Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-14, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. desember 2004síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 239 - 14. desember 2004 7 sóni, sum teir semjast um, meta um skipanina og koma við uppskoti um víðari gongd. Metingarstøð ið er, um støddarflokkingin hevur viðvirkað til, at meira er virkað í Føroyum, og um støddarflokkingin hevur givið hægri prís/ vinning. 5) Serstøður sum t.d. í løtuni við upsa, har skip bjóða fisk alment til sølu í Føroyum og einki veruligt boð fæst, hvørki frá før- oyskum ella útlendskum fiskakeypara, kunnu loyva beinleiðis landing uttan- lands og/ ella flutningi beinleiðis úr Føroyum. Nevndin, sum er nevnd í pkt. 4, skal útgreina nærri, hvat hugtakið »veruligt boð« merkir. Hetta er treyt- að av, at fiskurin er boðin út av góðkendari uppboðs- sølu, ið váttar yvirfyri av- varðandi myndugleika, at einki boð er fingið fyri fiskin. Hetta verður ikki ávirkað av avmarkingar- hámarkinum um landing beinleiðis uttanlands (sí stk. 10), men fylgir annars øllum hinum ásetingunum. 6) Aðrar serstøður eru, tá ið virkini ikki kunnu keypa/ virka fisk, sum t.d. orsakað av frítíð og verkføllum kunnu loyva beinleiðis sigl- ing til útlendskan marknað. Endaligt loyvi krevst av avvarðandi myndugleika. Hesar serstøður við fisk- inum verða ikki ávirkaðar av avmarkingar-hámarkin- um um landing beinleiðis uttanlands (sí stk. 10), men fylgja annars øllum hinum ásetingum. 7) Fyri at tryggja virkjun- um eina javna tilgongd av fiski, bestu góðsku og skip- unum besta prís, verða upp- lýsingar um øll viðkomandi veiðitøl samskipað av góð- kendari uppboðssølu, sum sendir tær til allar áhugaðar fiskakeyparar. 8) Samstundis verður heitt á Fiskimálaráðið um at gera nýggjar reglur um uppgerð av fiskidøgum, sum eggja skipunum at gera styttri túrar. 9) Veiðifør, sum ikki eru partar av fiskidagaskipan- ini, koma undir allar áset- ingar, tó við teimum undan- tøkum, ið nevnd eru undir pkt. 10. 10) Skip, sum eru í bein- leiðis veiði eftir fiskasløg- um, sum stinglaksi, langa- sporli, hávi, kikarafiski við meira, og sum tað ikki finn- ast fiskakeyparar til í Før- oyum, verða undantikin ásetingunum, ið nevndar eru, á túrum, tá ið nevndu fiskasløg eru meira enn 50% av veiðini. Arbeitt eigur at vera fyri at menna virkingina á landi í Føroy- um av hesum fiskasløgum, soleiðis at skaptar verða fyritreytir fyri, at frægastu marknaðarprísir eisini kunnu fáast fyri hesi fiska- sløg. 11) Mælt verður til, at parturin, sum kann landast beinleiðis uttanlands, verð- ur 25% fyri hvørt triðings- ár, og at mótrokningin fyri landingar omanfyri hetta, verður sum nú við fiski- døgum fyri tey skipini, sum eru í fiskidagaskipanini. Fyri tey skip, sum ikki eru partar av fiskidagaskipan- ini, verður kravt eitt avgjald svarandi til í mesta lagi 30% av søluvirðinum av tí nøgd, ið avreidd er ov nógv uttanlands í útrokningartíð- arskeiðinum. 12) Nevndin í pkt. 4, ið metir um skipanina, skal eisini meta um skipanina í síni heild og vísa á trupul- leikar og uppskot til loysnir. Myndugleikarnir og vinnan eiga miðvíst at ar- beiða við at menna kapp- ingarførið í høvuðsvinnuni við at: a. Menna logistikkin úr Føroyum til marknaðin b. Menna logistikkin inn- anlendis í Føroyum við at avtaka kappingaravlagandi reglur so sum, at skip undir FAS ikki kunnu sigla frakt millum oyggjarnar c. Stuðla felags sølu og marknaðarføringstiltøkum til frama fyri alla vinnuna d. Stuðla undir fram- leiðslu av alternativum fiskasløgum, og at øll rá- vøran verður gagnnýtt á bestan hátt e. Stuðla vinnugransking innan veiði-, reiðskaps-og framleiðslutøkni. Tilmælið er undirskrivað av Føroya Ráfiskaseljarafelag, Føroya Fiskimannafelag og Føroya Ráfiskakeypara- felag. Egil Olsen er formaður í Ráfiskakeyparafelagnum, og har draga flestu limirnir somu línu. Tilmælið hjá seljarum og keyparum byggir á millumloysnir Mynd: Jens Kr. Vang Sum formaður í Ráfiskaseljarafelagnum noyðist Árni Joensen at samansjóða mong ymisk sjónarmið, og tað hevur víst seg at verið lættari sagt enn gjørt Mynd: Jens Kr. Vang Føroyska toskakvotan í russiskum sjógvi verður eftir nýggja sáttmálanum millum londini eini 2.000 tons minni enn í 2004, og hýsukvotan minkar 380 tons FISKIVEIÐI- SAMRÁÐINGAR Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Fiskiveiðisamráðingar millum Føroyar og Rusland vóru í Kaliningrad, 9. og 10. desember. Fiskimálaráðið sigur, at samráðingarnar hesaferð vóru merktar av, at før- oyska makrelkvotan fyri 2005 verður 23% minni enn í 2004, samstundis sum russisk skip ikki hava fiskað alla sína svartkjafta- kvotu upp á 200.000 tons í ár. Tí høvdu russar heldur ikki so stóran áhuga fyri eins stórari kvotu fyri kom- andi ár. – Henda støða førdi til, at ikki var møguligt at varð- veita sama støði í nýggju avtaluni sum í avtaluni fyri 2004. Úrslitið av samráðingun- um gjørdist tí, at partarnir samdust um at gera eina avtalu fyri 2005, sum er á einum lægri støði enn av- talan fyri 2004. – Fiskiveiðimøguleikarn- ir hjá flakatrolarunum í russiskum sjógvi í 2005 verða tó væl betri enn árini undan 2004, sigur Fiski- málaráðið. Føroyska toskakvotan í russiskum sjógvi verður eftir nýggja sáttmálanum eini 2.000 tons minni enn í 2004, og hýsukvotan mink- ar 380 tons. – Hinvegin fáa vit 1.000 tons av flatfiski, so samlaða botnfiskakvotan verður eini 1.400 tons minni í 2005 enn í 2004. Fiskimálaráðið sigur, at russiska svartkjaftakvotan minkar úr 203.300 tonsum niður í 160.000 tons, og makrelkvotan minkar úr 8.600 tonsum niður í 7.000 tons – Bæði Russland og Før- oyar hava sum heild gagn- nýtt sínar fiskiveiðimøgu- leikar í fiskiveiðiavtalunum seinastu árini. Vinnuligt samstarv Á fundinum í Kaliningrad umrøddu Føroyar og Russ- land eisini møguleikarnar fyri vinnuligum samstarvi millum londini bæði. – Vit tosaðu um møgu- leikarnar hjá føroyskum skipum at útvega sær fiski- veiðimøguleikar á annan hátt enn gjøgnum fiski- veiðiavtaluna. Vit skutu upp, at karmarnir rundan um tílíkt samstarv verða lagdir í eina fastari legu, og í hesum sambandi varð fundur avtalaður at verða í mars 2005, sigur Fiski- málaráðið. Í føroysku samráðingar- nevndini vóru Andras Kristiansen, deildarstjóri sum samráðingarleiðari, Ulla S. Wang, fulltrúi, Jóhan Simonsen, fulltrúi, Kaj P. Mortensen, ráðgevi á Løgmansskrivstovuni, Jan Arge Jacobsen, fiskifrøð- ingur, Ólavur Petersen, Hanus Hansen og Mortan Johannesen, umboðandi Føroya Reiðarafelag, Árni Olafsson, ráðgevi í før- oyskum viðurskiftum í danska uttanríkisráðnum og Bo Aaborn frá Færøernes Kommando. Føroyar missa í samráðingum