týsdagur 29. oktober 2019síða 27
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 30. oktober 2019 · Nr. 125
hava við í gongdini.
Eisini her er fyribyrgjandi
arbeiði so umráðandi, og tí
bjóða vit bæði borgaranum
og teimum avvarðandi undir
vísing um sjúkuna. Vit nýta
eisini kognitiva viðgerð við
støðum í gerandisdegnum, sum
eru truplar. Við at eggja teim
um til at seta orð á tankar og
kenslur, ber til at broyta hugs
an og handling, ið lættir um hjá
borgaranum.
Øðrvísi tilgongdir kunnu
gera stóran mun hjá borgarum,
ið eitt nú dragast við ótta.
Nógv hava ótta. Tá ið vit
arbeiða við ótta, hava vit van
liga psykoedukatión, sum snýr
seg um at læra um ótta, ótta
mekanismur og annað. Vit læra
borgaran at arbeiða kognitivt
við teimum neiligu tankunum
við at seta orð á tankar, kenslur,
likamlig eyðkenni og atferð.
Tankin er, at tey skulu finna
stuðlandi tankar, ið tey kunnu
brúka í staðin fyri teir neiligu.
Eisini verður arbeitt við
stigvísari
eksponering,
har
borgarin stigvíst útsetir seg
fyri óttanum, og við tíðini
minkar óttin.
Ein væl kendur trupulleiki
hjá hesum fólkunum er óttin
fyri, hvussu tey kunnu møta
øðrum í gerandisstøðum. Í
tílíkum støðum hava rolluspøl
eisini víst seg at hjálpa.
Tey læra eisini at brúka
andadráttsvenjingar, so tey
gerast róligari. Eisini kunnu
Mindfullness venjingar hjálpa
væl.
Hjá øðrum kann gerandis
dagurin vera merktur av kaos,
og tá hjálpa vit teimum at skipa
dagin. Tað gera vit t.d. við at
petta gerandisuppgávur sund
ur og seta smærri uppgávur
inn í skema. Tað kunnu vera
smáar uppgávur sum at fara
til handils ella at leggja klæðir
saman.
Forlongdi armurin
Hon sigur tær og umrøðir
konsekvent sínar starvsfelagar
sum kvennkyn. Orsøkin er tann,
at tað bert starvast kvinnur
í Økispsykiatriini. Flest allar
eru sjúkrarøktarfrøðingar við
royndum innan psykiatri, sum
er krav fyri at søkja starvið.
Til innleiðandi samrøðurnar
spyrja vit ítøkiliga inn til, um
borgarin hevur sjálvmorðs
tankar t.d., men eisini um
kropsligu støðuna við kosti,
rørslu,
misbrúki
osfr.
Tað
gera vit, tí kropsliga støðan
kann eisini avdúka sálarligu
støðuna, og tí verða nakrar
blóðroyndir tiknar. Mátingin
av blóðsukrinum kann siga
nakað um, hvussu borgarin er
fyri, og stoffskiftið kann eisini
ávirka tað sálarliga. Her koma
royndirnar sum sjúkrarøktar
frøðingurin hevur væl við.
Tá
viðgerðin
hjá
Økis
psykiatriini er liðug, verður
borgarin útskrivaður og kom
munulæknin
fær
boð
um
hetta. Viðhvørt heldur borg
arin áfram við at fara til onkur
av tilboðunum hjá eitt nú Al
mannaverkinum.
Tað er umráðandi hjá øllum
menniskjum
at
hava
ein
skipaðan og meiningsfullan
gerandisdag. Og í hesum sam
bandi hava skipaðu tilboðini
hjá Almannaverkinum sum
Dugni og Gloym meg ei/Fjálvi
munað væl. Her fáa fleiri av
borgarunum
møguleika
at
menna og viðlíkahalda sínar
førleikar, eisini sosialt.
Ein annar møguleiki er at
fara í sonevnda arbeiðsroynd
ella arbeiðsútbúgving fyri at
koma út aftur á arbeiðsmark
naðin. Skipanin er soleiðis
samansett, at ein spakuliga
kann byrja at arbeiða aftur við
at arbeiða nakrar tímar í senn.
Síðani Økispsykiatriin kom,
hava verið færri endurinnlegg
ingar, við tað at borgarin fær
skjótari hjálp.
Vit
síggja
beinanvegin,
hvønn veg tað gongur, og kunnu
traðka til skjótt og soleiðis
fyribyrgja innleggingum. Vit
eru ein forlongdur armur hjá
psykiatriini. Munurin er bara
tann, at vit arbeiða úti í staðin
fyri inni.
PSYKIATRIIN 50 ÁR