týsdagur 29. oktober 2019síða 16
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 30. oktober 2019 · Nr. 125
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
PSYKIATRIIN 50 ÁR
Psykiatriska
viðgerðin
í
Føroyum er ung við einans 50
árum á baki, og hartil hevur
hon verið í gjøgnum umfatandi
broytingar, síðani hon byrjaði. Í
dag vera allarflestu sjúklingar
viðgjørdir ambulant. Ambulant
viðgerð fevnir um nógv og
ymisk
tilboð,
og
hugtakið
ambulant tilskilar einamest,
at ein ikki er innlagdur. Tvs,
at sjúklingar koma inn á
psykiatriska ambulatoriið til
samrøður av ymsum slag.
Vit bjóða kognitivar við
gerðir fyri bólkar og ein
staklingar, og vit royna sum
útgangsstøði at skipa við
gerðina fyri bólkar, eitt nú
innan tunglyndi og ótta. Men
eru fólk ikki klár at luttaka
í bólki, kunnu vit eisini taka
samrøðurnar einsæris, greiðir
leiðari, Birgit Andersen, frá.
Vaksin við ADHD er eitt
av teimum økjunum, sum
ambulanta
viðgerðin
tekur
sær av, og tekur hon sær av
útgreining, viðgerð og upp
fylging.
Tíverri eru tað fleiri vaksin
sum ongantíð hava fingið hjálp
til hesar avbjóðingar, tá tey
vóru børn ella ung, og enn bíða
eftir at fáa hjálp. Tað eru ikki
so nógv ár síðan, at vit byrjaðu
at útgreina vaksin við hesum
avbjóðingum. Hildið var, at
tað var nakað, sum bara børn
høvdu. Men øll hava jú eina
ferð verið børn, og vit síggja
fleiri vaksin, sum ongantíð
hava fingið staðfest sjúkuna og
harvið heldur onga hjálp.
Eisini hoyrir oligofreni til
deildina, sum snýr seg um
fólk, sum hava menningartarn
og
sálarligar
avbjóðingar.
Psykiatriski depilin hevur sam
starv við konsulent, sum er
serlækni innan økið, og hesin
hevur samrøður við sjúklingin,
familjuna og bústaðin hjá sjúk
linginum. Birgit greiðir frá, at
tað er av stórum týdningi, at
tey avvarðandi eru við í við
gerðini av sjúklinginum.
Tað hevur týdning, at tey
avvarðandi eru við, fyri at við
gerðin kann lukkast, tí familjan
er
sum
oftast
partur
av
umhvørvinum hjá tí einstaka,
og tað eru tey, sum kenna við
komandi best.
‘Hjá Árna’
Birgit er sjúkrarøktarfrøðingur,
og
hon
hevur
starvast
í
Psykiatriini í 31 ár. Hóast
starvið er eyðkent av sjúku og
sálarkvøli, er hon fegin um, at
hon fyri 31 árum síðani valdi at
geva psykiatriini eina roynd.
Ætlanin var, at hon bert skuldi
vera eitt ár fyri at royna okkurt
nýtt.
Men eg fór ongantíð avstað
aftur. Mær hevur dámt ógvu
liga væl í psykiatriini, og tað
geri eg framvegis. Tað er eitt
gevandi arbeiði, har ein má
arbeiða við sær sjálvum sum
persóni og í mun til arbeiðið
sum heild. Tað hendir nógv
innan hetta økið, og tað at vera
við til at gera ein mun fyri tey
fólkini eg møti, tað er moti
verandi í sær sjálvum - og eftir
31 ár haldi eg tað framvegis
vera eina spennandi uppgávu.
Fyri 31 árum síðani hevði
depilin fleiri enn 70 seingjar
pláss, og tað var vanligt, at
sjúklingar búðu á Psykiatriska
deplinum, sum eisini varð
róptur ‘Statshospitalið’ ella ‘hjá
Árna’. Navnið kom av, at fólk
við sálarligum avbjóðingum
fyrr vóru send til Danmarkar,
og tá psykiatarin Árni Olsen
síðani fekk í lag avtalu um at
taka sjúklingarnar heim aftur
úr Danmark, varð deildin á
mannamunni rópt ‘Statshospi
talið’ ella ‘hjá Árna’.
Tá eg byrjaði at arbeiða her
í 1988, vóru tað framvegis fólk,
sum búðu á deildunum. Tey
búðu fýra til seks fólk á nøkrum
stovum, annars vóru tey tvey
og tvey á hvørjari stovu. Tað
vóru bert tvær einastovur á
hvørjari deild. Inni á deildini
royndi man at skipa ein
gerandisdag fyri sjúklingarnar,
við at tey luttóku í ymsum slagi
av arbeiði og ítrivum, sum at
velta eplir o.a.
Fleiri av teimum, sum fluttu
heim og inn á deildina her, eru
ikki til longur, meðan onnur
eru komin seg so mikið væl, at
tey eru flutt á sambýli í dag.
Í dag telur innleggingar
deildin 19 pláss, og hon er býtt
í tvær viðgerðardeildir, eina
intensiva lukkaða deild og eina
opna deild.
Hjálp í nærumhvørvinum
Seinast í 1980 árunum og fyrst
í 1990 árunum varð byrjað at
veita viðtalur uttan fyri depilin.
Psykiatarar fóru út um landið
at vitja læknaviðtalurnar hjá
kommunulæknunum fyri at
hava viðtalur við teir borgarar,
sum høvdu psykiatriskar av
bjóðingar. Hetta var ein liður í
at veita borgarum tænastuna í
nærumhvørvinum, men átakið
datt niður fyri, tá kreppan
kom. Um ein skuldi hava hjálp
og viðgerð, so noyddist ein til
Havnar og lata seg innleggja.
Birgit greiðir frá, hvussu
kognitiva viðgerðin vaks fram
miðskeiðis í 1990 árunum.
Tá varð ein innlagdur fyri at
fáa kognitiva viðgerð. Ofta í ein
heilan mánað, sum merkti, at
ein varð tikin frá sínari familju,
starvi og sínum gerandisdegi
sum heild.
Í dag er nógv tann størsti
parturin
av
viðgerðini
á
psykiatriska deplinum ambu
lant, og tað er úrslit av einari
tilgongd, sum er bygd upp
yvir nógv ár. M.a. byrjaði man
aftur í 2007 við at bjóða økis
psykiatriina í nøkrum pørtum
av landinum, við tí fyri eyga at
veita viðgerð og røkt í nærum
hvørvinum hjá borgaranum. 10
ár seinni dekkar tænastan alt
landið.
Í dag verður dentur lagdur
á týdningin av at hjálpa
sjúklinginum, har hann er. Tó
so, viðhvørt er tað neyðugt at
innleggja, og tí skal tað vera
møguleiki fyri, eisini framyvir.
Í
ambulantu
viðgerðini
koma koma fólk til viðtalur,
regulering av heilivágsviðgerð,
Í DAG BER TIL AT LIVA VIÐ
SÁLARLIGUM AVBJÓÐINGUM
Tilgongdin frá
innleggjan til
ambulantu
viðgerðina hevur
havt við sær, at fólk
í dag hava tað betri,
og tey megna eitt
vanligt lív hóast
sálarligar avbjóð
ingar. Eingin er
ein diagnosa. Men
okkum tørvar opin
leika og tolsemi
fyri at koma á mál