týsdagur 29. oktober 2019síða 17
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 30. oktober 2019 · Nr. 125
sosialari førleikavenjing, stak-
og bólkaviðgerð og undirvísing
av ymsum slag, bæði um ta
avbjóðing ein hevur og fyri at
læra at handfara avbjóðandi
støður øðrvísi.
Tað er gott at møta øðrum,
sum kenna til tær avbjóðingar,
ein sjálv hevur, og á tann hátt
kunna sparra um góð ráð. Ofta
kenna fólk seg einsamøll við
sínum avbjóðingum, og tí er tað
mangan gevandi at kunna hitta
onnur eisini.
Tabu og stigmatisering
Fyrr var ofta hildið, at ein
sum hevði eina sálarsjúku ikki
kundi gera nakað, ella at tey
altíð fóru at hava tað ringt. Í
dag halda vit okkum burturi
frá at seta líkheitstekin millum
persón og diagnosu.
Fólk hava ikki havt so
stóra vitan um sálarsjúku,
og tí kundi tað virka sum var
tað nakað gátuført fyri nógv.
Men eingin er ein diagnosa. Í
onkrum tíðarskeiðum er tann
rakti tarnaður av sjúkuni, men
tey koma fyri seg aftur. Tí
er tað týdningarmikið at fáa
vitan og kunning um sálarliga
heilsu út til fólkið, og ikki
minst at fáa avstigmatiserað
sálarsjúku.
Tað gleðiliga í dag er, at fólk
koma so nógv fyrr í viðgerð nú,
soleiðis at tey ikki eru so merkt
av sínari sjúku.
Onkur sjúka kann gera, at
ein missir grundleggjandi før
leikar, og vit vita, at skjót við
gerð kann fyribyrgja hesum.
Vit kunnu fyribyrgja longri
sjúkralegu,
sum
so
eisini
krevur
longri
viðgerðartíð
osfr. Tabu og stigmatisering er
heldur ikki líka stórt, sum tað
var fyrr, og yvirskipað haldi eg,
at vit førka okkum rætta vegin.
Stigmatisering og tabu er tað
tíverri nógv av innan psykiatri,
men av tí at fólk eru meir opin,
minkar stigmatiseringin.
Birgit greiðir frá, at tað ger
ein mun, tá kend fólk stíga fram
og fortelja sína søgu, serliga tá
tað eru aðrir føroyingar, sum
fortelja. Tað er umráðandi at
fáa tær positivu søgurnar fram,
tí tær gera mun og kveikja vón.
Fyrr var fatanin tann, at
um tú vart rakt av sálarsjúku,
fórt tú altíð at “vera” sálarsjúk.
Í dag vita og síggja vit, bæði í
tí dagliga og í granskingini, at
tað langt frá er so. Tað ber til at
koma seg og at hava eitt vanligt
lív, hóast tú hevur sálarligar
avbjóðingar. Men tað er týdn
ingarmikið at fáa røttu hjálpina
sum skjótast fyri at fyribyrgja,
at sjúkan ger óneyðugan skaða.
Vit vóru heldur ikki so
varðug við leiklutin hjá teimum
avvarðandi fyrr – vit hugsaðu
ikki um tey avvarðandi sum
ein stuðul fyri tann, sum hevði
avbjóðingar ella var sjúk. Í dag
er øðrvísi. Nú leggja vit okkum
eftir at hava avvarðandi við
sum samstarvspartar í gongd
ini hjá sjúklinginum at koma
seg aftur. Vit hava í dag eisini
eitt starvsfólk, ið er sett sum
avvarðandi
umboð,
sum
burturav tekur sær av at tosa
við avvarðandi um teirra tørv
undir slíkum umstøðum.
Opinleiki og tolsemi
Tað krevur ávísing frá kom
munulækna at koma í viðgerð
á Psykiatriska deplinum. Síðan
verður støða tikið til, hvør
viðgerð er best, og ein ætlan
verður síðani løgd um upp
fylging hjá møguligum lækna,
sálarfrøðingi,
økispsykiatri,
viðgerð við uppfylgjandi sam
røðu við sjúkrarøktarfrøðing
osfr.
Í ambulantu viðtaluni fyri
vaksin, er talan um fólk yvir
18 ár, og í løtuni eru á leið 1.200
fólk knýtt at Psykiatriska
deplinum. Tilsamans starvast
22 starvsfólk á Psykiatriska
ambulatoriinum, harav 12 í
Økispsykiatriini. Harumframt
eru onnur, sum eisini eru knýtt
at ambulantu viðgerðini, tað
veri seg læknar, sálarfrøðingar,
ergo- og fysioterapeutar og
onnur við.
Samstundis sum tað sæst
eitt jaligt rák, við tað at fólk
eru alsamt meir opin um sínar
sálarligu
avbjóðingar,
sæst
eisini ein munur á, at nakað er
lættari at tosa um enn annað,
tá tað kemur til sálarligar sjúk
ur.
Tað vísir seg, at ótti, angist
og tunglyndi eru lættari at tosa
um, enn eitt nú psykosur.
Opinleikin hjá fólki er við
til at skapa meir uppmerksemi
um støðuna hjá fólki, sum hava
sálarligar avbjóðingar og er á
tann hátt við til at minka um
tabu og stigmatisering. Somu
leiðis er eisini at gleðast um,
at í samfelagnum sum heild
er eisini størri tolsemi og vilji
til at geva fólki møguleikan at
koma út á arbeiðsmarknaðin.
Øll hava nakað tey kunnu
bjóða inn við, og vit hava øll
tørv á at hoyra til, og at onkur
hevur tørv á okkum. Eg síggi
tað sum part av míni uppgávu
at arbeiða út frá tí fatan, at
sjúklingurin kann koma fyri
seg. Í dag snýr tað seg um at
koma skjótt í viðgerð, soleiðis
at ein kemur fyri seg so skjótt
sum til ber, uttan at ein noyðist
at gevast við skúlagongd ella
arbeiði. At ein kann varðveita
ein gerandisdag, hóast ein til
tíðir kann hava sálarligar av
bjóðingar.
PSYKIATRIIN 50 ÁR