Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-10-29, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. oktober 2019síða 24

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 30. oktober 2019 · Nr. 125 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 PSYKIATRIIN 50 ÁR Á Psykiatriska deplinum finst ein breið vifta av til­boð­um til fólk við sálarligum av­bjóð­ ingum. Her finst eitt størri úr­val av samrøðuháttum og kanningarhættir til ymsu diagnosurnar, sam­røðu­ bólk­ar fyri ymsar bólkar av sjúklingum, sum um­fata børn, ung, tilkomin og ser­ lig tilboð til fólk við sálar­ lig­um avbjóðingum innan demens­økið. Sum oftast verður viðgerðin sett saman av eini ætlan, sum fevnir um samrøður og heilivág. Og hóast tað er vegurin til sálarheilsubót fyri summi, eru tað onnur, ið ikki kunnu ella ikki megna at tosa, og sum hava tørv á at brúka ella at finna aðrar mátar at koma í samband við sínar kenslur fyri síðani at seta orð á tær. Tað er í veruleikanum ein rørsla frá kroppinum og upp í høvdið og niður aftur. Við at sansa og kenna kroppin, fær sjúk­lingurin eina betri kenslu av kroppinum. So koma orðini og síðani refleksjónin yvir tað, tú sansaði. Soleiðis greiðir musikk­ tera­peutur Sanne Storm frá. Í einum lítlum kjallara á Eirargarði hevur hon skriv­ stovu og viðgerðarhøli, og her tekur hon ímóti sjúklingum, ið onkursvegna eru knýttir at Psykiatriska deplinum. Henn­ ara viðgerð er grundað á tón­ leik í breiðari merking, og har tónleikurin er ætlaður sum eitt amboð til samveru og samskifti – tó uttan orð. Tbyrjar ein við­ gerð ofta við smáum venj­ ingum, har sjúklingurin lærir at merkja sín kropp, og hvussu hann – í øllum sínum einfeldni – stendur á beinunum. Vit brúka ofta orðingina ‘At hvíla í sær sjálvum’. At hvíla í sær sjálvum er ein per­són­ ur, sum stendur væl á fleiri ymiskar mátar – at bæði kropp­ ur og sál hava eitt gott fótafesti, greiðir Sanne Storm frá. Fyri sjúklingar við sálar­ ligum avbjóðingum er trupul­ leik­in ofta, at tey uppliva at hava eitt so stórt kaos í høvdi­ num. Og av tí at tey hava ging­ ið so leingi við síni sjúku uppi í høvdinum, hava tey ofta mist sambandið við sín kropp. Høvdið er fult og beinini tóm. Tað, sum tey ofta siga eftir at hava verið í viðgerð hjá okkum, er at nú kennast beinini tung og høvdið ruddiligt, sigur Jórun Simonsen, varaleiðari á Ergo- og fysioterapideildini, har hon hevur starvast sum fysio­tera­ peutur í nógv ár. Rødd, rútma og samspæl Sanne Storm, Jenny L. Høj­ gaard, ergoterapeutur, og fysioterapeutarnir, Jórun Simon­sen og Lív Egholm, arbeiða allar við at skapa eina góða kropskenslu aftur hjá sjúklinginum, sum stríðist við sálarligar avbjóðingarnar. Kropp­urin skal hava røttu javn­ vágina, og við at gera sjúklingin varðugan við kroppin, kann kaos’ið í høvdinum broytast til eina betri kropskenslu. Og fyri at kroppurin kann fella til ró, má nakað so grundleggjandi sum andadrátturin fáast í rætt­ lag. Andadrátturin er berandi fyri, at kroppurin riggar, sum hann skal. Hann stýrir, hvussu tú stýrir restini av kroppinum. Tí gevur tað góða meining fyri kropp­in at brúka røddina sum am­boð í musikkterapi. Andadráttur er rútma, og við at gera andadrátsvenjingar og at seta ljóð á andadráttin við at suffa hart, ber til at finna eina róliga rútmu í andadráttinum, sum er still­andi á okkara nervaskipan. Rút­man er grundleggjandi fyri tón­leikin, ein róligur pulsur og rútman í tónleikinum, ið sam­svarar við ein hvílipuls, kann stuðla upp undir at finna ró og at minka um angist. Í við­talu­rúminum hjá Sanne stendur ein stór trumma, ymisk streingja­ljóð­ føri og tvey klaver. Vit hava sjúklingar, sum eru so illa fyri, at teir orka ikki at seta orð á. Og tá ein so stórur partur av sálarligari viðgerðini er samrøða, gerst støðan trupul fyri hesar sjúklingarnar. Tá kann ein vegur fram vera at spæla saman á ljóðføri. Við einføldum klaverspæli vísir Sanne, hvussu lætt og skjótt eitt samband kann skap­ ast millum menniskju uttan at nýta orð. Við at lata sjúklingin spæla nakrar tónar á tí eina klaverinum, kann hon skapa rammuna kring tónarnar á sínum egna klaveri, og soleiðis brúkar hon tónleikin til at skapa eitt rúm fyri sjúklingin at seta orð á, kenna og hoyra seg sjálvan í tónleikinum. Á henda hátt vera fyrstu stigini tikin til at lata upp fyri samrøðuni. Kroppurin sum arbeiðstól Tað, sum arbeiðsøkini hjá Sanne, Lív, Jórun og Jenny hava til felags, er at tær ar­ beiða við kroppinum sum lið í ein­ari sálarfrøðiligari viðgerð. Við­gerð­irnar hjá teimum skulu stuðla upp undir viðgerðini annars, sum sjúklingurin fær við samrøðum og heilivági. Við­gerðin av kroppinum innan sálar­liga viðgerð snýr seg um at finna møguleikar og orku í sjúk­linginum, sum sjúklingurin kann gagnnýta til at fáa tað betri. Ein av deildunum, ið arbeiðir við kroppinum í sálarfrøðiligu viðgerðini, er Fysioterapiin. Fysio­terapiin hevur síðan mið­ skeiðis í 1980 árunum verið fastur partur av psykiatriska við­gerðartilboðnum í Føroyum. Eitt av høvuðsendamálunum við fysioterapeutisku við­gerð­ ini er at fáa kropp og psyku til at hanga saman, soleiðis at sjúk­lingurin gerst tilvitaður um egnan kropp, og hjálpir fysioterapiin sjúklinginum at finna ró, samband við kroppin og harvið at fáa tað betri sálarliga. Á Psykiatriska Deplinum er tað í tvørfakligum sam­ starvi at vit stuðla tí einstaka menniskjanum í at koma seg. Gransking vísir, at um ein við­gerð verður sett saman av heilivági, samrøðum, krops­ ligari rørslu og sosialari før­ leika­venjing, eru sann­lík­indini fyri at koma seg umleið 90%. Um einans heilivágur verður givin, hjálpast um 60% av øllum sjúk­lingum, greiðir Jórun frá. Fysioterapeutiska viðgerðin er við til at fremja og styrkja heilsu, sálarheilsu og menniskjansligu ressursunum í sjúk­linginum. Tað verður eitt nú gjørt við vísindaliga viðgerðarháttinum Basic Body Aware­ness Therapy (BBAT), sum eru vanligar kropsrørslur, ið vera gjørdar í liggjandi, sitandi, standandi og gangandi støðu. BBAT er við til at minka um stress, spenningar og pínu í kroppinum, samstundis sum tað styrkir um kropsligu ressurs­ir­nar, skapar ró í kroppi­ num og styrkir tað kropsliga rót­festið. Við at gera venjingar sum hesar, fær sjúklingurin eina kenslu av at verða samlaður, og tað sum vit á fakmáli kalla at vera ‘groundaður’. Venj­ing­ ar­nar gera, at tilvitanin um egnan kropp økist, soleiðis at sjúk­lingurin lærir at ansa eftir møgu­ligum ávaringarteknum. Fyri at økja um tilvitanina um kroppin eggja vit altíð sjúk­ ling­unum til at hugleiða yvir og meta um viðgerðina eftir hvørja ferð, sigur Lív. Minka um tvingsil Lív og Jórun vísa á, at størri krops­lig og sálarlig javnvág ger, at tú betri ert før fyri at handfara avbjóðingar í gerandis­degnum, umframt at økt javnvág gevur betri sjálvs­ virði og styrkir um kensluna av sjálv­støðugerð. Fysioterapi verður givin bæði sum einstaklinga- og bólkaviðgerð, og tilboðið er sett saman av samlandi við­gerð, ‘grounding’, javnvág-, kondi­ tións- og styrkivenjing. Tað er sera umráðandi í psykiatriskari fysioterapi at møta tí einstaka menniskja­ num, har við­kom­andi er, bæði psykiskt og fysiskt. Síðani finna vit saman út av, hvat persónurin er áhugaður í at arbeiða við, og hvat hjálpir, so­ leiðis at viðkomandi fær góðar og jaligar upplivingar við at brúka kroppin. Nýggjasta gransking vísir, at fysioterapi við m.a. sonevndum ‘ballstick’ venjingum, samlandi TÁ ORÐINI IKKI STREKKJA TIL Viðgerðin av sjúklingum við sálarligum avbjóðingum fevn­ir í høvuðsheitum um sam­røðu- og heilivágsviðgerð. Men hvussu kann sjúklingurin hjálp­ast, tá hann ikki megnar at seta orð á sínar kenslur og tank­ ar? Tí bjóðar Psykiatriin sjúk­linginum hjálp við tónleiki og rørslu, soleiðis at hann kann fin­na samband við kroppin aftur