Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-10-29, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. oktober 2019síða 18

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 30. oktober 2019 · Nr. 125 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 PSYKIATRIIN 50 ÁR Økið fyri barna- og ung­dóms­ psykiatri í Føroyum er sera ungt. Ambulanta virk­semið byrjaði í 2005, men tað eru ikki meir enn 12 ár síðani, at pengar á fyrsta sinni vóru settir av til økið við 800.000 kr. Tá var arbeiðið spakuliga byrjað við nøkrum einstøkum starvsfólkum, sum arbeiddu við útvaldum avbjóðingum á økinum. Tá var vanligt at gera brúk av ráðgevum úr Danmark, sum komu til Føroyar nakrar vikur um árið at gera útgreiningar í samstarv við starvsfólk hjá okkum og á Sernám. Men kortini vóru nógv, sum ikki fingu tað, tey høvdu brúk fyri, greiðir Anna Elisabeth Iversen, deildar­leiðari á Barna og ung­ dóms­spykiatriini, frá. Børn og ung vóru ikki út­ greinað á sama hátt, sum tey verða í dag. Tað er hent sera nógv á økinum, síðani eg byrjaði her í 2012. Tá høvdu vit ein óyvir­ lít­andi langan bíðilista, sum vit vóru fýra starvsfólk til at taka okkum av. Arbeiðið snúði seg um eldsløkking og útgreining í sam­starvi við ráðgevar í Dan­ mark, tí vit høvdu snøgt sagt ikki serfrøðina her hjá okkum og ei heldur nokk av starvs­ fólki. Úrslitið var, at útlendskir ráð­gevar komu heim og gjørdu nógvar av teimum upp­gávunum sum vóru, og lítið fokus var á at menna eina føroyska barna- og ung­dóms­psykiatriska tænastu. Tað skuldi broytast, og tað gjørdist upp­gávan hjá Onnu Elisabeth og hinum at fara undir arbeiðið at fáa serfrøðina inn á deildina og at rudda upp í ovurhonds longu bíðilistunum. Í dag eru vit 17 starvsfólk, sum starvast á deildini fyri Børn og ung. Vit hava gjørt vart við tørvin, játtanin er vaksin, og vit síggja ein politiskan vilja til at raðfesta økið. Bíðilistin er at kalla burtur, soleiðis at ongin í dag bíðar leingi eftir at sleppa framat hjá okkum. Eingi børn av landinum Vegurin til eina vælvirkandi barna- og ungdómspsykiatri hevur kravt nógva orku. Millum annað til at fáa starvs­ fólkini førleikament og upp­ lærd til at veita eina spesiali­ ser­aða tænastu. Harafturat er mann­ingin á deildini meir enn fýr­faldað, og tveir serlæknar arbeiða í dag á deildini, sum hevur ført við sær, at tænasturnar eru vorðnar fleiri í tali. Har deildin fyrr var eyð­ kend av drúgvari bíðitíð, út­ greining, lítlari uppfylging og at kalla bert viðgerð við heili­ vági, hevur deildin í dag eina fjølbroytta viftu av við­gerðar­ tilboðum til børn og ung. Í dag hava vit tilboð um undir­vísing til bæði børn og vaksin, terapi, ráðgeving fyri foreldur at børnum við ADHD, útgreiningartilboð fyri børn við ADHD og aut­ ismu. Hevur sjúklingurin kompleks­ar avbjóðingar, hevur sjúklingurin og familjan ymiskar møguleikar fyri við­ gerð inni á deildini, eisini um sjúklingurin krevur ein tvør­ fak­ligan stuðul, t.d. orsaka av fleiri diagnosum. Vit bjóða sam­talu­viðgerð antin sum ein­ stak­lingur ella í bólkum, og vit hava DAT bólkar fyri ung, sum hava trupult við at stýra sínum kenslum, bólkar til børn og ung við ótta. Vit fegnast eisini um dag­ deildina, sum júst er latin upp, og sum er ætlað sjúk­ling­ um, ið skulu í gjøgnum meira umfatandi viðgerð. Við­gerðar­ tíðin kann vera trupul fyri familjur, sum kanska hava fleiri børn at hugsa um, og vónandi kann hetta tilboðið vera til hjálp fyri hesar familjurnar. Hetta er eitt stórt stig fram á, og vit vóna, at vit við hesum til­boðnum í størri mun sleppa undan at senda børn av landinum ella at innleggja tey á vaksnamanandeild, sum hava verið okkara einastu møgu­ leikar. Nýggja dagdeildin er dag­ við­gerð, har familjurnar kunnu gista, meðan barnið er í við­ gerð. Dagtilboðið verður nýtt til intensiva viðgerð av sjúk­ lingum við svárum tung­lyndi, etingarólagi, sjálv­morðs­tank­ um ella annað, ið krevur nærri eyg­leiðing av sjúklinginum. Ætlanin er eisini at brúka dagdeildina til útgreining. Tað kann vera, at trupulleikin er so kompleksur, at vit ikki fáa loyst hann við vanligari útgreining inni í viðtalurúminum, tí tað kann vera trupult at fáa eyga á trupulleikan. Við dagdeildini vænta vit, at vit fáa eygleitt sjúk­lingin betri og harvið hjálpt honum skjótari. Vit eru ikki í iva um, at vit kunnu veita eina betri hjálp við hesum, og vit vóna at vit kunnu útbyggja deild­ina, soleiðis at starvsfólk eru til arbeiðis døgnið runt og sostatt kunnu veita døgn­við­ gerð. Jú fyrr, jú betri Sjúklingaskarin hjá Barna- og ungdómspsykiatriini er breið­ ur, og deildin skal taka sær av børnum og ungum um alt landið, sum eisini eru ymisk í aldri og hava ymiskar diag­nos­ ur. Ein stórur partur av virk­ seminum er útgreining, og tað eru útgreiningar av ADHD og autismu, sum fylla mest. Síð­ ani kemur ein annar bólkur við tunglyndi, ótta, psykosum, etingar­ólagi, sjálvskaðandi atferð o.a. Men ofta er støðan kom­pleks, og ofta eru fleiri ting í spæl í senn. Ein trupulleiki við útgrein­ ing­um av børnum er, at sjúk­ ling­arnir ofta koma ov seint í samband við Barna og ung­ BØRN OG UNG: STIGMATISERINGIN ER EIN STÓRUR TRUPULLEIKI Nógv børn við sálarligum avbjóðingum koma ov seint í samband við Barna- og ung­dóms­psykiatriina. - Tað er heilt týðiligt eitt stigma knýtt at at koma her á deildina. Vit kundu ynskt, at tað gjørdist líka natúrligt at koma her, sum at fara á Barnadeildina ella Skaða­stovuna