týsdagur 29. oktober 2019síða 14
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 30. oktober 2019 · Nr. 125
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tað var í oktober mánaða
1969, at sokallaða Statshospi
talið í Tórshavn var liðugt,
og mikudagin tann 29. okto
ber vóru dyrnar latnar upp til
seingjardeildina P21. Hjá summ
um var hetta ein stórur dagur,
sum bíðað hevði verið eftir í
nógv, nógv ár. Hjá øðrum var
hetta eitt sindur ófrættakent,
at fólk, sum fyrr høvdu verðið
send av landinum, nú skuldu
verða verðandi í Føroyum,
viðgerðast her og verða ein
partur av samfelagnum.
Søguliga vita vit ikki so nógv
um, hvussu fólk við álvarsligum
sálarligum trupulleikum vórðu
handfarin her hjá okkum, tí
lítið er skrivað um tað. Donsku
lógirnar góvu heimild til at
stongja sálarliga sjúk inni
og binda tey, og tað hevur
allarhelst verið loysnin.
Fyrstu sinnissjúkrahúsini í
ríkinum vórðu bygd í 1800 ár
unum, og allarhelst eru vit um
aldarskiftið ella fyrst í 1900 ár
unum farin at senda sálarliga
sjúk fólk til Danmarkar á
sinnissjúkrahúsini ella Stats
hospitalini, sum tey seinni
vórðu kallað. Viðgerðarvánir
nar vóru ikki serliga góðar,
og tey, sum vóru ringast fyri,
vórðu ofta verðandi á sinnis
sjúkrahúsinum
restina
av
sínum døgum – og vórðu ofta
jarðað á teimum kirkjugørðum,
sum eisini vóru á økinum hjá
Statshospitalunum. Fram til
seinna heimsbardaga vórðu
flestu føroyingarnir sendir á
Oringe við Vordingborg, men
av tí at týskararnir skuldu
brúka Oringe, vórðu flestu
sjúklingarnir, eisini føroying
arnir, fluttir til Statshospitalið
í Nykøbing, Sjælland. Aftaná
kríggið vórðu flest allir føroy
ingar, sum vórðu sendir til Dan
markar, sendir hagar.
Flutningur til Danmarkar
var ikki á hvørjum degi, og
meðan bíðað varð eftir farti,
vórðu tey, sum vóru ring
ast fyri, innilæst í sokall
aðu cellunum, sum vóru í
kjallaranum á Gamla Hospi
tali og seinni á Dronning Alek
sandrines Hospitali.
Undir krígnum var svikaligt
við farti til Danmarkar, og tá
vórðu innrættaðar fleiri cellur
í Klaksvík, har fólk vórðu
innløgd, meðan tey, sum vóru
ringast fyri, vórðu send við
troppaskipunum
til
sinnis
sjúkrahús í Skotlandi.
“Statshospitalið”
Ætlanirnar
at
byggja
eitt
Statshospital í Føroyum vóru
leingi ávegis. Hetta var nógv
umrøtt longu í 1920 árunum
og aftur í 1930 árunum, tá
ætlanirnar máttu lúta fyri
fíggjarligari
raðfesting
av
vegakervinum. Í 1950 var hetta
aftur nógv frammi, og avgerð
varð tikin um at slíkt sjúkrahús
skuldi byggjast. Men tað dróg
út, og ikki fyrr beint áðrenn vit
fóru inn í 1970 árini var hetta
veruleiki. Fyrsta deildin kundi
lata upp, og fleiri deildir komu
so fyrst í 1970unum.
Heitið var “Statshospitalið”
og kom navnið av, at tað var
staturin, sum stóð fyri rakstri
num av sjúkrahúsunum, ið
tóku sær av psykiatriskum
sjúklingum. Amtini og kom
munurnar í Danmark tóku sær
av sjúkrahúsunum, sum við
gjørdu likamligu sjúkurnar.
Hetta varð broytt miðskeiðis
í 70 árunum, og 1. apríl 1976 fóru
statshospitalini í søguna. Her
hjá okkum varð alt virksemið
á
gamla
statshospitalinum
broytt til “Psykiatrisku deild
á Landssjúkrahúsinum”. Um
aldarskiftið varð Landssjúkra
húsið umskipað, og okkara
virksemið heitið “Psykiatriski
Depilin
á
Landssjúkrahúsi
num”, sum hann eisini verður
róptur í dag.
Stutt eftir at virksemið
var byrjað her, komu fleiri
av teimum føroyingum, sum
høvdu verið sendir til Dan
markar, heim aftur til Føroya.
Talan var um á leið 40 fólk, har
fleiri teirra høvdu verið burturi
í nógv ár.
Hesi vórðu flutt av einum
sjúkrahúsi í Danmark til eitt
sjúkrahús her, og fleiri teirra
vóru verðandi innløgd restina
av sínum døgum, meðan onnur
fingu møguleikan at koma út
aftur í samfelagið at liva.
Primus motor í arbeiðinum
at leggja lunnar undir psykiatr
iska virksemið í Føroyum
var læknin Árni Olsen, sum
var serlækni í neurologi og
psykiatri. Árni Olsen gjørd
ist ímyndin av føroyskari
psykiatri tey fyrstu mongu
árini, og stríddist hann saman
við nógvum øðrum dugnalig
um fólkum eitt tógvið stríð
fyri at vinna psykiatrisku við
gerðini í Føroyum virðing og
sømuligheit. Í mannamunni
varð vanligt at siga, at fólk vóru
innløgd “hjá Árna” og meira
speirekandi um summi, at tey
“hoyrdu til hjá Árna” – og enn
livir hetta hugtakið millum
eldri føroyingar.
Tá Statshospitalið varð heilt
liðugt, vóru um 100 seingjar
pláss. Fyri hálvthundrað árum
síðani var psykiatrisk viðgerð
í stóran mun skipað soleið
is, at fólk vórðu innløgd og
ofta í langa tíð, og tey, sum
vóru ringast fyri, vóru kanska
innløgd restina av lívinum.
Í seinnu helvt av 1970 ár
unum og 1980 árunum broyttist
rákið, og tað var hildið at vera
best, at fólk ikki vóru innløgd
í alt ov langa tíð, og at tey, sum
ikki kláraðu seg sjálvi, í staðin
kundu flyta út á sambýli ella
smærri stovnar. Farið varð
eisini undir hesa tilgongd í Før
oyum, og nøkur slík støð vórðu
sett á stovn, men tá fíggjar
kreppan rakti landið í 1990
árunum, kom stígur í arbeiðið.
Um sama mundi varð tankin
føddur um at skipa sokallaða
økispsykiatri í Føroyum og
varð byrjað við hesum um
1990 Tað kom ikki rættulig
ferð á, og tá kreppan kom, varð
hetta umskipað soleiðis, at
tað í staðin vóru viðtalur við
psykiatara á nøkrum lækna
miðstøðum kring landi umleið
einaferð um mánaðin.
Gongdin síðani hevur verið,
at alsamt meira av psykiatr
iska virkseminum er sokallað
ambulant viðgerð, har fólk
koma til viðgerð og fara
heimaftur sama dag. Talið
av songjarplássum er alsamt
minkað.
Frá at hava tey 100 seingjar
plássini tá talið var hægst, eru í
dag 19 songjarpláss á Psykiatr
iska deplinum.
Tá vit høvdu havt psykiatr
iska viðgerð í Føroyum í 10 ár,
vóru tilsamans 1282 ambulant
ar viðtalur.
Nú vit hava havt psykiatr
iska viðgerð í 50 ár, hava vit
havt tilsamans 12.474 ambulant
ar viðtalur.
Soleiðis er psykiatriska virk
semi fullkomuliga broytt hesi
50 árini.
Avbjóðingin
Framvegis er ein avbjóðing
fyri psykiatriska økið at skula
bjóða viðgerðir til fólk, sum
ynskja viðgerð, og samstundis
vegna samfelagið skulu taka
okkum av at viðgera tey, sum
eru sjúk á ein hátt, har tey
ikki meta seg hava nakran við
gerðartørv, men har sjúkan
kann hava við sær eina atferð,
sum kann verða til ampa fyri
tey sjálvi ella onnur. At viðgera
móti sjúklingsins vilja er altíð
avbjóðandi, og er í dag væl
regulerað í lógarverkinum, sum
tryggjar rættindini hjá tí, sum
viðgjørdur verður á hendan
hátt.
Nógvar sálarligar sjúkur,
sum ongin viðgerð var fyri, tá
byrjað var her, fáa í dag góða
hjálp og viðgerð. Stór framstig
hava verið innan heilivágsvið
gerð, sum avgjørt er viðvirkandi
til at fólk, sum fyrr vórðu
innløgd fyri lívið og avskorin
frá restini av samfelagnum,
í dag eru samfelagsborgarar
á jøvnum føti við onnur.
Eisini
eru
stór
framstig
hend innan sálarfrøðisligar
viðgerðarhættir,
sum
hava
stóran týdning fyri psykiatr
isku viðgerðina í samspæli við
aðrar viðgerðarhættir.
Tey fyrstu mongu árini vóru
tað bara vaksin fólk, sum fingu
møguleikan fyri psykiatriskari
viðgerð. Í 1990 árunum varð far
ið undir at bjóða psykiatriska
viðgerð til børn og ung, men
tað gekk striltið at fáa neyðuga
politiska raðfesting, og tilboðið
var ikki nøktandi í nógv ár.
Hetta er tó broytt, økið hevur
fingið politiska raðfesting, og
hetta tilboð hevur verið skjótt
vaksandi seinastu árini.
Psykiatriska
viðgerðin
í
dag spennir yvir eina breiða
viftu av viðgerðartilboðum.
Høvuðsásin í viðgerðini fer
fram ambulant við viðgerð
antin á Psykiatriska deplinum,
í nærumhvørvinum hjá sjúk
linginum og eisini í ávísan
mun heima hjá sjúklinginum.
Tey, sum eru ringast fyri, hava
møguleikan at verða innløgd á
innleggingardeildini, til tey eru
betri fyri aftur, men í dag verða
øll útskrivaði aftur – eingin býr
á Psykiatriska Deplinum.
Tey fyrstu 50 árini har vit
føroyingar hava kunna fingið
psykiatriska viðgerð í egnum
landi og á egnum máli eru far
in, og nógv er øðrvísi enn fyri
50 árum síðani – og nógvar
spennandi avbjóðingar standa
fyri framman
Vit á Psykiatriska Deplinum
á
Landssjúkrahúsinum
eru
til reiðar til næstu 50 árini at
bjóða dygdargóða viðgerð til
føroyingar við psykiatriskum
sjúkum, og vilja altíð leggja
dent á at menna okkara við
gerðartilboð, so hetta í minsta
lagi er á hædd við tað, sum
verður veitt aðrastaðni.
HÁLVA ØLD
Í EGNUM
LANDI OG Á
EGNUM MÁLI
PSYKIATRIIN 50 ÁR
Tormóður Stórá, leiðandi yvirlækni á Psykiatriska Deplinum
Psykiatrisk viðgerð á føroyskum máli
og heima í Føroyum hevur í hesum
døgum hálvthundrað ár á baki