týsdagur 29. oktober 2019síða 11
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 30. oktober 2019 · Nr. 125
TÍÐINDI
Áki Bertholdsen
– Hetta sær ikki so gott út
hjá okkum.
Tað ásannar Eyðbjørn
Thomsen, borgarstjóri í
Sumba.
Sum tað sæst í aðrari
grein her á síðunum,
verður tað ein ovurhonds
stór avbjóðing hjá komm
unum í Suðuroy at fíggja
eldraøkið næsta ár tí at
endurgjaldið úr lands
kassanum røkkur verri
enn so til fyri at halda
fíggjarætlanina
fyri
eldraøkið.
Og tað merkir, at ant
in mugu sparingar setast
í verk, ella mugu kom
munurnar rinda stórar
upphæddir
úr
sínum
egna kassa - og tað fær
so aftur avleiðingar fyri
annað virksemið.
Tann kommunan, sum
verður nógv harðast rakt
av hesum, er Sumbiar
kommuna.
Eftir
fíggjarætlanini
fyri
eldraøkið,
skal
Sumbiar kommuna rinda
5.474.106 krónur til eldra
økið í Suðuroy næsta ár.
Men kommunan fær
bara
4.654.000
krónur
í endurgjaldi úr lands
kassanum. Sostatt fara
heilar 820.106 krónur at
mangla í, og tað er ein
stórur biti hjá eini kom
munu,
sum
Sumbiar
Kommunu.
– Hann sigur, at skal
kommunan rinda hesa
upphæddina úr sínum
egna kassa, fær tað av
leiðingar fyri annað virk
semi, tí so mugu spar
ingar setast í verk.
– Men rindar kommun
an ikki, fara hinar kom
munurnar nokk heldur
ikki at rinda sín part, og
tað fer at fáa álvarsligar
avleiðingar fyri eldraøkið,
tí so mugu sparingar fyri
yvir fýra milliónir setast í
verk, leggur hann afturat.
Hann sigur, at bygda
ráðið í Sumba hevur ikki
tikið endaliga støðu til
málið, tí í næsta mánað
koma neyvari metingar
um inntøkurnar um inn
tøkurnar av skatti næsta
ár, so tá ið tey hava fingið
eina betri mynd av støðu
ni, verður endalig avgerð
tikin.
Men enn veit hann ikki,
hvar niðurstøðan verður,
men øll viðurskifti eru
til umrøðu, bæði gjaldið
til eldraøkið, skattapro
sentið, barnafrádrátturin,
og allar aðrar útreiðslur
hjá kommununi.
Hann
sigur
støðan
er als ikki nøktandi, tí
endurgjaldið, kommun
urnar fáa, er so ymiskt, og
hann heldur, at hetta er
ein spurningur, politiski
myndugleikin má taka
upp.
Jónsvein
Hovgaard,
borgarstjóri í Hovi, er
samdur í, at verandi støða
kann ikki halda fram, tí
endurgjaldið, kommun
urnar fáa, er so ymiskt.
Áki Bertholdsen
Tað er greitt, at tað
verður ein kampur hjá
kommununum í Suður
oy at rinda allar út
reiðslurnar til eldraøkið í
oynni næsta ár.
Veruleikin er tann, at
antin mugu umfatandi
sparingar setast í verk á
eldraøkinum í Suðuroy,
ella mugu kommunurnar
djúpt niður í kommunu
kassan eftir pengum - og
tað fer at raka summar
kommunur nógv harðari
enn aðrar
Tað vísir seg nevni
liga, at gjaldið sum kom
munurnar fáa úr lands
kassanum til at fíggja
eldraøkið við, strekkja
verri enn so til.
Vit hava fingið innlit í
fíggjarætlanini fyri eldra
økið í Suðuroy næsta ár,
og hon vísir, at næsta ár
fer tað at kosta 60.150.000
krónur at reka eldraøkið í
Suðuroy.
Men samstundis vísa
metingarnar, at tilsamans
fara
kommunurnar
í
Suðuroy ikki at fáa meiri
enn 55.988.000 krónur úr
landskassanum til eldra
økið.
Tað merkir, at tað
mangla 4.162.000 krónur
í fyri at kunna halda
fíggjarætlanina. Og teir
pengarnar mugu kom
munurnar so rinda úr
sínum egna kassa - ella
mugu umfatandi spar
ingar setast í verk.
Summi verða
harðari rakt
Men skulu kommunurnar
rinda
tær
góðu
fýra
milliónirnar, sum mangla
í, er tað greitt, at tað ser
liga verða summar av
teimum smáu kommun
urnar, sum verða hart
raktar.
Kommunurnar
fáa
partvís
endurgjald
úr
landskassanum til eldra
økið eftir, hvussu nógv
ir sjófólk búgva í kom
mununi, sum sigla undir
altjóða, føroysku skipa
skránni, FAS og undir
altjóða, donsku skipa
skránni, DIS.
Hetta eru sjófólk, sum
sigla við farmaskipum og
ferðafólkaskipum og tað
eru ikki allar kommun
urnar, sum hava so nógv
av hesum sjófólkunum í
kommununi.
Eftir
fíggjarætlanini
fyri eldraøkið næsta ár,
skal Hvalbiar kommuna
rinda 8.602.167 krónur
fyri eldraøkoð næsta ár,
men kommunan fer bara
8.018.000 í endurgjaldi úr
landskassanum.
Sostatt má kommunan
rinda heilar 584.167 krón
ur úr sínum egna kassa
fyri at halda fíggjar
ætlanina.
Men
bygdaráðið
í
Hvalba hevur samtykt,
at tey rinda ikki meiri til
eldraøkið enn tað, tey fáa
í endurgjaldi úr lands
kassanum.
Eftir
ætlanini
skal
Hovs Kommuna rinda
1.433.694 krónur til eldr
aøkið næsta ár, men
kommunan
fær
bara
1.133.000 krónur í endur
gjaldi úr landskassanum,
ella 300.694 krónur minni.
Men eisini bygdaráðið
í Hovi hevur samtykt, at
tey rinda ikki meiri til
eldraøkið í oynni enn tað,
tey fáa í endurgjaldi úr
landskassanum.
Eftir
fíggjarætlanini
skal Fámjins Kommuna
rinda 1.889.870 krónur
til eldraøkið í Suðuroy
næsta ár, og tað eru
411.870 krónur meiri enn
tey fáa í gjaldi úr lands
kassanum.
Porkenningar
skulu
rinda 4.170.748 krónur til
eldraøkið næsta ár, og tað
eru 484.748 krónur meiri
enn gjaldið úr lands
kassanum er.
Sumbingar
skulu
rinda 5.474.106 krónur
til eldraøkið í Suðuroy
næsta ár, og tað eru heilar
820.106 krónur minni enn
afturberingin úr lands
kassanum er.
Vágbingar
gjalda fegnir
Tað stendur lutfalsliga
frægari til hjá teimum
báðu stóru kommunun
um.
Eftir
fíggjarætlanini
skal Tvøroyrar Kommuna
rinda 20.984.074 krónur
til eldraøkið næsta ár og
tað eru 756.074 krónur
meiri enn endurgjaldið
úr landskassanum er.
Vágs kommuna skal
rinda 17.595.341 krónur
til eldraøkið næsta ár, og
tað eru 804.341 krónur
meiri
enn
gjaldið
úr
landskassanum er.
Og á býráðsfundi í
gjárkvøldið
samtykti
Vágs býráð at taka undir
við fíggjarætlanini fyri
eldraøkið,
hóast
tað
merkir, at kommunan
skal rinda yvir 800.000
meiri
enn
gjaldið
úr
landskassanum verður.
– Vágs býráð vil fegin
gjalda
tær
800.000
krónurnar meiri enn tað,
kommunan
væntandi
fær frá Landinum til
eldraøki næsta ár, er bý
ráðslimir samdir um.
Tey siga, at eftir teirra
tykki er tað ein náttúrlig
uppgáva at røkja hesa
uppgávur
á
nøktandi
hátt, eins og aðrar upp
gávur sum lagdar eri til
kommununa at umsita.
– Vágs kommuna vil veita
teimum eldru borgar
unum eina góða tænastu
eins og øllum øðrum
borgarum,
sigur
Vágs
Býráð.
Allar
kommunurnar
í
Suðuroy
hava
ikki
tikið
støðu
til
málið
enn. Tær hava nú ein
mánað til at fáa greiði
á
viðurskiftunum,
tí
tann 1. desember skulu
fíggjarætlanirnar
hjá
kommununum vera sam
tyktar.
Mangla fýra milliónir
til tey eldru í Suðuroy
ELDRAØKIÐ Í SUÐUROY Antin
mugu umfatandi sparingar setast
í verk, ella mugu kommunurnar
sjálvar rinda nógv meiri – og tað eru
serliga tær smærru kommunurnar,
sum verða hart raktar
Tað sær ikki gott út hjá okkum
ELDRAØKIÐ Í SUÐUROY Vandi er fyri, at sparingar mugu setast í verk, sigur borgarstjórin í Sumba