mánadagur 28. oktober 2019síða 22
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 28. oktober 2019 · Nr. 124
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eg vænti at Páll A.
Klettskarð kemur at spæla
ein avgerandi leilut í dag
Teitur Joensen, viðmerkjari á FM1, fáar
minuttir áðrenn dysturin byrjar
Eg eri bangin fyri at dysturin fer at enda
um eina løtu. Eg havi eina kenslu av, at
Bjartalíð fer at senda hann í málið.
Teitur Joensen, viðmerkjari á FM1, beint áðrenn Jóannes
Bjartalíð skorar til 3-0
Vikan ið fór
Lars Olsen, fráfarandi
føroyskur landsliðsvenjari,
verður settur sum
venjari hjá danska
Superligafelagnum,
Esbjerg fb. Hann verður
tó á odda fyri føroyska
A-landsliðnum móti Norra
og Svøriki
U19-liðini hjá dreingjum
og gentum í flogbólti
taka lut í NEVZA-kapping
í Finnlandi. Dreingirnir
enda nummar sjey av átta,
meðan genturnar enda
nummar seks av sjey.
Áleið 6000 túsund
árskoðarar eru í
Gundadali, tá KÍ vinnur
sítt fyrsta FM hjá monnum
síðani 1999. KÍ vinnur 3-0
á B36. Ongin niðurflytari
er fyri fyrstu ferð í
nýggjari tíð.
Næstbesta liðið hjá
KÍ vinnur 1.deild hjá
monnum. Í botninum
stendur Skála eftir við
svartaperi, meðan HB og
B36 megna at hóra undan.
EB/Streymur flytur eisini
niður.
Landskappingin í talvi
byrjar. Føroyameistarnir
úr Sandavágs Talvfelag
løgdu bragdliga fyri
og gjørdu bart í fyrsta
dystinum.
Føroyska U17-landsliðið
við gentum vinnur 1-0
á Aserbadjan í EM-
undankapping á Tórsvølli.
Judith Eilersdóttir
Rasmussen skorar málið.
Signa Vár Dávadóttir Næs
Joensen vinnur trý gull og
seks silvurheiðursmerki
í para-svimjikappingini
INAS Global Games í
Brisbane, Avstralia.
Kvinnurnar hjá VÍF vinna
toppdystin móti Kyndli,
meðan landsliðið hjá
monnum fyrireikar seg.
...við ítróttinum
5 SKJÓTIR
Fimm skjótir spurningar
til føroysk ítróttarfólk...
Navn: Jákup B. Andreasen
Føddur: 31. mai 1998
Yrki: Fótbóltur, KÍ
Royn tína vitan um
ítróttin her og nú!
Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst
1: 18 2: Jan Joensen 3:
2011 (Mikkjal venjari og
Jákup spælari hjá B36)
4. Biskopstø 5. Geza Turi
6. Jóannes Bjartalíð og
Jóannes K. Danielsen 7: 9
8: Thom Jakobsen
1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo
og Sosialin nakað meir
4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast
6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við
8 røtt: Fantastiska flott,
tillukku!
1
Hvussu nógv meistaraheitið hevur mansliðið hjá KÍ
vunnið?
2 Seinast KÍ vann FM var í 1999. Hvør var liðskipari og tók
móti steypinum?
3 Mikkjal Thomassen og Jákup á Borg hava einaferð vunnið
FM saman, nær?
4 Liðskipari hjá KÍ er Jákup B. Andreasen. Hvat stendur B.
fyri?
5 Hvør er málmansvenjari hjá KÍ?
6 Tveir spælarar hjá KÍ hava spælt allar 27 dystirnar.
Hvørjir eru teir?
7 Hvussu nógvir útlendingar hava spælt í landskappingini
fyri KÍ í ár?
8 Her stendur Mikkjal Thomassen (t.h) saman við
liðleiðaranum. Hvussu eitur hann?
ÍtróttarSosialurin fekk
orðið á liðskiparan
eftir steypahandanina
leygardagin
Tú hevur nú lyft FM-
steypið, hvussu var tað?
Eg var kanska nakað íðin at
fáa steypið og tað kiksaði
eitt sindur, men hetta er eitt
fantastiskt minnið, ið eg
ongantíð fari at gloyma.
Hvussu er at vera
liðskipari hjá KÍ og
verða tann, sum lyftir
steypið eftir 20 ára
oyðimarkargongd?
Eg havi ikki hugsað so nógv
um, at tað er eg, sum skal
lyfta steypið, men meiri at
vit sum lið skulu vinna FM.
Um eg skal hugsa eitt sindur
um meg sjálvan, so er tað
sjálvandi stórt. At taka móti
steypinum er nakað, sum eg
altíð havi droymt um.
Hvussu er at vera
FM-vinnari við KÍ?
Nú byrjar tað at siva inn,
at tú ert føroyameistari.
Eg havi ikki havt tíð at
feira tað, tí tað hevur verið
so nógv fokus á sjálvum
dystinum í longri tíð. Og nú
aftaná dystin hevur tú verið
klemmaður í eyst og vest
og tú fær ikki ordiliga tíð at
hugsa. Alt er ein hurlivasi,
men hetta er ein stór løta,
sum eg ongantíð fari at
gloyma.
Tit taptu seinast tit
spældu móti B36. Hvat
var øðrvísi hesaferð?
Tað var ein eitt sindur løgin
dystur, tí eg haldi ikki vit
høvdu uppiborið at tapt tá.
Hesa ferð koma vit nógv
betri frá byrjan og skora tvey
mál. Tað setur ein dempara á
dystin og vit fáa tamarhald á
dystinum. Teir koma ikki til
nakar stórar kjansir.
Tú spælir á U21-
landsliðnum, men
fleiri vilja hava teg á
A-landsliðið nú?
Tað ætli eg sjálvandi, men gg
kann bara gera mítt og kann
ikki gera meir. Um eg skal
spæla á U21-landsliðnum
ella A-landsliðnum er upp til
venjararnar, men tað er líka
mikið hvar eg eri.
Jákup B. Andreasen lyftir nýggja FM-steypið upp um høvd
Myndin hesa vikuna