týsdagur 14. desember 2004síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 239 - 14. desember 2004
5
Song-
stjørnur
hittast
TÓNLEIKUR
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Tað verður ein øðvísi
jólakonsert á skránni í
Fuglafirði leygarkvøldið.
Tá fara Eivør Pálsdóttir,
Guðrun Sólja Jacobsen,
Lena
Anderssen
og
Kristel Lisberg at syngja
á somu konsert, og tað er
ikki komið fyri áður.
Hetta eru kvinnur, sum
seinnu árini hava gingið
undan í føroyskum tón-
leiki.
Eivør Pálsdóttir eru
vorðið eitt kent navn utt-
anlands, og serliga í Ís-
landi hevur hon havt vind
í seglunum seinastu tvey
árini. Í fjør vann hon tvær
tónleikavirðislønir har,
og hon er aftur í ár í upp-
skoti til tvær slíkar.
Lena Anderssen hevur
eisini verið uttanlands og
roynt seg við tónleiki, og
harafturat hevur hon eis-
ini givið tónleik út í Før-
oyum. Seinast útgávan
hjá henni er besta før-
oyska poppfløgan í nógv
ár.
Guðrun Sólja Jacobsen
skal fyrst í næsta ári geva
sína næstu fløgu út í
Danmark, og hon verður
eisini við í seinastu kapp-
ingini um at gerast tann
endaliga Stjørnan í eitt
kvøld.
Kristel Lisberg er ein
ung songkvinna, sum
longur hevur gjørt vart
við seg við góðum kon-
sertframførslum og eini
stakfløgu, sum hevur
verið nógv spæld.
Konsertin við teimum
fýra verður í Mentanar-
húsinum í Fuglafirði
leygarkvøldið kl. 20.00
Konsertin er ein siti-
konsert, og atgongu-
merkini fáast í forsølu.
Torbjørn Jacobsen
heldur, at tíðin er
komin at gera enda á
stríðnum í Tjóð-
veldisflokkinum, so at
flokkurin aftur fæst
at virka. Men Tobbi
heldur, at tað skortar
við viljanum hjá mót-
partinum at koma
víðari. Tað er ikki líkt,
at vápnahvíldin endar
við nakrari varðandi
friðaravtalu millum
stríðandi partarnar
POLITIKKUR
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Tann formliga útblakingin
av Torbjørn Jacobsen úr
Tjóðveldisflokkinum verð-
ur av ongum, men tann lív-
ligi løgtingsmaðurin av
Glyvrum er framvegis úti í
kuldanum í flokkinum.
Torbjørn Jacobsen verður
ikki mettur sum partur av
tingbólkinum hjá flokkin-
um, hann fær ikki boð til
fundir har, og hann er ikki
framsøgumaður í nøkrum
máli longur.
– Eg helt, at tekin vóru
um, at málið fór at verða
loyst, nú uppskotið um at
tveita meg út varð tikið
aftur, og eitt uppskot enntá
kom um at velja meg aftur
til næstformann, men tað
tykist ikki, sum formaðurin
í flokkinum er sinnaður at
fáa flokkin at virka aftur,
sigur Torbjørn Jacobsen.
– Høgni Hoydal sigur nú,
at eg eri koyrdur úr ting-
bólkinum, og tað kann gera
tað sama, hvat eykafloks-
tingið sigur. Tað er at
blanda tingini enn meira
saman, so eg standi eitt
sindur spyrjandi nú, sigur
hann.
Útblakingin strandaði
Eftir at Torbjørn Jacobsen í
lesarabrøvum fanst harð-
liga at formanninum í Tjóð-
veldisflokkinum, fall hann í
ónáðir hjá leiðsluni í flokk-
inum, og ætlanin var, at
tingmaðurin skuldi tveitast
úr flokkinum á einum eyka-
flokstingi.
Stavsnevndin í flokkin-
um tók stig til at broyta
lógirnar fyri flokkin, so at
tað var loyvt at koyra ein
lim úr flokkinum, og sam-
stundis komu uppskot frá
lokalfeløgunum í Eystur-
oynni og Suðurstreymoy
um at koyra Tobba úr flokk-
inum.
Alt skuldi avgreiðast
formliga á einum eyka-
flokstingi, men hetta verður
nú av ongum, tí løgfrøðislig
ivamál hava tikið seg upp.
Spurningurin er, um tað ber
til at revsa Torbjørn Jacob-
sen fyri nakað, sum er hent,
áðrenn tað var lógligt at
koyra ein lim úr flokkinum.
Framvegis kalt
Hetta fekk lokalfeløgini hjá
Tjóðveldisflokkinum
í
Eysturoynni og í Suður-
streymoy
at
taka
síni
uppskot um at koyra Tor-
bjørn Jacobsen úr flokkin-
um aftur.
– At vit hava tikið okkara
uppskot um at koyra Tor-
bjørn Jacobsen úr flokkin-
um aftur er eingin yvir-
geving frá okkara síðu, og
Torbjørn Jacobsen er ikki
tikin til náði, segði Klæ-
mint Østerø, formaður í
Eysturoyar Tjóðveldisfe-
lag, við Sosialin fríggja-
dagin.
Og hetta tykist eisini
verða støðan hjá leiðsuni í
flokkinum. Høgni Hoydal
segði
fríggjadagin
við
Dimmalætting, at Torbjørn
Jacobsen var ikki partur av
tingbólkinum hjá flokk-
inum, og harvið verður tað.
Hetta undrar Torbjørn
Jacobsen.
– Eg haldi, at tíðin er
komin at leggja lok á hetta
málið og fáa flokkin at
virka aftur. Tað manglar
ikki vilji frá mínari síðu,
men tað tykist, sum at
onnur ikki hava nakran
vilja til tað, sigur Torbjørn
Jacobsen.
Tvey uppskot um
næstformann
Leygardagin hevur Tjóð-
veldisflokkurin eykafloks-
ting, og á skránni eru bara
mál, sum hava tilknýti til
stríðið millum Torbjørn
Jacobsen og Høgna Hoy-
dal.
Starvsnevndin mælir til,
at tað verður gjørt ein
broyting í lógunum hjá
felagnum, so at tað skal
bera til at koyra útihýsa ein-
um limi, um hann arbeiðir
ímóti flokkinum.
Løgtingskvinnan Heidi
Petersen skjýtur upp, at
Karsten Hansen verður
valdur til nýggjan næstfor-
mann í Tjóðveldisflokkin-
um.
Men hetta er ikki einasta
uppskotið um tað. Eisini
Vága Tjóðveldisfelag hevur
uppskot um næstformann,
og tað er Torbjørn Jacob-
sen, sum hevur havt hendan
leiklut til fyri kortum. Vága
Tjóðveldisfelag heldur, at
tað er rættast fyri flokkin,
at Høgni Hoydal heldur
fram sum formaður, og at
Torbjørn Jacobsen eisini
frameftir verður næstfor-
maður.
Tobbi vil hava frið
í flokkinum
– Eg haldi, at tíðin er komin at leggja lok á hetta málið og fáa
flokkin at virka aftur. Tað manglar ikki vilji frá mínari síðu,
men tað tykist, sum at onnur ikki hava nakran vilja til tað,
sigur Torbjørn Jacobsen