Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-10-29, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. oktober 2019síða 12

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 30. oktober 2019 · Nr. 125 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Vilmund Jacobsen Brandur Sandoy og frú, Anja Sandoy, eru í løtuni á veg yvir til New York á ST-aðalfund. Hann er sum umboð fyri Føroya løgting partur av donsku sendi­nevndini, sum telur seks fólkatingslimir. Við á ferðini og partur av donsku sendinevndini er eisini umboð fyri grøn­ lendska landstingið. Bill Justinussen er ný­ liga komin heim aftur av ST-aðalfundi, og hjá hon­um var eisini konan við á ferðini. Nú eigur so Brand­ur Sandoy tørn, og her fær kona hansara so eisini eitt upplivilsi. Tey koma heim aftur til Føroya hin 16. nov­em­ ber. Brandur Sandoy sigur, at umframt sjálv­an ST- aðalfundin, fara tey í donsku sendi­nevnd­ini eisini at vitja í eitt nú Pentagon, Heims­banka­ num og kongressina í Washing­ton. - Í New York sleppa vit eitt nú at síggja ST-høvuðs­borg­ina, og eg vænti, at ferð­in á amerikanska megin­ landi­num verður sera for­ vitnis­lig og eitt upp­livilsi fyri lívið, sigur Brand­ur Sandoy. Rógvi á ting Meðan Brandur Sandoy eru á ST-aðalfundi, hevur hann biðið um farloyvi úr løgtinginum, har næs­ ti maður á listanum hjá Fólkaflokkinum er Rógvi Egilstoft Nielsen. - Farloyvi hjá mær úr løgtingnum verður frá mána­degnum komandi at rokna og tvær vikur fram, sigur Brandur Sand­oy, sum eisini er borgar­stjóri í Sands kommunu. Brandur Sandoy á ST-aðalfund Meðan hann hevur farloyvi úr løgtinginum, tekur Rógvi Egilstoft Nielsen sæti á tingi fyri Fólkaflokkin Brandur Sandoy er á veg á ST-aðalfund í New York og konan, Anja Sandoy, er við á ferðini Tað verður Rógvi Egilstoft Nielsen, sum kemur á ting, nú Brandur Sandoy er í farloyvi Vilmund Jacobsen Skúlin í Fuglafirði er fyri stórari útbygging, og saman við mong­ um fasilitetum og um­ støðum, sum næm­ing­ arnir við skúlan fáa við út­byggingini og dag­før­ ingini av eftir­ver­andi skúla, verður eisini bygd ein nýggj og stór leikhøll. Soleiðis, sum viðheftu myndir vísa, ið Johann Dávason Clementsen tók í gjár, verður í løtuni arbeitt við at tekja ein part av stóru skúla­verk­ ætlan­ini. Á aðrari mynd við sama myndatakara eru teir eisini í holt við at tekja nýggja ítróttarhúsið í Fløtugerði, sum kom­ mun­an eisini letur bygg­ ja. At tekja nú verður løgd á nýggja ítróttarhúsið, er í samsvari við tað, sum byggifyritøkan Heild­ ar­verk, ið stendur fyri hesum partinum av verk­ ætlanini, áður hevur sagt. - Málið hjá okkum er, at ítróttarhúsið skal standa innilokað, áðrenn veturin kemur. Okkara partur av byggitíðini verður eitt ár, og tað skal ganga væl, um hetta skal eydnast. Torfinn Nón, annar av eigarunum av Heildar­ verk, hevur áður sagt við Sosialin, at teir í fyritøkuni trúgva upp á, at ítróttarhúsið kann standa innilokað, áðrenn veturin kemur, og at niðasta hædd í bygn­ ing­inum sambært tíðar­ ætlan­ini kann verða liðug og takast í nýtslu, tá fót­ bólts­kappingin byrjar aftur næsta ár. - Okkara partur av byggi­tíð­ini er eitt ár, og vit leggja stóran dent á, at hetta skal halda, sigur Tor­finn Nón. Nýggja ítróttarhúsið í Fløtu­gerði er 33 metrar langt og 11 metrar breitt. Tær báðar niðastu hædd­ ir­nar verða fullar, meðan triðja og ovasta hæddin verður nakað minni. LEGGJA TEKJU Á STÓRAR KOMMUNALAR BYGNINGAR Í Fuglafirði hendir nógv í hesum døgum, og í gjár vórðu viðheftu myndir tiknar av tveimum stórum kommunalum byggiverkætlanum, sum fara fram í Fuglafirði