týsdagur 29. oktober 2019síða 26
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 30. oktober 2019 · Nr. 125
26
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Síðani 2007 hava
føroyskir borgarar
havt møguleikan
at fáa viðgerð
heima heldur enn
inni á psykiatriska
deplinum. Til
boðið verður nevnt
Økispsykiatri og
hevur havt við sær,
at alsamt longri
er millum inn
leggingarnar
Økispsykiatri er eitt tilboð til
borgarar, sum hava verið í sam
band við Psykiatriska depilin,
men sum kunnu klára seg við
at vera heima.
Økini eru fyri tað mesta
býtt eftir somu økjum, sum
Heimatænastan er, og sum vit
samstarva nógv við. Vit taka
okkum av samrøðunum og
servitanini innan psykiatri,
meðan Heimatænastan gevur
heilivágin og stendur fyri
likamligu røktini, um hon
krevst, greiðir Maibritt Sira
Jacobsen frá.
Hon er ein av teimum 13
starvsfólkunum,
ið
arbeiða
innan Økispsykiatriina. Hon
hevur eisini nógvar royndir
innan
psykiatri,
og
hevur
hon millum annað arbeitt við
ungum við sálarligum avbjóð
ingum í Íslandi.
Maibritt starvast í Eystur
oyarøkinum, sum hevur skriv
stovu í Heilsumiðstøðini í
Runavík, og hennara toymi
dekkar ein stóran part av
Eysturoynni. Arbeiðsuppgávan
hjá Økispsykiatriini er bæði
at fara út til borgarar, sum
hava verið í samband við
Psykiatriska depilin og hava
tørv á uppfylging, men eisini
at fara út til borgarar, sum
eru ávístir til Økispsykiatriina
uttan at hava verið innlagdir á
psykiatrisku deild.
Mannagongdin er tann, at
borgarin setir seg í samband við
kommunulæknan, sum síðani
ávísir hann til Psykiatriska
depilin. Serlæknin á Psykiatr
iska deplinum metir síðani
um, hvat er besta tilboðið til
borgaran, og um mett verður, at
borgarin skal hava økispsykiatri,
fáa vit boð um tað.
Stuðul og hjálp
Tá Økispsykiatriin fær boð um
at fara út til ein borgara, fara
tær avstað skjótast til ber, og
tær fara altíð tvær saman.
Tað er av fleiri orsøkum.
Fyri tað fyrsta síggja fýra
eygu jú betri enn tvey, og so er
tað týdningarmikið, at borg
arin sær okkum báðar, sum
skulu vera um hann. Vit hava
eina samrøðu, har vit samla
inn vitan um borgaran við
at seta teimum eina røð av
spurningum um teirra sjúku
eyðkenni,
teirra
bakgrund,
uppvøkstur, arbeiði, inntøku
møguleikar, hvussu tey krops
liga eru fyri osfr.
Roynt verður at seta nøkur
mál fyri sjúklingin, sum kann
vera alt frá onkrum grund
leggjandi
máli
í
gerandis
degnum til okkurt høgt per
sónligt mál.
Skulu tey eitt nú hava for
sorgarhjálp ella eina sjúkra
melding, kunnu vit hjálpa til
við tí. Tá hjálpa vit teimum við
at savna neyðugu skjølini, um
tey ikki megna tað sjálvi.
Tá starvið inniber at koma
inn til fólk, slepst ikki undan
at ein kemur borgaranum sera
nær.
Onkur, vit koma inn til,
hava ongantíð fingið viðgerð.
Tá kann sjúkan hava gjørt
tey so illa fyri, at tey hava
mist fleiri førleikar. Og tá má
ein vera áhaldin og royna at
hjálpa viðkomandi í gongd
aftur. Er trupulleikin t.d. at tey
ikki matgera longur, kunnu
vit leggja lag á við at gera
innkeypslista saman við teim
um, fara við teimum at keypa
inn og vegleiða teimum víðari
í gongdini.
Tað sosiala lívið er kanska
eisini horvið, og í summum
førum hevur borgarin mist
sambandið við síni nærmastu.
Tað kann eisini verða ein
uppgáva fyri okkum at hjálpa
til við at finna samband við
tey nærmastu. At finna út av,
hvønn tey plagdu at hava sam
band við, og hvønn tey vilja
hava samband við frameftir.
Tað er ikki altíð so lætt. Men
tað plagar at batna, tá tey koma
í viðgerð.
Fólk eru meir avslappað
heima, og tí er tað gott at koma
út í heimini hjá fólki. Tá sær ein
eisini borgaran á fleiri mátar,
enn tá tey sita í einum við
talurúmi. Tú fært eina kenslu
av teirra áhugamálum og sært
betri, hvussu tey eru fyri. Tú
ert í nærumhvørvinum hjá
borgaranum og kanst spyrja
nærri inn til tað ymiska. Men
tú kemur sum gestur, og tað
skal man ikki gloyma.
Tey avvarðandi eru
týdningarmikil
Eftir fyrstu vitjanina hjá Økis
psykiatriini avtala Maibritt og
starvsfelagin, hvør skal vera
kontaktpersónur hjá borgara
num, og saman leggja tær
eina ætlan fyri borgaran. Tað
kann vera ymiskt frá borgara
til borgara, hvør tørvurin er,
hvussu hann er fyri og hvønn
kunnleika
hann
hevur
til
psykiatriina. Summi fáa 10
samtalur, summi gerast frísk,
meðan onnur fara í bólkar inni
á deplinum fyri júst teirra diag
nosur. Onnur hava tørv á sam
bandi javnan.
Fleiri hava verið innløgd,
meðan onnur kanska bert hava
verið til samrøðu. Onnur hava
fyri fyrstu ferð fingið staðfest
tunglyndi. Tað kunnu eisini
vera borgarar við fleiri diag
nosum. Alt eftir hvussu støðan
er, leggja vit eina ætlan, sum
samsvarar við hvussu borgarin
hevur tað, og út frá tí meta
vit um tørvin á vitjanum. Tað
kunnu vera uppfylgjandi sam
røður viðvíkjandi heilivági og
fyribyrging av afturstigi. Er
talan um afturstig, mugu vit
hyggja eftir, um tað vóru nøkur
tekin í upptaktini, soleiðis
at vit kunnu fyribyrgja fleiri
afturstigum.
Tey avvarðandi eru sum
oftast við til hesa samrøðu
na, um borgarin ynskir tað.
Til samrøðuna um aftur
stig,
verður
avtala
gjørd
um, um hvør av teimum av
varðandi
skal
samstarva
við
Økispsykiatriina,
um
støðan versnar, og borgarin
sjálvur ikki megnar tað. Tey
avvarðandi eru týdningar
mikil partur í viðgerðini av
sálarsjúkum, men tað er altíð
borgarin, ið avgerð, hvønn
avvarðandi hann ynskir at
ØKISPSYKIATRI:
PSYKIATRI Á HJÓLUM
PSYKIATRIIN 50 ÁR