týsdagur 29. oktober 2019síða 10
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 30. oktober 2019 · Nr. 125
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Áki Bertholdsen
– Eftir mínum tykki,
hava vit einki val enn
at rinda tað, sum tað
kostar.
Tað sigur Dennis
Holm,
borgarstjóri
í Vági, og formaður
í Suðuroyar Bú- og
Heimatænastu,
sum
umsitur eldraøkið í
Suðuroy
Sum
tað
sæst
í
øðrum greinum her á
síðunum, verður tað
ein kampur hjá kom
mununum í Suðuroy
at rinda fyri eldraøkið,
tí endurgjaldið tær fáa
frá landinum strekkir
ikki til.
Og, í hvussu so er
tvær av kommunum,
Hvalbiar Kommuna, og
Hovs kommuna, hava
samtykt, at tær rinda
ikki meiri til eldraøkið
enn gjaldið tær fáa úr
landskassanum.
Dennis Holm sigur,
at rinda kommunurnar
ikki tað, sum eldraøkið
kostar at reka, verða
tey noydd at seta spar
ingar í verk.
Tað fer at kosta
góðar 60.150.000 krón
ur at reka eldraøkið í
Suðuroy næsta ár og
Dennis Holm sigur, at
hetta er mestsum bara
fyri at varðveita ver
andi tænastustig. Tað
merkir, at tað er ímill
um nakað og einki av
nýggjum
tænastum
við
Formaðurin í Bú-
og
Heimatænastuni
vísir á, at allir borgar
stjórarnir í Suðuroy
eru limir í stýrinum
fyri eldraøkið, eisini
borgarstjórin í Hovi og
borgarstjórin í Hvalba.
Og hann sigur, at
teir borgarstjórar, sum
ikki taka undir við
fíggjarætlanini hjá Bú-
og
Heimatænastuni,
mugu so eisini koma
við
uppskot
um,
hvørjar
sparingar
skulu setast í verk.
Hann
sigur,
at
næstan allar útreiðsl
urnar eru lønir, so
verða sparingar settar
í verk, fær tað beinan
vegin avleiðingar fyri
tænastustigið á eldra
økinum.
– Tað eru ikki bara
kommunurnar
í
Suðuroy, sum mangla
pengar til eldraøkið,
men
eftir
mínum
tykki kunnu vit ikki
annað enn at rinda tað,
sum tað kostar, sigur
Dennis Holm.
Mugu sjálvir
koma við
uppskotum
um sparingar
ELDRAØKIÐ Í SUÐUROY Teir
borgarstjórar, sum ikki vilja
rinda rokningina, mugu so
eisini koma við uppskotum um,
hvar sparingar skulu gerast
Áki Bertholdsen
– Soleiðis sum eg síggi
upp á tað, hava vit
næstan eina skyldu til
at brúka teir pengarnar,
sum tað er neyðugt at
brúka.
Tað
sigur
Dennis
Holm, borgarstjóri í Vági,
og formaður í Suðuroyar
Bú- og Heimatænastu,
sum umsitur eldraøkið í
oynni.
Sum vit skriva í aðrari
grein hava kommunurnar
í Suðuroy stórar trupul
leikar við at fíggja eldra
økið, tí endurgjaldið úr
landskassanum er yvir
fýra milliónir minni enn
eldraøkið í oynni fer at
kosta næsta ár.
Sum tað eisini sæst,
er tað stórur munur á,
hvussu hart kommunur
nar
verða
raktar
og
Dennis Holm sigur, at hjá
summum kommunum er
støðan rættiliga ring.
Men hann vísir á, at
eldraøkið er eitt økið,
sum
hevur
beinleiðis
ávirkan á viðurskiftini
hjá borgarunum, og tí er
tað hansara hugburður,
at tað verður neyðugt at
fíggja tað, sum krevst fyri
at varðveita eina nøkt
andi tænastu.
– Í mínum hugaheimi
hava vit ikki aðrar møgu
leikar enn at rinda tað,
eldraøkið kostar, leggur
hann afturat.
Hann vísir á, at nógv
tann størsti parturin av
útreiðslunum til eldra
øki, eru lønir, so verða
sparingar settar í verk,
slepst heldur ikki undan
at
niðurleggja
onkra
tænastur til tey eldru, og
hann sigur, at eftir hans
ara tykki er tað veruleika
fjart at hugsa um tað.
Ein stórur trupulleiki
Dennis Holm sigur, at í
sambandi við eldraøkið,
hevur Suðuroyggin ser
liga ein stóran trupul
leika, og tað er, at talið á
eldri fólkum økist skjótt -
og tað økist nógv skjótari
enn talið á fólki í arbeiðs
førum aldri.
Í 2011 vóru tað 14,8 pro
sent, av suðuroyingum,
sum vóru yvir 67 ár, men
í ár er tað talið á pen
sjónisgur komið upp á
20,1 prosent.
Tað merkir, at sam
stundis sum at fólkatalið
í Suðuroy er minkað,
er talið á eldri vaksið
15 prosent og sostatt er
aldurssamansetingin illa
skeiklað.
–
Sostatt
hevur
Suðuroyggin
havt
ein
vøkstur í talinum á pen
sjónistum, sum er heilt
merkisverdur, og í roynd
og veru er hendan gongd
in ræðandi, sigur Dennis
Holm.
Hann sigur, at hetta
er ein gongd, sum hevur
elvir til tann heilt stóra
trupulleikan
í
Suður
oynni, sigur Dennis Holm.
Hann
vísir
á,
at
sum gongdin er nú, fer
støðan alsamt at versna.
Í løtuni verða einar 50
milliónir goldnar í lønum
í eldraøkinum í Suður
oy, men nú eru lønar
samráðingar, og lønirnar
hækka tvey ella trý pro
sent hvørt.
– So bara av hesi
orsøk verður eldraøkið
í Suðuroy eina millión
dýrari á hvørjum ári, ella
meiri enn tað, sigur for
maðurin í Bú- og Heima
tænastuni í Suðuroy.
GONGDIN
Í SUÐUROY
ER NOKK SO
RÆÐANDI
ELDRAØKIÐ Í SUÐUROY Tað er
eingin lætt loysn, og sum tað sær
út, fer støðan bara at versna
Sum gongdin
er nú, fer støðan
alsamt at versna