Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-14, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. desember 2004síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 239 - 14. desember 2004 Marknaðarrák Farna vika var soltin hvat viðvíkir lyklatølum. Týska álitistalið ZEW gjørdist eitt lítið sindur frægari í nov- embur enn oktobur, og am- erikonsku framleiðsluprís- irnir vóru við 5,0% eisini hægri enn í oktobur, tá talið var 4,4%. Framleiðsluprís- irnir frároknað olja og mat- vørur hækkaðu eisini í nov- embur, frá 1,8% til 1,9% í mun til í fjør. Oljuprísurin sveiggjaði millum 37,3 og 40,5 dollar- ar fyri tunnuna (Brent) í farnu viku. OPEC helt fund fríggjadagin, og í døgunum upp til fundin vóru ymsir talsmenn frammi sum søgdu, at OPEC átti at slak- að framleiðsluna. Hóast Saudi Arabia mutaði ímóti, endaði fundurin við, at OPEC fer at skerja fram- leiðsluna við 1 mió. tunn- um um dagin í januar mán- aða. Tað fekk tó ikki prísin at hækka merkisvert, tí marknaðurin ivast í, um londini veruliga fara at halda avtaluna um skerjing. Dollarin hækkaði eitt sindur mótvegis evruni, frá 1,34 til 1,32. Grundleggj- andi rákið er tó enn ein veikari dollari komandi tíð- ina. Hesa vikuna kunnu væntast lutfalsliga stór sveiggj í evru-dollar kursin- um, mest orsakað av at ein uppgerð yvir útlendskar íløgur í USA verður al- mannakunngjørd mikudag- in. Hon sigur nakað um, hvussu hugurin hjá útheim- inum hevur verið at keypa dollarar. Lánsbrævarenturnar hildu áfram at lækka í farnu viku. Soleiðis halda stórir íleggj- arar, sum hava havt ov lítið av lánsbrøvum síðan í summar, áfram at keypa lánsbrøv, hóast 10-árs rentan í Danmark nú er heilt niðri á umleið 3,80%. Tá hugsað verður um, at búskaparligi vøksturin í Evropa hóast alt er uppi á umleið 2,0%, sæst at tað ikki er hann, ið heldur rentunum niðri. Sum væntað gjørdist farna vika friðarlig hjá partabrøvum og liggja tey í dag áleið á sama stigi sum fyri viku síðan. Lági doll- arin og óttin fyri væntandi vøkstri, kann tálma vøkstr- inum á evropiskum parta- brøvum. Kaupthing metir at hetta verður ein friðarlig vika hjá partabrøvum, sum tó kann ávirkast av við- merkingum, ið verða eftir rentufundin hjá FED. Hesa vikuna koma fleiri áhugaverd lyklatøl. Úr USA koma m.a. tøl fyri smásøluna, ídnaðarfram- leiðsluna, handilsjavnan og útlendskar íløgur. Í Evropa er tað mest áhugaverda tøl fyri prísvøksturin. Amerik- anski tjóðbankin heldur rentufund týsdagin, har lítil ivi er um at tey fara at seta stuttu rentuna upp við 0,25% til 2,25%. Amerikanska rentan hækkar Vika 51, 2004 www.kaupthing.fo Tingkvinna Tjóðveld- isfloksins, Heidi Peter- sen, heldur, at løg- maður hóttir demo- kratiska rættin hjá andstøðuni, tá hann ikki vil svara hennara fyrispurningi. Ting- kvinnan ætlar at spyrja løgmann enn einaferð um at svara skrivliga fyrispurn- ingum SKRIVLIGUR FYRISPURNINGURIN Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo – Hetta er heilt burturvið, at løgmaður ikki kann svara einum spurningi, sum snýr seg um yvirskipað politiskt mál. Við at nokta at svara hóttir løgmaður beinleiðis demokratiska rættin hjá andstøðuni at gera vart við seg. Hann er líka nógv løg- maður hjá andstøðuni sum hjá samgonguni, og eg haldi, at hann í hesum føri forsømir sína ábyrgd. Tingkvinnan hjá Tjóð- veldisflokkinum í Norð- streymi, Heidi Petersen, heldur lítið um framferðina hjá løgmanni og samgong- uni í samband við ein skriv- ligan fyrispurning, hon ætl- aði at seta løgmanni fríggja- dagin. Løgtingskvinnan vildi hava at vita frá løg- manni, um samgongan hev- ur sett sær nøkur langtíðar mál fyri, hvussu føroyska samfelagið skal mennast, hvørji eru hesi málini, og hvussu skulu tey røkkast. Í tinginum fríggjadagin atkvøddi samgongan ímóti, at løgmaður skal svara fyrispurninginum hjá Heidi Petersen. Tað gjørdi sam- gongan, tí hon heldur, at fyrispurningurin ikki skal setast løgmanni, men lands- stýrismanninum, sum varð- ar av vinnuni, tað vil siga landsstýrismanninum í vinnumálum, Bjarna Djur- holm. Heidi Petersen hevur kortini ongar ætlan um at gevast so. Hon er sinnað at seta løgmanni skrivliga fyrispurningin einaferð enn. – Eg ætli mær við vissu at seta spurningin einaferð afturat, og eg rokni við, at eg seti løgmanni spurning- in aftur, sigur hon Hví letur tú ikki bara landsstýrismannin í vinnu- málum, Bjarna Djurholm, svara spurninginum, tá hann varðar av vinnumál- um í samgonguni? Hesin spurningur snýr seg ikki bara um vinnuna, men er meira yvirskipaður, og tí eigur løgmaður at svara og ikki bara Bjarni Djurholm. Eg vil hava eitt breitt orða- skifti í lag, hvussu vit eiga at menna føroyska samfelagið. Í fyrispurninginum nemi eg bæði gransking, mentan og heilsu, og tá talan er um ein skrivligan fyrispurning stendur tað øllum landsstýr- ismonnum, ið varða av hes- um økjum, frítt at taka orð- ið, vísir Heidi Petersen á. Løgmaður forsømir sína ábyrgd – eitt sindur um lýs- ingaherferðina hjá Valdemar Lützens Byggibúð Høgni Lützen, stjóri Eg síggi, at Toll- og Skatt- stova Føroya av sínum ein- tingum er farin at leiðbeina alment um, at allir handlar skulu gjalda MVG av sínari sølu. Fyri okkum er hetta ein sjálvfylgja – tað stendur jú í lógini, og eg haldi ikki, at eg taki munnin ov fullan, tá eg sigi, at høvdu allar fyritøkur í Føroyum verið so pliktuppfyllandi at gjalda MVG sum fyritøkur- nar hjá Valdemar Lützen, so stóð væl til, so vóru ikki allar hasar milliónirnar úti- standandi í MVG. Tá vit hava valt at brúka orðingina um at fólk kunnu keypa "MVG-frítt", so meina vit sjálvandi við, at tað, sum tey annars skuldu goldið fyri MVG av vøruni, sleppa tey undan. Vit lata avsláttur, sum svarar til MVG-upphæddina. At vit gjalda MVG av nettoprísin- um eftir MVG-lógini, skal eingin ivast í, heldur ikki Toll- og Skattstova Føroya. Tað er tí ikki í samsvari við veruleikan, tá Toll- og Skattstova Føroya leggur seg alment út í okkara lýsingaherferð við rætting- um, sum kunnu geva fólki ta fatan, at vit selja ólóg- ligt. Lat tað vera púra vist, at tað gera vit ikki Lat okkum so bara vóna, at Toll- og Skattstova Før- oya ikki fer at ávirka jóla- sølu okkara skeivan vegin. Okkurt annað mátti Toll- og Skattstovan havt at fing- ist við – eitt nú at innheinta MVG frá teimum, sum ikki gjalda MVG. Rætt skal vera rætt: Løg- frøðiliga sæð selja vit sjálv- andi ikki uttan MVG, men tað er púra vist, at sæð frá kundans síðu, fær hann vør- una fyri ein prís, sum svarar til at vøran er MVG-frí. Toll- og Skattstovan mátti havt okkurt størri mál at fingist við! VIÐMERKINGAR