Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-10-28, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 28. oktober 2019síða 23

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 28. oktober 2019 · Nr. 124 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 KLUMMAN Tróndur sigur sína hugsan... Eina ferð ynskti eg KÍ væl afturkomið í oddin í føroyskum fótbólti. Hetta hevur verið tíðliga eitt kappingarár eftir uppflytingina í 2010. KÍ hevði fingið eina góða byrjan upp á kappingarárið og norðoyingar vóru bjartskygdir. Minnist at ein kendur klaksvíkingur siteraði meg og segði í stíl við “Hetta er well”. KÍ var aftur har, sum søgan sigur at felagið hoyrir heima og fólkini vóru aftur spent. Tað hevur tó verið ein drúgv tilgongd at koma heilt upp á tindarnar. Í 2016 sá avbera gott út, tá allar norðoyingar komu til Havnar við Smyrli eftir Løgmanssteypinum. Tá kiksaði tað í FM-stríðnum. Fyri okkum uttanfyri var tað bara enn eitt FM-stríð, men fyri norðoyingar merkist sviðin av at KÍ ikki hevur vunnið FM síðani 1999. Tað hevur verið áhugavert at fylgt KÍ hesi árini. Tað hevur verið kritikkur av spælistílinum og innkeypsháttinum. Í ár er kritikkurin um spælistílin tagnaður, so hvørt sum KÍ hevur spælt seg til sigurin. Liðið er í fleiri førum sannførandi, men eitt skifti sá út til at KÍ hevði spælt seg av við FM. Tað hava verið níggju útlendingar á vøllinum fyri KÍ í ár. Tað hevur verið eitt av kritikkpunktunum, men sjálvur havi eg fest meg við, at KÍ nú javnan setur góðar spælarar til. Á vøllinum í Gundadali eru spælarar sum Jóannes K. Danielsen, Jákup B. Andreasen og Jóannes Bjartalíð millum teir eyðsýndu. Teir eru í dag góð boð upp á A-landsliðsspælarar. Páll A. Klettskarð er avgerandi og Ísak Simonsen situr bara uttanfyri vegna skaða. Afturat teimum koma spælarar sum Ólavur Niclasen, Steinbjørn Olsen og Jonn Johannesen, ið allir hava spælt stóran leiklut í hesum kappingarárinum. Hartil fær Børge Petersen fleiri og fleiri minuttir. Heldur KÍ fram at seta ein spælarar við hvørt ár, sum slær til á besta liðnum, so verður ikki neyðugt at leggja útlendingar afturat á hvørjum ári í framtíðini. KÍ hevur í ár vunnið Betri deildina hjá monnum, kvinnum og næstbestu deildina hjá monnum. Tað er ongantíð hent fyrr. KÍ gevur ótrúliga nógv til føroyskan fótbólt. Tað er altíð nógv fólk, sum fylgir við KÍ og fleiri av viðhaldsfólkunum duga væl at seta kulør á fótbóltstilveruna. Eg fari við hesum at ynskja KÍ væl afturkomið á tindin. Og tað er bara well! Tróndur Arge Esbjerg fB hevur Lars Olsen sum nýggjan venjara fram til summar 2022. Tað hevur fleiri ferðir verið boð eftir føroyska landsliðsvenjaranum úr Superliguni, tey átta árini hann hevur verið í Føroyum. Tað er ikki altíð til at vita, um tað er hald í søgunum. Nú er so sjón fyri søgn, at áhugin hevur verið veruligur í hesum førinum. Føroyski landsliðsvenjarin byrjar í starvinum beinanvegin, men avtala er samstundis gjørd millum Fótbóltssambandið og danska superligafelagið, at Lars Olsen stendur á odda fyri landsliðnum til dystirnar móti Norra og Svøríki, skrivar heimasíðan hjá FSF. Danska felagið hevur heitt á føroyska Fótbóltssambandið um at leysgeva skjótt fyrrverandi føroyska landsliðsvenjaran beinanvegin, so hann kann byrja í nýggja starvinum alt fyri eitt. Fótbóltssamband Føroya hevur eftirlíka hesum ynskja, men avtala er gjørd millum FSF og Esbjerg fB, at Lars Olsen skal avgreiða sínar uppgávur í samband við landsdystirnar móti Norra og Svøríki, sum verða 15. og 18. november, boðar Fótbóltssambandið frá. - Við hesum vil FSF ynskja Lars Olsen góða eydnu í nýggja felagnum, og samstundis takka honum fyri ómetaliga gott samstarv seinastu mongu árini, sigur Christian F. Andreasen, forseti í Fótbóltssambandi Føroya, við heimasíðuna hjá FSF. Longu seinni í dag hevur Lars Olsen sína fyrstu venjing við superligaliðnum hjá Esbjerg fB, sum komandi fríggjadag tekur AC Horsens á Blue Water Arena í Esbjerg. Eftir 14 umfør er Esbjerg fB nummar 13 í 3F Superliga. FC Midtjylland er fremst við 35 stigum. Avtalan millum Lars Olsen og Esbjerg forenede Boldklubber, stytt EfB, er galdandi til á sumri í 2022. trondur@sosialurin.fo Tróndur Arge Um vikuskiftið var seinasta umfar í hesum kappingarárinum í Betri deildini hjá monnum. Á FM1 var eitt formansumfar, har allir tíggju formenninir vóru við. Her bleiv millum at spurt inntil venjaran hjá NSÍ, Guðjón Tórðarson. Hann hevur sáttmála fyri komandi kappingarár, men keldur hjá Sosialinum siga, at hann møguliga ikki heldur fram. Hetta avsannaði Dánjal Hansen, formaður í NSÍ. Tað hevur eisini ljóðað, at fleiri feløg hava verið eftir Adriani Justinussen úr HB. Millum annað KÍ og helst eisini Víkingur, har hann er uppvaksin. Her kunngjørdi HB á ársveitsluni leygarkvøldið, at felagið hevur gjørt nýggjan sáttmála við Adrian Justinussen. AB skrivaði í gjár undir sáttmála við tveir málverjar. Bjarta V. Mørk úr HB og Silas Eyðsteinsson úr 07 Vestur. Sum skilst, so er danski málverjin, Tobias Larsen, ov dýrur at leingja við. Hann hevur annars verið argjamonnum góður. Hjá ÍF er nú greitt at Hans Jørgen Djurhuus og Ólavur Larsen halda fram sum venjarar. Hans Jørgen Djurhuus og Kári Reynheim tóku við fyrr í ár. Tað er ikki greitt um Jákup Martin Joensen heldur fram í EB/Streymi, Skála leitar eftir føroyskari venjaraloysn, nú Eyðun Klakstein verður venjari hjá Víkingi. Tó vil formaðurin í Víkingi, Brandur Jacobsen, ikki vátta hetta. TB hevur skrivað undir tvey ára venjarasáttmála við Michael L. Winter. Úr HB ljóðar at danskur venjari er á veg. Talan er um Jens Berthel Askou úr Danmark. Formaðurin, Kaj Leo H. Johannesen, sigur eisini at felagið skal hava nýggjan áleypara til komandi kappingarár. trondur@sosialurin.fo LARS OLSEN ER NÝGGJUR VENJARI Í ESBJERG FB Hattrik til KÍ Fráfarandi landsliðsvenjarin hjá Føroyum er settur sum nýggjur høvðusvenjari hjá danska Superligafelagnum, Esbjerg fB. Hann kemur tó at standa á odda fyri føroyska A-landsliðnum tveir teir seinastu dystirnar Hendingaríkt fótbólts-vikuskifti HB heldur fast í Adriani Justinussen, NSÍ avsannar at Guðjón Tórðarson er á veg úr felagnum og Ab hevur fingið tveir málmenn