týsdagur 29. oktober 2019síða 22
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 30. oktober 2019 · Nr. 125
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TØKK
Hjartaliga takka vit øllum tykkum,
sum á ymiskan hátt, sýndu samkenslu og
hjálpsemi,
tá góði pápi, verpápi og abbi okkara
Eyðun Holm
doyði og varð jarðaður.
Takk til Berg Debes Joensen prest,
starvsfólkini á B6 og tykkum
sum hjálptu til við jarðarferðini.
Takk fyri heilsanir, blómur og bakstur.
Og øllum tykkum, sum fylgdu honum
til gravar, takka vit hjartaliga.
Leivur, Sóleyð og Kirstin við fam.
TØKK
Hjartaliga takka vit øllum fyri sýnda
samkenslu, hjálpsemi og umsorgan tá okkara
elskaði maður, pápi, abbi, langabbi og
verðfaðir
Bjarne Juul Pedersen
f. 27.02.1947 – d. 28.06.2019
andaðist og varð jarðaður.
Takk til Sámal á Toftini fyri góðu orðini
í kapellinum og Sonju Klein prest fyri
góð og troysarrík orð í kirkjuni. Takk til
kirkjutænarar, sangarar og øllum tykkum, ið
á ymiskan hátt hjálptu til við jarðarferðini og
bakaðu til ervið.
Hjartans tøkk fyri blómur, minnisgávur til
Heilafelagið, vitjanir og telefonsamrøður.
Takk til tykkum mongu sum fylgdu Bjarne til
hansara seinasta hvildarstað.
Vegna tey avvarandi
Anna, Marian og Unn við familju
JÓLASØLAN 2019
Jólasølan hjá felagnum verður í
Høllini á Hálsi tann
30. nov. og 1. des. 2019.
Kostnaður fyri
eitt borð er 300 kr.
Tá ið goldið verður skal viðmerkjast
jól og limanummar. Peningurin
verður fluttur á Betri Banka
Kontonr: 9181-4936304. Tað er
bert loyvi hjá limum at selja á
Jólasøluni.
Nú er tíð hjá limum at tekna seg
hjá Eyðdis Holm á tlf. 273515 áðrenn
fríggjadagin 15. november.
TIL LIMIR
FØROYA HEIMAVIRKISFELAG
Søkt verður eftir avloysara fyri vaskifólk til
Bylgjuna í Runavík at byrja skjótast gjørligt og
fram til 1. mars 2020.
Arbeiðstíðin er 5 tímar hvønn morgun frá kl.
6.00-11.00 mánadag til fríggjadag.
Umsókn kann latast kommunuskrivstovuni,
Heiðavegur 26, 600 Saltangará ella sendast
til runavik@runavik.fo
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at
venda sær til Borgar Persson á tlf. 222639
Umsóknin skal verða kommununi í hendi í
seinasta lagi 5/11-2019
Runavíkar kommuna
Vaskifólk til Bylgjuna
í Runavík
STILLADS
BÍLIGA TIL LEIGU
GUTTORM MORTENSEN
TLF. 251160
eblaðið
sos.fo
-har
tað hendir