týsdagur 14. desember 2004síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 239 - 14. desember 2004
Ein partur av
tilmælinum hjá
vinnuni snýr seg um
at gera nýggjar reglur
um uppgerð av
fiskidøgum, sum
eggja skipum til at
gera styttri túrar
TILMÆLI
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tilmælið,
sum
Føroya
Ráfiskaseljarafelag, Føroya
Fiskimannafelag og Føroya
Ráfiskakeyparafelag hava
latið landsstýrismanninum,
er í 12 punktum. Aftrat
hesum eru fimm punktir
nevnd, sum feløgini halda,
at myndugleikar og vinna
miðvíst eiga at arbeiða við
til tess at menna kappingar-
førið í høvuðsvinnuni.
Tilmælið er soljóðandi:
1) Mælt verður landsstýris-
manninum til í kunngerð at
áseta reglur, sum ikki loyva
proformasølu av ráfiski.
2) Allur fiskur, sum verður
útfluttur óvirkaður úr Før-
oyum, skal av loyvishavar-
anum (skipinum) bjóðast út
um føroyska góðkenda
uppboðssølu, og loyvt skal
vera øllum – eisini útlend-
ingum – á jøvnum føti við
føroyskar fiskakeyparar at
bjóða uppá og keypa fisk
frá føroyskum fiskiførum.
3) Fyri fiskasløgini, tosk,
hýsu,
longu,
brosmu,
kongafisk, svartkalva og
havtasku, verður umframt
ásetingarnar undir stk. 1 og
2 ásett, at minst 50% av
árligu nøgdini hjá hvørjum
fiskifari sær av hesum
fiskasløgum, verður stødd-
arflokkað umborð ella í
landi, bæði tá ið talan er
um, at fiskurin fer til virk-
ingar í Føroyum ella verður
fluttur óvirkaður av landin-
um. Hetta verður í fyrsta
umfari sett í verk sum ein
royndartíð, galdandi frá 1.
mars 2005 til 1. mars 2006.
Partarnir útgreina støddar-
flokkingina í felag.
4) Í og eftir royndartíðina
verður mett, um skipanin
við støddarflokking fyri
fiskasløgini, nevnd undir
stk. 3, hevur rokkið sínum
endamáli. Tá verður eisini
mett, um skilagott er at
gera eina skipan fyri onnur
fiskasløg enn tey omanfyri
nevndu. Trý umboð fyri
ráfiskakeypararnar og trý
umboð fyri ráfiskaseljararn
ar saman við einum per
– Tað ræður um at
byrja eina gongd, sum
røkkur endamálinum
at fáa mest møguligan
fisk virkaðan í Føroy-
um, siga feløgini, sum
hava latið landsstýris-
manninum eitt til-
mæli
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Fríggjadagin, 10. desem-
ber, kallaði landsstýrismað-
urin í fiskivinnumálum,
Bjørn Kalsø, til tíðindafund
í Fiskimálaráðnum. Høvið
til fundin var, at Føroya
Ráfiskaseljarafelag, Føroya
Fiskimannafelag og Føroya
Ráfiskakeyparafelag saman
við advokatinum, Alfredi
Petersen, hava gjørt eitt
tilmæli, sum feløgini kalla
eitt »felags útspæl frá vinn-
uni«.
Feløgini,
umboðandi
veiði- og virkisliðið, vildu
við hesum geva landsstýris-
manninum eitt uppskot sum
alternativ til »fiskapakk-
an«, ið landsstýrismaðurin
seinastu tíðina hevur arbeitt
við at fremja í verki.
– Fyritreytirnar fyri okk-
ara uppskoti eru tær somu
sum í uppskotinum hjá
landsstýrismanninum,
nevniliga at tryggja før-
oyskum virkjum javnbjóðis
atgongd til rávøruna – uttan
at darva kappingini um
fiskin.
Feløgini siga í brævinum,
at ein onnur fyritreyt er, at
eingin patentloysn finst á
økinum.
– Tí ræður um at byrja
eina gongd, sum røkkur
endamálinum at fáa mest
møguligan fisk virkaðan í
Føroyum. Vinnan vil fegin í
tí dagliga vera við til at
stuðla hesi gongd og at
tillaga skipanina, so enda-
málið verður rokkið.
Føroya Ráfiskaseljara-
felag, Føroya Fiskimanna-
felag og Føroya Ráfiska-
keyparafelag vísa á, at í
sama mun, sum hetta til-
mælið loysir trupulleikarn-
ar hjá virkjunum við at-
gongd til fiskin, fer tað
eisini at stuðla arbeiðarafel-
øgunum í teirra áhuga at
fáa flest møgulig arbeiðs-
pláss á landi.
Tilmæli: At tryggja virkjunum javna
tilgongd og skipunum besta prísin
Atgongd til rávøru uttan at
darva kappingini um fiskin
Tað er ikki lætt at finna breiðar semjur um øll viðurskifti millum feløgini á fiskivinnuøkinum, men nú er so enn ein roynd gjørd at fáa í lag semju í vinnuni
Mynd: Jens Kr. Vang
- Fyri at tryggja virkjunum eina javna tilgongd av fiski, bestu góðsku og skipunum besta prís,
verða upplýsingar um øll viðkomandi veiðitøl samskipað av góðkendari uppboðssølu, sum sendir
tær til allar áhugaðar fiskakeyparar
Mynd: Vilmund Jacobsen