týsdagur 14. desember 2004síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 239 - 14. desember 2004
Vit hoyra næstan
einki um tað - kríggið
har eysturi í Demo-
kratiska lýðveldinum
Kongo, sjálvt um
1.000 fólk doyggja har
um dagin - alt árið og
hvørt ár. Tí alment er
einki kríggj har
KRÍGGJ
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Ein nýggj frágreiðing hev-
ur skelkandi tíðindi úr øki-
num har eysturi í afri-
kanska landinum Demo-
kratiska
lýðveldinum
Kongo. Fágreiðingin av-
dúkar, at umleið 1.000 fólk
doyggja har um dagin.
31.000 um mánaðin.
365.000 um árið - hvørt ár.
Hesi óhugnaligu tølini
eru frá einari kreppu, sum
ikki er eitt kríggj longur,
ikki alment í hvussu er,
men sum í øllum førum er
tann ringasta kreppan í
øllum heiminum.
Tað
er
amerikanski
stovnurin
International
Resque Committee, sum
hevur skrivað frágreiðing-
ina. Tølini hevur stovnurin
útvegað sær eftir at hava
kannað viðurskiftini tað
seinasta árið og eftir at hava
tosað við næstan 20.000
húski í økinum.
Nógv tey flestu doyggja
av sjúkum ella í hungri, og
helmingurin av teimum,
sum doyggja, eru børn
undir fimm ár.
Tann gloymda
kreppan
- Hvussu mong fólk í
Kongo
skulu
lata
lív,
áðrenn
heimssamfelagið
raknar við, spyr Richard
Brennan, ið er ein av teim-
um, sum hava skrivað frá-
greiðingina. Hann vísir á,
at í Irak hevur hvørt mans-
barn fingið 1.100 krónur í
neyðhjálp
frá
altjóða
samfelagnum í ár. Í Kongo
hava tey fingið 18 krónur í
part!
Men heimssamfelagið er
so smátt farið at geva viður-
skiftunum í Kongo ans. Í
1998 brast borgarakríggj á í
landinum, eftir at hermenn
úr
grannalandinum
Rwanda tóku seg inn um
markið við tí fyri eyga at
beina fyri uppreistrarmonn-
um, sum høvdu leitað sær
skjól har. Hetta vóru upp-
reistrarmenn, sum vóru
flýddir aftan á fólkamorðið
í Rwanda í 1994. Men
rwandiska innrásin endaði
við einum stórkríggi, har
ikki minni enn seks lond
vóru uppií. Demokratiska
lýðveldið
Kongo
legði
vígvøll til kríggið, sum
kravdi ímillum tríggjar og
fýra milliónir mannalív.
Fyri tveimum árum síð-
ani endaði borgarakríggið,
men nú er tað í ferð við at
kykna aftur. Fyri fjúrtan
døgum síðani hótti stjórnin
í Rwanda við at senda
hermenn til Kongo, tí
stjórnin heldur ikki, at ST
ger nóg mikið fyri at fá
afatur á uppreistrarmonn-
unum, sum halda til har
eystuiri í Kongo tætt við
rwandiska markið. Nógv
bendir á, at Rwanda hevur
longu sent hermenn um
markið, og at teir hava
lopið á fleiri bygdir.
Alment sigur Rwanda, at
hetta er ikki so. Alment er
einki kríggj har.
Líkist byrjanini
Í hesari vikuni hevur ST-
trygdarráðið
kravt,
at
Rwanda skal taka sínar
hermenn úr Kongo alt fyri
eitt, men dagin eftir endur-
tók rwandiska stjórnin, at
hon hevur ikki sent nakrar
hermenn um markið. Men
ST-keldur siga, at stjórnin
lýgur, og hósdagin søgdu
umboð hjá ST í Kongo, at
tað er næstan eingin ivi um,
at rwandiskir hermenn eru
komnir um markið.
ST hevur hermenn í øki-
num, og teir siga seg hava
sæð hermenn, sum líkjast
rwandum. Fólk í fleiri
bygdum hava greitt frá, at
tey hava verið fyri álopum,
og at tað vóru rwandiskir
hermenn, sum lupu á.
Stjórnin í Kongo er ikki í
iva um, at hesar frásagn-
irnar eru rættar, og í vikuni
gjørdi hon av at senda
hermenn eystureftir at møta
álopsmonunum.
Hetta líkist tí, sum hendi
fyri seks árum síðani, og
tað var júst soleiðis, kríggið
tá byrjaði. Ímeðan doyggja
1.000 fólk um dagin.
31.000
um
mánaðin,
365.000 um árið.
(Kelda: Dagsavisen)
Amnesty International vil
vera við, at minst 40.000
kvinnur í Kongo vórðu
neyðtiknar undir borgara-
krígnum og í tíðini aftan á
kríggið.
Tað var sum ikki einaferð
kvinnurnar, sum liðu mest
undir borgarakrígnum í
Demokratiska lýðveldinum
Kongo. Fyri tveimum mán-
aðum síðani kunngjørdi
Amnesty International ein
frágreiðing, og niðurstøðan
hjá felagsskapinum var, at
minst
40.000
kvinnur
vórðu neyðtiknar undir
krígnum og í tíðini aftan á
kríggið.
Nógvar av hesum kvinn-
unum gjørdust við barn.
Nógvar teirra vóru giftar,
men neyøtøkurnar gjørdu,
at menninir fóru frá teim-
um, tí ein neyðtikin kvinna
er ein vanærað kvinna. Tí
liva hesar kvinnurnar nú
einsamallar
saman
við
børnunum.
- Fleiri av hesum kvinn-
unum hava ongantíð fingið
nakra hjálp, summar eru
vorðnar
HIV-smittaðar,
aðrar hava mist sjálvsvirð-
ingina og lívsviljan, sigur
svenska Marie Børjeson,
sum arbeiðir á einum
svenskum hjálparstovni í
Kongo.
Higartil
hevur
stovnurin
hjálpt
2.000
kvinnum.
Umleið
500
teirra vórðu neyðtiknar
undir krígnum.
Fleiri túsund kvinnur neyðtiknar
Har 500 smábørn doyggja um dagin
og hvønn dag
UTTAN ÚR HEIMI