Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-14, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. desember 2004síða 3

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 239 - 14. desember 2004 3 Atlantic Petrolium á nýggjum leiðum Atlantic Petrolium hækkar nú partapen- ingin fyri triðju ferð. Hesuferð verður tað við upp til 30 millión- um krónum, og møguleiki verður hjá útlendingum at seta pening í. Felagið verð- ur eisini í januar/- februar tað fyrsta føroyska felagið, ið verður skrásett á før- oyska virðisbræva- marknaðinum OLJUVINNA Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Frá 16. - 31. desember verður møguligt hjá áhug- aðum ísetarum at tekna partabrøv í Atlantic Petroli- um. Tvær ferðir áður hevur felagið hækkað partapen- ingin, men hesuferð verður tað tó nakað øðrvísi. Tað, sum er serligt við hesi kapitalhækkingini er, at tað nú eisini verður møguligt hjá útlendskum ísetarum at keypa sær partabrøv. Atlantic Petrolium hevur ment seg nógv uttanfyri Føroyar í seinastuni, og felagið er við í trimum olju- feltum, sum skulu útbyggj- ast í enskum sjógvi. Fyrsta feltið verður ætlandi í framleiðslu í síðst í 2006 ella fyrst í 2007, annað feltið verður ætlandi í framleiðslu síðst í 2007 og triðja feltið í 2008. Virðisbrævamarkn- aðurin Men um partabrøvini í At- lantic Petrolium skulu hava nakran áhuga hjá útlendsku ísetaraunum, er neyðugt, at partabrøvini verða skrásett á einum virðisbrævamarkn- aði. Á henda hátt ber jú til at fylgja við í hvussu stórt virðið á partabrøvinum er frá degi til dags. Hetta ger eisini keyp og sølu av partabrøvum nógv smidlig- ari enn tað higartil hevur verið. Tí hevur leiðslan í At- lantic Petrolium avgjørt, at skráseta felagið á føroyska virðisbrævamarknaðinum í januar/februarmánaði kom- andi ár. Harvið verður fel- agið allarhelst tað fyrsta í landinum at vera skásett. Í hesum sambandið er felagið blivið virðismett, og kursurin er settur á 265. Hesin kursurin er ikki grundaður á um olja verður funnin, so tað er ein møgu- leigur eykavinningur hjá ísetarum. Tá felagið varð stovnað í 1998, var kursurin 105, so teir umleið 2000 verandi partaeigarar hava longu vunnið higartil. At olja júst er funnin so tætt við føroyska markið fer nokk at verkja nakað av áhuga, tá fólk síggja, at okkurt nú aftur hendir á oljuøkinum, heldur Vil- helm Petersen, stjóri í At- lantic Petrolium. Vilhelm Petersen, stjóri í Atlantic Petrolium, gongur nú nýggjar leiðir. Í kapital- hækkinigini, sum verður frá 16.-31. desember, verður eis- ini møguligt hjá útlending- um at keypa sær partabrøv. Umframt hetta, verður felag- ið fyrst í komandi ári, fyrsta felagið, sum verður skrásett á føroyska virðisbrævamar- knaðinum