týsdagur 29. oktober 2019síða 23
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 30. oktober 2019 · Nr. 125
dómspsykiatriina.
Nógv av okkara sjúklingum
hava havt trupulleikar í langa,
tíð tá vit møta teimum. Vit
síggja ofta ung við autismu-
ella ADHD eyðkennum koma
ov seint, og tá hava tey ofta
fingið ótta og tunglyndi afturat
at dragast við. Summi verða
ikki ávíst, fyrr enn tey eru tann
áringar, og tá eru tey ofta so illa
fyri, tí tey hava ikki fingið ta
hjálp, tey hava havt tørv á. Sum
oftast er tað tí, at tey vaksnu
rundanum barnið bíða ov leingi
við at seta seg í samband við
okkum. Orsøkirnar til tað eru
sjálvandi samansettar, men ein
orsøk er heilt víst, at tað er eitt
stigma knýtt at at koma her á
deildina og at hava sálarligar
trupulleikar. Hetta vísir seg í
samfelagnum sum heild, men
eisini millum fakfólk, sum
hava við børn og ung at gera.
Vit kundu ynskt, at tað gjørdist
líka natúrligt at koma her, sum
tað er at fara á barnadeildina
ella skaðastovuna.
Hon vísir á, at tað kann hava
stóran týdning, at børnini eru
yngri, tá tey fáa sína diagnosu.
Í okkara grannalondum eru
børnini yngri, tá tey verða út
greinað, og útlitini eru jú betri,
jú fyrr diagnosan verður stað
fest. Tað vísir seg eisini, at tá
børnini koma í viðgerð, gongur
tað ofta skjótt fram á.
Og hvat er so ADHD?
ADHD er eitt slag av menn
ingarórógvi. Ein er føddur við
tí, og tað merkir, at tú mennist
øðrvísi enn tíni javnaldrar. Tú
hevur ofta trupult við upp
merksemi, ert impulsiv og í
summum førum hyperaktiv.
Hesi eyðkenni kunnu vísa seg
á nógvar ymiskar mátar, t.d. at
ein hevur trupult við at hug
savna seg, og við at bíða, ein
gerst lætt órógvað, er gloymsk,
hevur trupult við at skipa seg
og halda skil á sínum tingum.
Vit kenna okkum nokk øll aftur
í onkrum av hesum eyðkenn
unum, men hevur tú ADHD,
eru avbjóðingarnar so stórar,
at tær ávirka gerandisdagin
munandi.
ADHD hevur altíð verið til.
Munurin er tann, at tað í dag
finst viðgerð fyri sjúkuna, og
vit kenna meira til, hvussu vit
kunnu stuðla hesum børnun
um og vera um tey í gerandis
degnum
Vit tvinga ongan til at taka
heilivág, og í summum førum er
ikki neyðugt við heilivági, men
tað kann vera til stóra hjálp. Og
so skulu námsfrøðiligu karm
arnir rundanum barnið sjálv
andi vera í lagi, so at barnið
trívist og mennist.
Varðug við tey stillu børnini
Rættindini hjá børnum eru
komin í fokus, og tað er alsamt
størri fokus á sálarheilsu hjá
børnum og ungum í dag.
Fyrr høvdu vit lyndi til at
viðgera tey, sum órógvaðu
mest í flokkinum, og ikki tey,
sum eru friðarlig, men sum
kanska vístu seg at vera sera
plágað av ótta. Í dag duga vit
betri at síggja tey stillu børnini.
Men hóast tað er størri fokus
á sálarheilsuna hjá børnum er
langt eftir á mál, og deildar
leiðarin á Barna- og ungdóms
psykiatriini metir, at stóra upp
gávan hjá psykiatriiini í dag, er
at avstigmatisera sálarligar av
bjóðingar hjá børnum.
Hvussu tosar tú um eina
diagnosu? Hví tosa vit øðrvísi
um psykiatriskar diagnosur í
mun til somatiskar diagnosur?
Familjur verða ofta møttar við
eini skepsis um tað nú er satt, at
barnið hevur ta diagnosu, sum
er sett. Neyvan kemur tað fyri í
sama mun til kropsligar sjúkur.
Tá verða familjurnar møttar
við umsorgan og forstáilsi.
Anna Elisabeth er sum heild
væl nøgd við støðið á Barna-
ungdómspsykiatriini
í
dag,
sum hevur verið gjøgnum
eina kollveltandi framgongd
seinastu 12 árini. Tó eru nakr
ar avbjóðingar, ið hon kundi
ynskt, at arbeitt varð meir við.
Umframt at basa stigmati
seringini, er tað ein bólkur av
børnum, ið hon kundi hugsað
sær at fingið hjálp til.
Vit síggja nógv børn og
ung við lættari sálarligum av
bjóðingum, men sum ikki hava
tørv á psykiatriskari hjálp. Har
átti at verið sett inn við einum
ókeypis tilboði, tí tað kundi
fyribyrgt, at trupulleikarnar
gerast so umfatandi. Hvar skalt
tú fara við einum barni við
lættari avbjóðingum so tíðliga
í fasuni, um familjan ikki hevur
ráð at gjalda sjálvi? Eg kundi
avgjørt ynskt, at okkurt slag
av ókeypis ráðgeving varð sett
í verk til hendan bólkin.
PSYKIATRIIN 50 ÁR