FF í bestu
donsku deildini. Hann er farin
til hús aftur, men keldur í
HB siga, at tað er sannlíkt, at
hann fer at avloysa Heimir
Guðjónsson, sum nú fer aftur
til Íslands.
HB formaðurin sigur, at
felagið nú fer at leita eftir
nýggjum álopsspælara:
-Spælið hevur verið gott,
men tað hevur alt ov ofta
verið stong út í staðin fyri
stong inn, sum tað var í fjør,
tá ið vit vunnu FM. Vit eru
fegnir um, at tað eydnaðist at
vinna steypakappingina, og at
vit í 2020 aftur fara at spæla í
Europa. Heimir Guðjónsson
leggur nógv eftir seg í felag
num, sum vit eiga at byggja
víðari
á, og so
eiga vit at
verða betri at fáa
okkara egnu á besta liðið, sigur
Kaj Leo Johannesen.
AB formaðurin Doris Ras
mussen er fegin um gongdina
eftir summarfrítíðina:
-Vit fóru í summarfrí við
fimm stigum, og vit endaðu á
sjeynda plássi við 21 stigum.
Teir báðir, sum eftir summar
steðgin løgdust aftrat – mál
verjin Tobias Larsen og álops
spælarin
Lukas
Giessing
– gjørdu stóran mun. Nú fara
teir til hús og koma ikki aftur,
sigur AB formaðurin og leggur
aftrat:
Talan var bara um favorittsigrar, tá ið
punktum varð sett fyri hetta kappingarárið
FOKUS ER
SETT Á 2020